{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Gróður og tøðevni á sumri

Í juli í ár kunngjørdi tíðarritið “Continental Shelf Research” eina nýggja grein frá Havstovuni: “Faroe shelf bloom phenology – The importance of ocean-to-shelf silicate fluxes”.


Í greinini verður gróðurin um summarið, bæði á ytru og innaru leiðunum, viðgjørdur. Í juni-august er sjógvur á ytru leiðunum lagbýttur, tað vil siga at eitt “springlag” er millum eitt ovari, heitari og lættari lag, og kaldari og tyngri sjógv niðri við botn. Blandingin millum hesi bæði løgini er avmarkað. Sjóvarfalsfronturin, sum er markið millum innaru og ytru leiðirnar, virkar á sama hátt, so at blandingin millum ytru leiðirnar og innara Landgrunnin eisini er avmarkað. Í ovara lagnum útiá og á innaru leiðunum er nóg mikið av ljósi til at plantuæti kann vaksa. Mátingarnar vísa, at um hesa tíðina gerst gróðurin, bæði á innaru leiðunum og í ovara lagnum útiá, ofta tøðevnisavmarkaður. Greinin viðgerð, hvussu blanding við botnlagið á ytru leiðunum kann viðføra, at tøðevnini endurnýggjast og gróðurin tískil kann halda fram.

Tann ovara myndin vísir skurðin vestur úr Koltri, har mátingarnar eru gjørdar. Tann niðara vísir miðalhitan síðst í juni eftir hesum skurði. Útiá er sjógvurin lagbýttur við heitum sjógvi í erva og køldum í neðra, meðan sjógvurin inniá hevur á leið sama hita úr vatnskorpu og niður á botn.

Váruppblómingin er í stóran mun umboðað av sonevndum kisilalgum (eng. Diatom), ið eru týdningarmikil føði hjá reyðæti. Meðan tøðevnið nitrat verður upptikið av øllum algusløgum, so eru tað bara kisilalgur, sum upptaka silikat. Greinin vísir á, at tað er silikat, sum fyrst gerst avmarkandi, meðan nitrat gerst lágt seinni. Sostatt eru tað kisilalgur, sum fyrst merkja tøðevnisavmarking.


Greinin byggir á mátingar av hita, gróðri og tøðevnum, sum eru innsavnaðar síðst í juni hvørt ár síðani 1994 eftir einum skurði vestur úr Koltri (sí mynd), umframt vikuligar mátingar síðani 1997 av gróðri og tøðevnum í Skopunarfirði. Harafturat eru eisini data frá modellum brúkt.

Viðkomandi tíðindi

  • Minni av toskayngli í ár

    Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í 2024…

    Les meira

  • Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

    Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…

    Les meira

  • Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri

    Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir standard hydrografiskir skurðir. Nógva staðni var…

    Les meira

  • Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

    Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at djóraæti kann nørast og…

    Les meira