{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Landgrunnurin met heitur í 2025

Miðalhitin í sjónum kring oyggjarnar fyri alt árið 2025 var eitt kvart stig heitari enn undanfarna metárið 2003. Níggju mánaðir í 2025 vóru eisini met heitir, umframt at met vórðu sett fyri heitasta dag. Árið 2025 er sostatt tað heitasta vit vita um á Landgrunninum, síðan mátingarnar byrjaðu í 1914.

Hetta vísa mátingar, sum Havstovan regluliga ger við Oyrargjógv og Skopun. Umframt hesar mátingar eru eisini eldri mátingar frá Mykinesi, sum blivu gjørdar í tíðarskeiðnum 1914-1969. Í hesum tíðarskeiðnum var hitin so at siga javnt vaksandi fram til umleið 1960 (Mynd 1). Eftir hetta kólnaði tað aftur. Tað vísa skotskar mátingar eisini, sum eru gjørdar eystanfyri síðani 1950. Í 1991 byrjaði Havstovan at máta hitan í sjónum við Oyrargjógv. Hesar mátingar vísa, at hitin vaks nógv beint eftir aldarskiftið, og at sjógvurin bleiv met heitur í 2003. Síðani hevur hitin skift eitt sindur, men yvirhøvur verið rættuliga høgur. Nú hevur hitin gjørt eitt stórt lop, soleiðis at 2025 bleiv væl heitari enn 2003.

Ikki óvæntað, so blivu bæði mánaðarlig met og daglig met eisini sett í 2025. Við Oyrargjógv vóru níggju mánaðir met heitir: Hetta vóru mánaðirnir frá mars til oktobur og desembur (Talva 1). Metini í januar, februar og novembur eru frá ávikavist 2003, 2006 og 2009, men novembur 2025 er ikki langt frá metinum. Fyri daglig hitamet eigur árið 2025 heitasta dag í seks ymsum mánaðum. Teirra millum er 11. septembur 2025, sum við 11.70 °C er heitasti dagur vit vita um, mátaður við Oyrargjógv. Heitasti dagur við Skopun var 11.64°C mátaður tann 7. septembur 2025. Meiri er at lesa um hesi met, eins og kaldastu dagar og mánaðir her.

Mánaðarligt miðal (2025) Heitasti mánaði og ár (1914-2024)
Jan 6.85 7.40 (2003)
Feb 6.94 7.14 (2006)
Mar 7.25 7.15 (2003)
Apr 7.70 7.61 (2003)
Mai 8.54 8.41 (2011)
Jun 9.33 9.24 (1960)
Jul 10.47 10.29 (2009)
Aug 11.23 10.99 (2009)
Sep 10.48 11.11 (2003)
Okt 10.81 10.42 (1959)
Nov 9.56 9.60 (2009)
Des 8.57 8.40 (2009)

Talva 1. Miðalhitin (°C) fyri hvønn mánaða á Landgrunninum, mátaður við Oyrargjógv (fyrsta kolonna). Hitametini eru merkt við reyðum. Á næstu kolonnu eru vístir heitastu mánaðir fyri árini 1914-2024 mátaðir við Mykines (1914-1969) og Oyrargjógv (1991-2024). Undantikið eru árini 1970-1992.

Globalur vatnskorpuhiti

Av tí at sjógvurin við Oyrargjógv og Skopun er so væl blandaður av sjóvarfalli, kunnu hesar mátingar sigast at umboða vatnskorpuhita. Vatnskorpuhiti um øll heimshøvini verður í dag mátaður frá fylgisveini. Hesar mátingar vísa, at árið 2024 var met heitt, meðan árini 2023 og 2025 eru ávikavist tey næst- og triðheitastu árini (sí t.d. frágreiðing hjá NOAA   og Copernicus). Sambært frágreiðingini hjá Copernicus vóru stór øki í landnyrðingspartinum av Atlantshavi met heit í 2025. Har ímillum er alt økið millum Ísland og Skotland, íroknað føroyska landgrunnin, umframt havleiðirnar fram við Noreg. Helst eru tvær høvuðsorsøkir til, at hesar leiðir vóru so heitar í 2025. Tað eru globala upphitingin og ein veikur subpolarur meldur.

Bogi Hansen hevði á Vísindavøku 2025 eina framløgu um upphiting av føroyskum havøki. Kringvarpið vísir framløguna í sjónvarpinum í kvøld (27/1-2026) kl. 19.30. Framløgan kann eisini síggjast her.


Karin M. H. Larsen

Umhvørvi

Deildarleiðari, Ph.D, Havfrøðingur

karinl@hav.fo / +298 79 39 30

Vangi í PURE / Greinar / CV

Fá nýggjastu tíðindini frá Havstovuni

Viðkomandi tíðindi

Landgrunnurin met heitur í 2025

27.01.2026

Miðalhitin í sjónum kring oyggjarnar fyri alt árið 2025 var eitt kvart stig heitari enn undanfarna metárið 2003. Níggju mánaðir í 2025 vóru eisini met…

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka

26.01.2026

Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Før…

Sjógvurin met heitur seks mánaðir á rað

07.10.2025

Í seks fylgjandi mánaðir hevur hitin í sjónum kring oyggjarnar verið met høgur. Higartil í ár er hitin 0.5°C heitari enn sama tíðarskeið í fjør o…

Reydligur sjógvur kring oyggjarnar

26.06.2025

Seinastu vikurnar hevur Havstovan fingið fráboðanir um reydligan sjógv ymsa staðni undir landi. Vit hava fingið nøkur sýni, og greiningar vísa, at tal…

Heitt vár á Landgrunninum

18.06.2025

Hitin í sjónum var met høgur í mars, apríl og mai. Hetta vísa hitamátingar frá Oyrargjógv og Skopun. Árið byrjaði við lágum virðum fyrru helvt av janu…

Formansskrá løgd fram

11.04.2025

Í sambandi við, at Danmark yvirtekur formansskapin í Arktiska ráðnum 2025-2027, er formansskráin løgd fram í Nuuk í dag. Danmark, Grønland og Føroyar …

Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?

27.03.2025

Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tí…

Eitt vet meira av toski

20.03.2025

Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er r…

Veðurlagsdagur 2025

06.03.2025

Hvussu standa Føroyar seg við broytandi veðurlagi? Eru vit fyrireikað? Hvat kunnu vit vísa á, sum er gjørt? Hvat verður gjørt fyri at máta gongdina í …

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan

13.02.2025

Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…

Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni

27.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …

Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður

30.08.2024

Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seina…

Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri

26.08.2024

Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024)  níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsryg…

Samandráttur av Veðurlagsdegnum 2024 

08.07.2024

Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia týsdagin 19. mars 2024. Undir tiltakinum vórðu veðurl…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Gróðurin á Landgrunninum er byrjaður

06.05.2024

Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar. Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá…

Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?

10.04.2024

Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og a…

Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?

15.02.2024

Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…

Karin Margretha H. Larsen vald í ráðgevandi toymið fyri veðurlagsgransking

05.02.2024

Nationalt Center for Klimaforskning (NCKF), sum húsast hjá Danmarks Meteorologiske Institut (DMI), hevur valt 17 limir í nýtt ráðgevandi toymi. Eitt f…

Er føroyska veðurlagið broytt?

05.02.2024

At føroyska veðrið er skiftandi, vita vit. Men hvussu er við varandi veðurlagsbroytingum í Føroyum? Síggjast broytingar í veðurlagnum á okkara leiðum?…

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar

18.09.2023

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” er liðugur við yvirlitstrolingarnar á sumri í ár. Rannsóknarskipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál…

Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar

17.08.2023

Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland …

Skúm á sjónum

06.07.2023

Hevur tú seinastu dagarnar lagt merki til at nógv skúm hevur verið at síggja á sjónum og undrast yvir, hvat tað man vera? Orsøkin er sannlíkt algur av…

Hitabylgja í havinum

29.06.2023

Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum v…

Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað

13.06.2023

Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt e…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri

26.05.2023

Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…

Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum

12.04.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum, har tilsamans 91 støðir á ein tíma vórðu tiknar. Stø…

Ph.d.-skeið um hav- og vistfrøði

20.03.2023

21. august – 1. september 2023 skipa granskarar á Havstovuni fyri spennandi ph.d.-skeiði um sambandið millum hav- og vistfrøðina í eystara parti av No…

Nýtt ár við kanningum av æti í Skopunarfirði

17.01.2023

Í góðum samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin pumpar …

Bogi Hansen heiðraður á ICES Decadal Symposium

24.06.2022

ICES hevur júst hildið sonevnda Decadal ráðstevnu í Bergen, har Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, var ein av heiðursgestunum. ICES skipar tíggju…

Jákup Sverri verið eftir streymmátarum

25.05.2022

Tann 11. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Hetta eru teir fimm mátararnir, sum Jákup Sverri f…

Íslendsk streymboya rak inn í Haraldssund

10.05.2022

Um hálvan januar 2021 bóru alarar hjá Bakkafrost eyga við eina streymboyu, sum var rikin inn á Haraldssund. Hetta vísti seg at vera ein streymboya, su…

Tveir djúpir havstreymar undan kavi

10.05.2022

Tveir djúpir havstreymar eru nýliga avdúkaðir, IcelandFaroe Slope Jet og Faroe Shetland Channel Jet. Annar gongur fram við hellingini á norðaru síðu á…

Yvirlitsgrein um havfrøði og tøðevnir í sjónum

20.01.2022

Veðurlagsbólkurin hjá ST (IPCC) væntar, at veðurlagsbroytingar fara at viðføra lækkandi nøgdir av tøðevnum í sjónum. Hetta kemur serstakliga at gera s…

Subpolari meldurin stýrir vistskipanum

18.12.2020

Vistskipanir eru ikki støðugar. Vistskipanin á føroyska landgrunninum broytist bæði við einum syklusi á 58 ár og einumsyklusi, sum tekur áratíggju. Su…

Havið fløðir – eisini kring Føroyar

18.12.2020

Umframt mangt annað hava veðurlagsbroytingarnar við sær, at havið fløðir. Vatnskorpan hækkar mest sum alla staðni kring heimin, og tað ger hon eisini …

Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur

23.11.2020

Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur Millum Grønland og Skotland rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn í Norðurh…

Djúpur havstreymur fram við Íslandsrygginum útgreinaður

26.10.2020

Í dýpinum í Norðurhøvum er ísakaldur sjógvur, sum ferðast suðureftir og flýtir yvir Grønland-Skotland ryggin, serliga gjøgnum Danmarkarsundið og Banka…

Subpolari meldurin stýrir eisini vistskipanum í grønlendskum sjógvi

08.10.2020

Tað er nú vælkent at subpolari meldurin ávirkar vistfrøðina í norðureystara parti av Atlantshavinum – altso um okkara leiðir. Í nýggjari vísindaligari…

Fuglberg fann Argo-flot

17.04.2018

Av og á fær Havstovan ymsar lutir í húsið, sum fólk hava funnið á sjógvi ella landi. Tíðliga í januar fekk trolarin Fuglberg ein gulan lut í trolið, s…

Havstovan fær ágóða av samstarvi við Landsverk, Vónina og Vørn

21.02.2017

Landsverk hevur í nógv ár mátað alduhædd kring Føroyar. Síðstu árini hevur Landsverk, í samstarvi við Vónina og Vørn, sett hitamátarar frá Havstovuni …

Nýtt hitamet fyri desember

25.09.2015

1. desember 2014 var miðalhitin í sjónum við Oyrargjógv 9,2 stig. Hetta er tað heitasta, sum er mátað við Oyrargjógv og Mykines í desember, 100 ár eft…

El Niño / La Niña og toskur

25.09.2015

Veðurlagsfyribrigdið El Niño / La Niña kann hava ávirkan um allan heim. Havstovan hevur kannað, um hesar broytingar eisini ávirka føroyskan botnfisk, …

Heimshøvini verða súrari

29.09.2014

Síðani ídnaðarkollveltingina fyri umleið 200 árum síðani er innihaldið av CO2 í luftini hækkað um 40% frá 280 ppm (partar per millión) til 400 ppm og …

Kaldari og feskari í 2012

07.11.2013

Hitin og saltinnihaldið í atlantsjógvi vestan fyri Føroyar lækkaðu í 2012 niður á tað minsta seinastu 10 árini. Miðalhitin í 2012 var eitt vet lægri e…

Skiftandi veðurlag ávirkar upsastovnin

23.08.2012

Skiftandi veðurlag ávirkar gróðurin í sjónum, og hetta hevur stóra ávirkan á upsan við Føroyar. Verður upsastovnurin stórur, veksur fiskurin seinni og…

Streymmátingar avdúka veðurlagsbroytingar í Norðurhøvum

23.08.2012

Undir sjey ymiskum verkætlanum hevur Havstovan í skjótt 20 ár í millumtjóða samstarvi verið við til at kanna havrákið í Norðuratlantshavi. Mátingarnar…

Nýggj hita- og saltmet í føroyskum sjógvi

01.09.2010

Miðalhitin á Landgrunninum í 2009 var eins høgur og í 2003, tá hitamet varð sett. Fleiri mánaðir hava sett hitamet, eins og sjógvurin í Bankarennuni o…

Fylgja sjóvarhitanum á landgrunninum

01.09.2008

Hitamátarar við Oyrargjógv og Skopun geva granskarum vitan um veðurlagsbroytingar og sambandið millum gróður og hita. Hetta er úr Sjóvarmál 2008, les …

Samantvinna gamalt og nýtt

01.09.2008

Nýggjar kanningar staðfesta, at gamlar mátingar fyri árini 1914 til 1969 kunnu væl brúkast saman við teimum hitamátingum, ið Fiskirannsóknarstovan hev…