
Lítið av yngli í summar
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á flestu fiskasløgum eitt vet minni enn miðal fyri alt tíðarkeiðið. Tað vísti yngul- og ætikanningin við Jákup Sverra í juni 2025.

Miðalhitin í sjónum á Landgrunninum lá millum 9,6 og 9,9 °C. Hetta er heitari enn seinastu árini. Eftir at saltinnihaldið í eitt tíðarskeið hevur verið rættiliga lágt, er tað nú hækkað aftur. Sveiggini tykjast at hava samband við skiftandi styrki á Subpolara Meldrinum í Irmingerhavinum, sum ger, at summi tíðarskeið fáa vit meira av feskari sjógvi vestanífrá og onnur tíðarskeið meira av saltari sjógvi úr útsynningi.

Samlaði gróðurin á Landgrunninum, frá á vári og til síðst í juni, er nakað yvir miðal. Aðrar kanningar hjá Havstovuni hava víst, at gróðurin hevur verið rættiliga ójavnur hetta tíðarskeiðið. Hann byrjaði rættiliga tíðliga í vár, minkaði síðan aftur í mai, men vaks so nógv í fyrru helvt av juni. Í seinnu helvt av juni minkaði hann aftur heilt nógv. Samlaði gróðurin er sostatt eitt úrslit av sera ójøvnum gróðri í vár og í summar.

Havstovan hevur fleiri ferðir víst á, at tað er eitt greitt jaligt samband millum nøgd av gróðri og tilgongd til toskastovnin. Nøgdin av yngli í ár er tískil heldur minni enn væntað í mun til nøgd av gróðri. Møguliga hava vánaligu umstøðurnar í mai havt munandi neiliga ávirkan á yngulvísitalið í ár.
Túrfrágreiðing frá yngul- og ætikanningini kann lesast her.
Viðkomandi tíðindi

Lítið av yngli í summar
20.08.2025
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á fles…

Reydligur sjógvur kring oyggjarnar
26.06.2025
Seinastu vikurnar hevur Havstovan fingið fráboðanir um reydligan sjógv ymsa staðni undir landi. Vit hava fingið nøkur sýni, og greiningar vísa, at tal…

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
14.05.2025
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental d…

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
06.05.2025
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og…

Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?
27.03.2025
Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tí…

Sæð serliga hvalspýggju
07.11.2024
Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka …

Inga framløgu um djóraæti
13.09.2024
Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongs…

Minni av toskayngli í ár
15.08.2024
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
22.07.2024
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri
28.05.2024
Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
27.05.2024
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Gróðurin á Landgrunninum er byrjaður
06.05.2024
Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar. Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá…

Broytingar í plantuæti
08.02.2024
Nýggj grein í tíðarritinum Global Change Biology vísir, at ein sterkari subpolarur meldur eftir 2013 broytti plantuætisamfelagið fram við Europeiska l…

Skúm á sjónum
06.07.2023
Hevur tú seinastu dagarnar lagt merki til at nógv skúm hevur verið at síggja á sjónum og undrast yvir, hvat tað man vera? Orsøkin er sannlíkt algur av…

Yngul- og ætikanningar 2023
03.07.2023
Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vís…

Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað
13.06.2023
Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt e…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri
26.05.2023
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…

Nýtt ár við kanningum av æti í Skopunarfirði
17.01.2023
Í góðum samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin pumpar …

Føði til toskalarvur ávirkar tilgongdina
06.12.2022
Tilgongdin til toskastovnin á Landgrunninum broytist nógv frá einum ári til annað. Flestu ár síðani 2005 hevur tilgongdin verið sera vánalig, og hon e…

Norðurlendskur fundur um plantuæti
07.10.2022
Í døgunum 3-5. oktober hevði norðurlendski arbeiðsbólkurin NOMP (Nordic Marine Phytoplankton) fund um plantuæti á Vinnuháskúlanum. Fiskaaling og Havst…

Jákup Sverri á yngul- og ætikanningum í juni
18.07.2022
Í seinnu helvt av juni vórðu afturvendandi yngul- og ætikanningar gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka. Nøgdin av toska- og hvítingsbróðuryngli er t…

Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild
10.05.2022
Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrsl…

Føðin avger yvirlivilsi hjá toskalarvum
10.05.2022
Føðiviðurskiftini hjá toskalarvum á føroyska landgrunninum eru sera óstøðug. Góður gróður um várið økir um nøringinahjá djóraætinum, og tað er avgeran…

Gróðurin og nøringin hjá djóraæti á Landgrunninum eru ikki byrjað enn
05.05.2022
Jákup Sverri kannaði í tíðarskeiðinum 20.-27. apríl havfrøði, plantuæti og djóraæti á Landgrunninum. Hesa ársins tíð eru nógvar fiskalarvur í sjónum o…

Gýtingin hjá reyðæti um várið er í minking
28.02.2022
Síðani 1997 eru á hvørjum ári gjørdar mátingar av eggframleiðsluni hjá reyðæti (Calanus finmarchicus) á Landgrunninum. Kanningarnar verða gjørdar síðs…

Mesopelagisk djór umboða heimsins størstu migratión
12.01.2021
Ein ovurhonds stór nøgd av havsins smáu djórum koma upp móti vatnskorpuni at eta um náttina, og ferðast niður í dýpið og myrkrið undan predatorum/ránd…

Livandi rundorma-larva funnin í reyðæti
18.12.2020
Regluligu planktonkanningarnar av sjógvi frá Lívfiskastøðini í Skopun sýndu eitt óvæntað úrslit: Tá prøvin varð kannaðurundir mikroskopi sást, at eitt…

Kaldur Eysturíslandssjógvur týdning fyri nøgdir av djóraæti norðan fyri Føroyar
18.12.2020
Samanrenning og blanding av heitum Atlantssjógvi og køldum Eysturíslandssjógvi ger eitt frontøki norðan fyri Føroyar, sum er ríkt í djóraæti. Nýggj gr…

Fiskiskapur eftir reyðæti
25.09.2019
Føroyar hava ein serligan náttúrugivnan møguleika at gagnnýta tað næst størsta lívfrøðiliga tilfeingið, sum er í Norðuratlantshavi, nevniliga reyðæti….

Várgróðurin seinkaður tá kuldin liggur leingi
25.09.2019
Gróður av plantuæti, sum vit eisini nevna „havsins gras“, er sum so ikki treytaður av ávísum hita, tí plantuæti grør væl, bæði í sjógvi sum er kaldari…

Tá várgróðurin er góður, kemur meira undan av yngli á Landgrunninum og hann veksur betri
18.09.2019
Ein vísindalig grein við heitinum “Environmentally Driven Ecological Fluctuations on the Faroe Shelf Revealed by Fish Juvenile Surveys” er almannakunn…

Broytingar í djóraætissamfelagnum á Landgrunninum
23.10.2018
Djóraæti byrjar at nørast fyrr inni á Landgrunninum enn uttan fyri Landgrunnin, og bæði sløg og nøgdir av djóraæti broytast nógv í mun til tíð og stað…

Djóraæti á Landgrunninum týdning fyri fiskalarvur
23.10.2018
Fyri livilíkindini hjá næsta ættar liðnum av fiski, teimum viðkvomu fiska larvunum, hevur millum annað nøgd og slagsamanseting av djóraæti inni á Land…

Avbera nógvur gróður í 2017
23.10.2018
Gróðurin í 2017 eydnaðist avbera væl, og er tann besti síðani aldamótið. Orsøkina til nógva gróðurin kenna vit ikki til fulnar. Men av royndum vita vi…

Nógv krill á Vánni í Klaksvík
31.08.2018
Hósdagin varnaðust fólk í Klaksvík óvanliga nógv av nøkrum smáum krabbadjórum á Vánni í Klaksvík.Havstovan hevur fingið nøkur av hesum djórunum til ka…

Kaldur Íslandssjógvur hevur týdning fyri nøgdirnar av reyðæti norðan fyri Føroyar
18.06.2018
Reyðæti er høvuðsføði hjá norðhavssild, sum kemur til beitiøkið norðan fyri Føroyar um summarið. Ein nýggj vísindalig grein vísir, at kaldur Íslandssj…

Reyðæti í Bankarennuni
31.05.2018
Um heystið og veturin rekur reyðæti norður ígjøgnum tann djúpa partin av Bankarennuni. Hetta eru djór, sum eru í vetrardvala í djúpum sjógvi norðan fy…

Djóraæti á Landgrunninum á vári
04.12.2017
Nýggj grein frá Havstovuni um djóraæti á Landgrunninum á vári er kunngjørd í tíðarritinum “Journal of Marine Systems”. Heitið á greinini er “Temporal …

Minni taðing í Norðuratlantshavinum
23.11.2017
Júst sum grasið á landi, krevur gróður í sjónum eisini tøðevni fyri at vaksa. Í nýggjari grein (http://rdcu.be/x8i0), útgivin í Nature Scientific Repo…

Gróður og tøðevni á sumri
17.10.2017
Í juli í ár kunngjørdi tíðarritið “Continental Shelf Research” eina nýggja grein frá Havstovuni: “Faroe shelf bloom phenology – The importance of ocea…

Kanna nýggja ættarliðið í juni og juli
09.10.2017
Tríggjar mánaðir eftir at toskurin hevur gýtt, fer Magnus Heinason út at kanna hvussu nógvur toskayngul er, hvussu stórur hann er og hvar hann er at f…

Toskayngul etin upp innanífrá av rundormi
09.10.2017
Inni í búkholuni á toskayngli eru funnar rundorma larvur av slagnum Hysterothylacium aduncum, ið hava toskafiskar sum endavert. Tær eru kravmiklar til…

Skúmið er gróður
19.05.2017
Gróðurin á føroyska landgrunninum er byrjaður, men hann kann vera torførur at síggja, av tí at plantuæti er sera smáar verur. Men í góðveðrinum í gjár…

Nýggj vísindalig grein um gróðurin á Landgrunninum
08.02.2017
Tann 30. januar í ár kunngjørdi tíðarritið “Journal of Marine Systems” eina nýggja grein frá Havstovuni: “Phenologically distinct phytoplankton region…

Fylgisveinamátingar geva nýtt innlit í gróðurin kring Føroyar
19.09.2016
Mátingar, gjørdar við fylgisveinum, vísa, hvussu nógv plantuæti er í vatnskorpuni. Í miðal byrjar gróðurin í apríl á djúparu leiðum um eystan til á La…

Gróðurin vestanfyri
07.11.2013
Havstovan er farin undir serstakar kanningar at útgreina, hvussu gróðurin vestan fyri oyggjarnar ávirkar livilíkindini inni á grunnum. Kanningarnar ve…

Djóraæti á Landgrunninum nógv økt seinastu árini
07.11.2013
Rættiliga stórar broytingar hava verið í djóraæti á Langrunninum tey meira enn 20 árini, Havstovan regluliga hevur kannað æti. Tær flestu av hesum bro…

Plantuæti er lykilin
01.09.2011
Hægri verur í vistskipanini, so sum nebbasildayngul, toskur, hýsa og lomviga, eru týðiliga tengdar at nøgdini av plantuæti. Hetta er úr Sjóvarmál 2011…

Krill
01.09.2009
Krill er felgasheiti fyri ein lítlan bólk av uml. 80 ymiskum sløgum av smáum krabbadjórum, sum liva í sjónum. Nøkur fá sløg liva tætt við ella á botni…

Øktur gróður vestan fyri Føroyar eftir 1995
01.09.2009
Frá 1995 og fleiri ár fram vaks nøgdin av plantuæti vestan fyri Føroyar sera nógv. Hesi somu ár var sjógvurin í økinum heitur. Nógv týðir uppá, at sam…