{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Nýggjur streymmátari royndur í Bankarennuni

Jákup Sverri hevur verið á tveimum hydrografitúrum í ávikavist mai og juni. Hetta eru afturvendandi túrarnir hesa tíðina, har streymmátarar verða tiknir upp, og tá ymiskt eftirlit er gjørt, verða mátararnir lagdir útaftur. Á tí fyrra túrinum varð ein nýggjur streymmátari við serligari uppdrift royndur í Bankarennuni.

Niðri við botn í Bankarennuni er hart rák av sonevndum yvirflotssjógvi. Her hevur Havstovan mátað rákið síðani mitt í nítiárunum við sonevndum ADCP-streymmátarum (Acoustic Doppler Current Profiler). Hesir nýta ljóð at máta rákið við hjálp av sonevndu Doppler effektini.

Av tí, at rákið er so hart í Bankarennuni – umleið 1 metur um sekundið – hellir uppdriftin, sum mátararnir sita í, rættuliga nógv.

Teir gomlu mátararnir toldu væl hallið, meðan nýggir mátarar hava trupulleikar tá teir hella nógv og samstundis eru so nær við harðan botn; tá kemur ekkó frá botninum innaftur á mátaran og órógvar signalið.

Tískil er neyðugt við serligari uppdrift, sum heldur streymmátaranum meiri stabilt og loddrætt í vatnsúluni. Henda uppdriftin, kallað StableMoor, við streymmátara varð roynd á túrinum í mai. Útgerðin lá úti í eitt knapt samdøgur og varð síðani tikin uppaftur. Mátingarnar vístu, at streymmátarin lá nógv stabilari í sjónum, tó at hann helti eitt vet. Broytingar vórðu gjørdar at rætta hallið, umframt at ein kransur var festur á mátaran at minka um ekkó. Á seinna túrinum varð mátarin lagdur útaftur, eftir ætlan í nakrar mánaðir hesu ferð.

Mynd 1. Nýggja sonevnda StableMoor-boyan við streymmátara og útloysara (tólið undir boyuni) verður her løgd út í Bankarennuna. Útloysarin er festur í eina 10 metur langa ketu, sum er fest í søkkið, ið enn er á dekkinum. StableMoor-boyan skal eftir ætlan avloysa gomlu streymmátararnar, sum hava mátað rákið í Bankarennuni síðani 1994. Gomlu mátararnir verða ikki framleiddir longur; men tað hevur víst seg, at verða trupult at fáa nóg góðar mátingar við nýggjari mátarum. Við nýggju StableMoor-boyuni ber hetta vónandi til; boyan er gjørd at standa meiri vatnrætt í hørðum ráki, soleiðis at streymmátarin peikar beint upp og niður. BetriStuðul hevur fíggjað StableMoor boyuna við streymmátara.

Á túrunum vórðu eisini hydrografiskar mátingar gjørdar eftir sonevndu standardskurðunum og øðrum skurðum, ið eru partar av verkætlanum.

Eisini varð ein havsvívari lagdur út í mai og ein annar tikin upp. Tíverri vísti tað seg, at havsvívarin, sum bleiv lagdur út, lak og tískil varð hann tikin uppaftur í juni. Universitetið í Bergen eigur hesar svívarar. Í juni vóru granskarar eisini við Jákup Sverra at kanna hvalspýggj í føroyskum sjógvi; hetta var partur av eini verkætlan, ið hevur heitið GloBECC . Túrfrágreiðing frá túrinum í mai er at finna her og frá túrinum í juni her.


Karin M. H. Larsen

Umhvørvi

Deildarleiðari, Ph.D, Havfrøðingur

karinl@hav.fo / +298 79 39 30

Vangi í PURE / Greinar / CV

Viðkomandi tíðindi

Nýggjur streymmátari royndur í Bankarennuni

17.06.2025

Jákup Sverri hevur verið á tveimum hydrografitúrum í ávikavist mai og juni. Hetta eru afturvendandi túrarnir hesa tíðina, har streymmátarar verða tikn…

Havstovan kunnar skúlaflokkar á umhvørvisviku á Tvøroyri

01.05.2025

Tvøroyar kommuna skipar fyri umhvørvisviku hesa vikuna. Í hesum sambandi hava Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi í havfrøði, og Marita Rasmussen…

Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni

27.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …

Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður

30.08.2024

Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seina…

Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri

26.08.2024

Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024)  níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsryg…

Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri

28.05.2024

Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…

Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?

15.02.2024

Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…

Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar

17.08.2023

Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland …

Hitabylgja í havinum

29.06.2023

Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum v…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri

26.05.2023

Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…

Tveir djúpir havstreymar undan kavi

10.05.2022

Tveir djúpir havstreymar eru nýliga avdúkaðir, IcelandFaroe Slope Jet og Faroe Shetland Channel Jet. Annar gongur fram við hellingini á norðaru síðu á…

Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild

10.05.2022

Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrsl…

Norskahavsmeldurin knýtir heitt innrák og kalt yvirflot

01.09.2021

Tað er vælkent at heitur Atlanssjógvur rekur norðureftir fram við Føroyum, kølist og søkkur norðanfyri, og vendur suðureftir aftur í dýpinum sum ísaka…

Subpolari meldurin stýrir vistskipanum

18.12.2020

Vistskipanir eru ikki støðugar. Vistskipanin á føroyska landgrunninum broytist bæði við einum syklusi á 58 ár og einumsyklusi, sum tekur áratíggju. Su…

Djúpur havstreymur fram við Íslandsrygginum útgreinaður

26.10.2020

Í dýpinum í Norðurhøvum er ísakaldur sjógvur, sum ferðast suðureftir og flýtir yvir Grønland-Skotland ryggin, serliga gjøgnum Danmarkarsundið og Banka…

Subpolari meldurin stýrir eisini vistskipanum í grønlendskum sjógvi

08.10.2020

Tað er nú vælkent at subpolari meldurin ávirkar vistfrøðina í norðureystara parti av Atlantshavinum – altso um okkara leiðir. Í nýggjari vísindaligari…

Hava funnið ókendan djúpan havstreym

27.07.2020

Sjógvur verður køldur í norðurhøvum, og hetta ger, at hann søkkur og síðani fossar suðureftni niðri við botn. Stórur partur av hesum djúpa suðurvenda …

Legan hjá Golfstreyminum ávirkar havumhvørvið kring Føroyar

29.01.2020

Flest øll hava hoyrt um Golfstreymin. Nógv vita eisini, at broytingar í styrkini av hesum ráki kann ávirka havumhvørvið og veðurlagið her um okkara le…

Subpolari meldurin styrknaður aftur – og tað ávirkar Føroyar!

25.09.2019

Vegna nógv hitatap frá havi til atmosferu vetrarnar 2013-2015, sakk nógvur sjógvur niður á stór dýpi í Labrador havinum og Irminger havinum, og tískil…

Streymarnir inn og út úr Arktiska havøkinum

25.09.2019

Eftir drúgvar mátingar hjá fleiri ymiskum londum er nú fingið yvirlit yvir, hvussu nógvur sjógvur ferðast inn og út úr Arktiskum havøki. Stórur partur…

Flóðaldur 29.- 30. juni 2019

09.07.2019

Sunnumorgunin 30. juni 2019 vóru fólk ymsa staðni kring landið varug við, at óvanligar aldur vóru at síggja, t.d. í Vági, Tórshavn og Kollafirði. Hett…

Rákið kring Føroyarnú betur kortlagt

23.10.2018

Høvuðsgongdina í streymunum gjøgnum okkara havleiðir hava vit kent leingi; men ivamál hevur verið um rákið sunnan og vestan fyri Munkagrunnin, helst t…

Kaldur Íslandssjógvur hevur týdning fyri nøgdirnar av reyðæti norðan fyri Føroyar

18.06.2018

Reyðæti er høvuðsføði hjá norðhavssild, sum kemur til beitiøkið norðan fyri Føroyar um summarið. Ein nýggj vísindalig grein vísir, at kaldur Íslandssj…

Nýggj grein um rákið sunnan og vestan fyri Føroyar

29.11.2017

Tann 13 november varð nýggj grein: “Atlantic water flow through the Faroese Channels” kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum “Ocean Science”. Greinin er…

Fløskupostur úr Íslandi tekur eitt ár

16.01.2017

Tað sigst at íslendskir landnámsmenn kastaðu tvinnar hásætissúlur í havið og skuldu lata bý byggja, har hesar komu upp á land. Hetta bleiv til Reykjav…

„Kalda holið“, „Golfstreymurin“ og okkara veðurlag

19.09.2016

Á heysti 2015 gjørdu fjølmiðlar kring allan heim nógv burtur úr einum havøki í landsynning úr Grønlandi, sum var óvanliga kalt og fekk eyknevnið: „Kal…

Streymmáting úr fylgisveini

25.09.2015

Millum mongu fylgisveinarnar, sum ferðast kring knøttin, eru nakrir, ið hvønn dag máta hæddina á vatnskorpuni ymsastaðni. Tá hesar mátingar verða sama…

Streymmátingar avdúka veðurlagsbroytingar í Norðurhøvum

23.08.2012

Undir sjey ymiskum verkætlanum hevur Havstovan í skjótt 20 ár í millumtjóða samstarvi verið við til at kanna havrákið í Norðuratlantshavi. Mátingarnar…

Føroyastreymurin

01.09.2010

Fram við Føroyum er eitt rák av heitum sjógvi vestaneftir. Tann týdningarmesta greinin av hesum ráki fer norðan fyri Føroyar og nevnist Føroyastreymur…

Fjarstýrdir kavbátar rannsaka havsins kalda hjarta

01.09.2007

Smáir kavbátar kanna hitan, saltinnihaldið, streymin og plantuplankton í havinum við Føroyar. Endamálið er at útvega upplýsingar um tað termohalina rá…