Hydrografi – streymmátarar upp
Túrfrágreiðing
Jákup Sverri, túrur nr. 2524
Tíðarskeið: 14-21/5 2025
Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen
Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at taka fýra streymmátarar upp og at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar. Harumframt skuldi ein streymmátari leggjast út og takast uppaftur á túrinum. Ein “havsvívari” skuldi takast upp, og ein annar leggjast út. Túrurin er ein partur av teimum regluligu kanningunum eftir standard hydrografiskum skurðum og er partur av ObsSea4Clim verkætlanini.

Á túrinum vórðu 71 CTD-støðir tiknar eftir standardskurðunum R, K, V og S, umframt eftir tveimum skurðum miðskeiðis á Íslandsrygginum, ávikavist norðan fyri og sunnan fyri ryggin. Eftir standardskurðunum vórðu tilsaman 32 glúpar tiknir at kanna djóraæti.
Ein streymmátaraboya varð tikin upp norðanfyri í Føroyastreyminum. Á somu leið varð ein havsvívari tikin upp og ein annar lagdur út.
Mitt á Íslandsrygginum tóku vit eina streymmátararammu upp.
Í Bankarennuni bleiv fyrst ein nýggj streymmátaraboya løgd út (Mynd1); hetta var ein roynd at vita, hvussu hendan virkaði í harða yvirflotsrákinum niðri við botn. Meðan hon lá úti, tóku vit skurð K og skurð V og sigldu so aftur á knattstøðurnar hjá streymmátarunum og tóku bæði ta nýggju og tvær streymmátaraboyur, sum hava ligið út í eitt ár, upp.

Mynd 1. Nýggja sonevnda StableMoor-boyan við streymmátara og útloysara (tólið undir boyuni) verður her løgd út í Bankarennuna. Útloysarin er festur í eina 10 metur langa ketu, sum er fest í søkkið, ið enn er á dekkinum. StableMoor-boyan skal eftir ætlan avloysa gomlu streymmátararnar, sum hava mátað rákið í Bankarennuni síðani 1994. Gomlu mátararnir verða ikki framleiddir longur; men tað hevur víst seg at vera trupult at fáa nóg góðar mátingar við nýggjari mátarum. Við nýggju StableMoor-boyuni, sum er gjørd at standa meiri vatnrætt í hørðum ráki, ber hetta vónandi til. BetriStuðul hevur fíggjað StableMoor-boyuna við streymmátara.
Á standardskurðunum sást lagdeiling og gróður á ytru leiðunum á Landgrunninum. Á skurðinum sunnan fyri Ryggin sást ein kjarna av yvirfloti niðri við botn; norðan fyri Ryggin sást Eysturíslandssjógvur undir Atlantssjónum, umframt við vatnskorpuna longur norðuri. Fyribilsúrslit frá hydrografisku skurðunum eru víst í myndunum 2-7.






Túrfrágreiðingar
Fjarðakanning
30.09.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2540 Tíðarskeið: 2/9 2025 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sedimentk…
Hydrografi – streymmátarar út
11.06.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2528 Tíðarskeið: 4-11/6 2025 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: At leggja fimm streymmmátarar út, har a…
Hydrografi – streymmátarar upp
21.05.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2524 Tíðarskeið: 14-21/5 2025 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at tak…
Standard hydrografi – Streymmátara út
02.09.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2436 Tíðarskeið: 28/8-2/9 2024 Ábyrgd: Hjálmar Hátún Endamál: At fylgja við broytingunum í havinum kring Føroya…
Fjarðakanning
27.08.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2434 Tíðarskeið: 27/8 2024 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sediment…
Standard hydrografi – Streymmátarar út
10.06.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2424 Tíðarskeið: 7-10/6 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við…
Standard hydrografi – Streymmátarar upp
22.05.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2420 Tíðarskeið: 15-22/5 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at taka stre…
Standard hydrografi
01.11.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2352 Tíðarskeið: 25/10-1/11 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingun…
Standard hydrografi
05.09.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2342 Tíðarskeið: 30/08 – 05/09 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Toktleiðari: Ian Salter Endamál: Endamálið við túrinum e…
Fjarðakanning
30.08.2023
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2340 Tíðarskeið: 28/8-30/8 2023 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sed…
Standard hydrografi – Streymmátarar inn og út
13.06.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2328 Tíðarskeið: 8-13/6 2022 Ábyrgd: : Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við broytingunum…
Standard hydrografi – Streymmátarar upp
23.05.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2322 Tíðarskeið: 17-23/5 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at taka streymmátarar upp o…
Standard hydrografi
16.02.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2304 Tíðarskeið: 10-16/2 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingunum í…
Viðkomandi tíðindi

Tilgongdin av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka ávirkast helst av havstreymum
27.10.2025
Sum nevnt í tíðindagrein á heimasíðuni tann 10. apríl í fjør (2024), hevur toskastovnurin á Landgrunninum verið søguliga lítil seinastu árini. Hetta k…

Freist til lutakastið um 12.500 kr
21.10.2025
Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum í ár um 12.500 kr, er: 14. november 2025 Sjálvt lutakastið verður 1. desembe…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Merkt fisk á Landgrunninum
15.10.2025
Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í st…

Sjógvurin met heitur seks mánaðir á rað
07.10.2025
Í seks fylgjandi mánaðir hevur hitin í sjónum kring oyggjarnar verið met høgur. Higartil í ár er hitin 0.5°C heitari enn sama tíðarskeið í fjør o…

Væleydnaður dagur
01.10.2025
Fríggjadagin 26. september 2025 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurin hjá Havstovuni var í eini garagu hjá Tórshavnar Havn …

Sólvá Jacobsen vann snarrøðukappingina
01.10.2025
Á Vísindavøkuni 2025 var ein einaferð snarrøðukapping hildin, har luttakararnir skuldu leggja gransking fram í 2,5 minuttir. Sólvá Jacobsen, nýklaktur…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026
30.09.2025
Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild. Makrelur Tilmælið fyri makrel …

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak
19.09.2025
Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Rákið á Íslandsrygginum
18.09.2025
Hetta er heitið á framløgu hjá Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi, mánakvøldið 22. september kl. 19 í Miðlatúni í Vági. Framløgan er partur av V…

Upphiting av føroyskum havøki – náttúrlig ella menniskjaskapt?
15.09.2025
Hetta er heitið á framløgu hjá Boga Hansen, havfrøðingi, í kvøld kl. 19 í Løkshøll í Runavík. Framløgan er partur av Vísindavøku á ferð. Skráin í kvøl…

Vísindavøkan 2025 – Skrá
01.09.2025
Í ár verður Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn tann 26. september. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. Uttanfyri…

Jákup Sverri “opið skip” á Sjómannadegnum
20.08.2025
Leygardagin 23. august verður “opið skip” umborð á Jákup Sverra sum partur av Føroya Sjómannadegi í Klaksvík. Opið verður frá kl. 14.00 til 17.00. Ges…

Lítið av yngli í summar
20.08.2025
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á fles…

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
24.07.2025
Sunnumorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrfrágreiðingin kann lesast her. Kanningin er partur av felagskanning saman við D…

Havstovan í nýggjari verkætlan
15.07.2025
Í vár fekk Havstovan játtað pening frá EU um luttøku í stóru EPOC verkætlanini, sum kannar tað termohalina rákið, hjá okkum ofta nevnt “Golfstreymurin…

Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann møguliga framsigast
10.07.2025
Sera broytiliga støddin á svartkjaftastovninum verður avgjørd bæði av fiskitrýsti og av tilgongdini av ungfiski. Nýggj grein gevur, fyri fyrstu ferð b…

Reydligur sjógvur kring oyggjarnar
26.06.2025
Seinastu vikurnar hevur Havstovan fingið fráboðanir um reydligan sjógv ymsa staðni undir landi. Vit hava fingið nøkur sýni, og greiningar vísa, at tal…

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
25.06.2025
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan va…

Heitt vár á Landgrunninum
18.06.2025
Hitin í sjónum var met høgur í mars, apríl og mai. Hetta vísa hitamátingar frá Oyrargjógv og Skopun. Árið byrjaði við lágum virðum fyrru helvt av janu…
