{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Toska BMI

Áramál:
Fígging:
Ábyrgd:
Onnur frá Havstovuni: ,

Seinastu árini hava ábendingar verið um broytingar í støðuni hjá føroyskum toski, serliga tá fiskurin er rak og leitar nærri landi eftir føði. Hetta hevur víst tørvin á betri og meira samanhangandi dátugrundarlagi fyri at fylgja gongdini hjá fiskastovnunum gjøgnum alt árið.

P/F Fiskavirkið í Gøtu savnar, sum part av sínum dagliga góðskueftirliti, inn dátur um fiskavektir og úrtøku, sum kunnu geva virðismiklar ábendingar um, hvussu fiskurin er fyri. Hesar mátingar kunnu nýtast sum eyka kelda til at meta um konditiónina hjá landaðum fiski og geva betri dekning gjøgnum alt árið, samanborið við tær vísindaligu kanningarnar hjá Havstovuni.

Við hesi verkætlan samstarva Havstovan og P/F Fiskavirkið í Gøtu um at gera hesar vinnudátur tøkar til gransking og stovnseftirlit. Endamálið er at menna eina skipan, har innsavnaðar vinnudátur kunnu brúkast sum stuðlandi hagtøl til at fylgja við støðuni hjá fiskastovnunum gjøgnum árið.

Í fyrstu syftu verður dentur lagdur á tosk, men møguleiki er eisini fyri at víðka arbeiðið til onnur fiskasløg.

Christina Joensen

Tilfeingi

Verkætlan

christinaj@hav.fo / +298 79 39 12

Eydna í Homrum

Tilfeingi

Deildarleiðari, Ph.D, Lívfrøðingur

eydnap@hav.fo / +298 79 39 26

Vangi í PURE / Greinar / CV

Lise Helen Ofstad

Tilfeingi

Granskari, Ph.D, Fiskifrøðingur

liseo@hav.fo / +298 79 39 19

Vangi í PURE / Greinar