{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Toskur á Føroyabanka

Gadus morhua

Undir Føroyum eru tveir serstovnar av toski, toskurin á Landgrunninum og toskurin á Føroyabanka. Harumframt er toskur av íslendskum uppruna vanligur á Íslandsrygginum.

Eingin stovnsmeting er av toski á Føroyabanka.

Toskur hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar, ið allar eru nakað avrundaðar í skapi. Strikan er nakað bogin yvir uggafjøðurini. Hann er klænur um klingruna, og sterturin er beinur aftan. Hann hevur yvirbit. Finnan er líka long sum eygnatvørmátið. Gotið er undir fremra enda á mittastu ryggfjøðurini. Kjaftklovin kemur aftur undir fremru trom á eygnasteininum.

Strikan og smáu blettirnir eru góð eyðkenni.

Toskur verður upp í 180-200 cm, vanliga 50-120 cm. Elsti aldursgreinaði toskur undir Føroyum var 30 ár.

Útbreiðsla

Toskur á Føroyabanka er ógvuliga støðugur og finst frá vatnskorpuni niður á í minsta lagi 600 metrar. Merkingarroyndir og íløgukanningar hava víst, at toskurin á landgrunninum og toskurin av Føroya banka eru tveir sjálvstøðugir stovnar. Lítil vitan er um stovnsuppbýtiðhjá toski á Ytrabanka/Bill Baileybanka og Ytstabanka/Lúsabanka.

Útbreiðsluøkið er grønt, gýtingarøkið gult og uppvakstrarøkið brandgult.

Veiða

Fram til 1990 var trolveiða á Føroyabanka bert loyvd um summarið, men línuveiða var ikki avmarkað. Í juni 1990 varð allur fiskiskapur grynri enn umleið 200 m bannaður, men undantaks loyvi hava kortini verið latin útróðrarbátum og snellubátum at fiska smærri nøgdir. Frá mars 1994 til og við mai 1996 varð mest loyvda veiða ásett fyri tosk á Føroyabanka, men kvotan varð bert latin skipum og bátum við húkareiðskapi. Síðan fiskidagaskipanin kom í gildi (1. juni 1996) hevur eingin mest loyvda veiða verið ásett, men bert fiskidagar. Hesir fiskidagar hava verið givnir skipum og bátum við húkareiðskapi. Trolarar hava øll árini havt loyvi at fiska á umleið 200 m og djúpri.

Longdarbýti í føroysku veiðuni
Aldursbýti í føroysku veiðuni

Tilmæli

Toskur á Føroyabanka 2026, ICES

28.11.2025

Tilmæld veiða í 2026: 403 tons Tilmælið fyri tosk á Føroyabanka í 2026 er 403 tons. Tilmælið fyri 2025 var 575 tons. Lækkingin kemst av einari varnari…

Fiskidagar 2025, Havstovan

16.12.2024

Tilmældir fiskidagar 2025 Bólkur 2 5498 Bólkur 3 1425 Bólkur 4 2191 Bólkur 5 5481 Føroyabanki 150 Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er e…

Toskur á Føroyabanka 2025, ICES

29.11.2024

Tilmæld veiða í 2025: 575 tons Tilmælið fyri tosk á Føroyabanka í 2025 er 575 tons. Hetta er ein munandi hækking samanborið við tilmælið fyri 2024, su…

Fiskidagar 2024, Havstovan

19.12.2023

Tilmældir fiskidagar 2024 Bólkur 2 6109 Bólkur 3 1583 Bólkur 4 2434 Bólkur 5 6090 Føroyabanki 150 Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska l…

Toskur á Føroyabanka 2024, ICES

24.11.2023

Tilmæld veiða í 2024: 78 tons ICES mælir til, at veiðan av toski á Føroyabanka verður í mesta lagi 78 tons í 2024, eins og tilmælt í 2023. Í fjørð var…

Fiskidagar 2023, Havstovan

14.12.2022

Tilmældir fiskidagar 2023 Bólkur 2 4267 Bólkur 3 2204 Bólkur 4 3715 Bólkur 5 9456 Føroyabanki 200 Havstovan mælir til, at tillutaðu fiskidagarnir fyri…

Toskur á Føroyabanka 2023, ICES

29.11.2022

Tilmæld veiða í 2023: 78 tons ICES mælir til, at veiðan av toski á Føroyabanka verður í mesta lagi 78 tons um árið næstu tvey árini. Hetta er fyrstu f…

Fiskidagar 2022, Havstovan

14.12.2021

Tilmældir fiskidagar 2022 Bólkur 2 6475 Bólkur 3 2320 Bólkur 4 3911 Bólkur 5 9954 Føroyabanki 200 Mælt verður til at tillutaðu fiskidagarnir fyri Bólk…

Lívfrøði

Toskur er botnfiskur.

Vøkstur

Bankatoskurin veksur munandi skjótari enn toskurin á Landgrunninum og toskur á flestu støðum í Norðuratlantshavi; longu sum 3 ára gamal er hann í miðal um 69 cm til longdar, 5 ára gamal 83 cm og 8 ára gamal 97 cm til longdar.

Aldurin hjá toski verður staðfestur við at telja árringar í nytrunum. Aldurin verður lisin av skornari nytru, sum er stoypt inn í ein svartan plastikkbkokk og síðani skorðin ígjøgnum kjarnuna á nytruni. Nytran á toski er lutfalsliga stór.

Kynsbúning

Í miðal gýtir helvtin av bankatoskinum fyrstu ferð umleið 3 ára gamal; tá er hann um 69 cm til longdar.
Tað er sostatt ongin munur á, hvussu gamal toskurin á Landgrunninum og toskurin á Føroyabanka er, tá hann gerst kynsbúgvin, men tann skjóti vøksturin ger, at toskurin á Føroyabanka er nógv størri, tá hann verður kynsbúgvin.

Gýting

Toskurin á Føroyabanka gýtir heldur seinni enn toskurin á Landgrunninum. Gýtingartíðin er frá mars til mai. Høvuðsgýtingin er í fyrru helvt av apríl. Gýtingarøkið er gult og uppvakstrarøkið brandgult.

Yngul og ungfiskur

Rogn, larvur og yngul eru í fyrstuni uppi í sjónum sum hjá toski á Landgrunninum, men í juli tekur yngulin botn á bankanum, helst á grýtutum botni. Toskayngulin er tá einar 5 cm til longdar.

Føði

Høvuðsføðin hjá bankatoski er nebbasild, krabbdjór og høgguslokkur. Um várið eru tað serliga fiskur og høgguslokkur, sum verða etin, meðan krabbadjórini gerast størri partur av føðini um summarið. Fyri nøkrum árum síðan var føðin í stóran mun krabbadýr, meðan nebbasild er vorðin meira vanlig seinastu fáu árini.

Ferðing

Toskur á Føroyabanka er ógviliga støðufastur, við tað at hann nærum ikki ferðast av Bankanum. Merkingarroyndir av bæði bankatoski og toski á Landgrunninum vísa, at nærum ongin ferðing er teirra millum.

Litur

Vanligi liturin er grábrúnur, gulgrønur um bakið og síðurnar, settur við tøttum, dimmum, gráligum ella brúnligumblettum. Toskurin á Føroyabanka er tó ljósari á liti enn toskurin á landgrunninum. Undir búkinum er hann ljósur, hvítur ella gráhvítur. Men hann hevur eisini aðrar litir, t.d. dimmbrúnur (flotfiskur), reyðbrúnur (í taranum). Strikan er hvít/ gráhvít.

Nøvn á fiski á øðrum máli
MálNøvn
Før:Toskur, Bankfiskur, Berggylta, Blankur fiskur, Bollingur, Brondingur, Bøllingur, Fellistoskur, Flakningur, Gloypingur, Gráur fiskur, Grunnafiskur, Grunningur, Havtoskur, Heystfiskur, Hvítur fiskur, Krabbafiskur, Landfiskur, Landskránur, Lutningur, Málfiskur, Miðafiskur, Nabbafiskur, Reyðbelta, Reyðfiskur, Sildafiskur, Skránur, Slánur, Smáfiskur, Stútingur, Summarfiskur, Tertlingur, Torrafiskur, Tysklingur, Várfiskur
Lat:Gadus morhua, Gadus callarias, Gadus morhua morhua
Dan: Torsk, Græstorsk, Rødtorsk, Sandtorsk
Eng:Cod, Atlantic Cod, Black codling, Blockie, Bodachrudh, Coddie, Codling, Droud, Duncan, Hum, Keelin, Kleg, Poullach, Purr, Red knock, Scots Willie, Shingler, Slinger, Slink, Sprag, Stuckie, Wairey codlin
Fin:Turska, Tinska
Fra:Cabillaud, Bakalaua, Doguette, Morue, Moulue
Gri:Bakaliáros, Gados
Grø:Saarullik, Sârugdlik
Ísl:þorskur
Ita:Merluzzo Bianco, Baccalà
Jap:Tara, Madara
Ned:Kabeljauw, Dogger, Gul
Nor:Torsk, Gjedd, Kruppung, Skrei
Pol:Watlusz, Dorsz
Por:Bacalhau, Almôndega de peixe, Amarelo cure
Rus:Atlantiçeskaja treska, Pertuy
Spa:Bacalao
Sve:Torsk
Týs:Kabeljau, Dorsch
USA:Cod

Fingið ein merktan fisk?

Ert tú so heppin at hava fingið ein merktan fisk, so vinarliga lat okkum merkið og fiskin. Tú fært góðan kiloprís fyri fiskin, umframt finningarløn og lutaseðlar, har tú verður við í einum árligum lutakasti um 12.500 kr.

ClimeFishLink – Linking 80 years of variation in fish growth to climaticeffects on food webs, temperature and field metabolic rates using otolith chemistry

ensk
føði
hiti
Hýsa
rák
Toskur
Áramál
2024 – 2026
Fígging
Havgransking í Norðuratlantshavi
Fólk á Havstovuni
Petur Steingrund og Sólvá Jacobsen

Endamálið við verkætlanini er at kanna vøkstur hjá toski og hýsu undir Føroyum yvir eitt langt tídarskeið og at seta hetta í samband vid havstreymar, sjóvarhita og føði.

Nebbasild og toskur á innaru leiðum

Jákup Sverri
nebbasild
Toskur
Áramál
2020 – 2021
Fígging
Fiskivinnuroyndir
Fólk á Havstovuni
Hannipoula Olsen

Verkætlanin er endað!

Nebbasild er týdningarmikil føði hjá toski, og taltilfarið, sum Havstovan regluliga fær um nebbasild (spp.), tekur støði í magakanningum av toski á árligu yvirlitstrolingunum á Landgrunninum og í yngultølunum frá árliga yngultúrinum. Hesir túrar eru lagdir fastar tíðir á árinum. Saman merkir hetta, at árstíðarbroytingar í útbreiðslu og nøgd av ymsu nebbasilda-stovnunum ikki síggjast í vanliga innsavnaða taltilfarinum.

Ein lovandi háttur at meta um toskastovnin á Føroyabanka við at nýta umhvørvis DNA

eDNA
Føroyabanki
stovnsmeting
Toskur
Áramál
2017 – 2019
Fígging
Fiskivinnuroyndir
Fólk á Havstovuni
Ian Salter

Verkætlanin er endað!

Høvuðsendamálið við verkætlanini var at nýta ein nýggjan hátt at kanna fiskastovnar, har umhvørvis DNA (uDNA) verður brúkt. Umhvørvis DNA í havinum kemur fyri ein part frá fiskastovnunum í økinum og kann kannast við at taka bara nakrar fáar litrar av sjógvi.

Viðkomandi tíðindi

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2026

28.11.2025

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Tilgongdin av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka ávirkast helst av havstreymum

27.10.2025

Sum nevnt í tíðindagrein á heimasíðuni tann 10. apríl í fjør (2024), hevur toskastovnurin á Landgrunninum verið søguliga lítil seinastu árini. Hetta k…

Merkt fisk á Landgrunninum

15.10.2025

Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í st…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak

19.09.2025

Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Lítið av yngli í summar

20.08.2025

Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á fles…

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul

14.05.2025

Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental d…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Eitt vet meira av toski

20.03.2025

Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er r…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025

29.11.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum sjóøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu…

Hans Petur Djurhuus vann lutakastið

15.11.2024

Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuu…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Minni av toskayngli í ár

15.08.2024

Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?

10.04.2024

Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og a…

Framvegis nógv av toski á Føroyabanka, sum tó er rak í mun til onnur ár

03.04.2024

Árligu vár-yvirlitstrolingarnar á Føroyabanka vóru gjørdar tann 13.-17. mars 2024 við rannsóknarskipinum “Jákup Sverra”. Einans 13 trolstøðir av 29 vó…

Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum

14.03.2024

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framv…

Tilmæli 2024

19.12.2023

Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

24.11.2023

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovn…

Merking av fiski á Føroyabanka

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl a…

Toskur á Føroyabanka – hvar er hann komin frá?

26.09.2023

Innleiðsla Tað er eisini munur á arvatilfarinum hjá toski á Føroyabanka samanborið við aðrar toskastovnar. Toskur á Føroyabanka veksur sera skjótt fyr…

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar

18.09.2023

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” er liðugur við yvirlitstrolingarnar á sumri í ár. Rannsóknarskipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál…

Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka

12.04.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka, har 29 hál á ein tíma vórðu tikin. Aftur í ár var nógv at fáa a…

Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum

12.04.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum, har tilsamans 91 støðir á ein tíma vórðu tiknar. Stø…

Føði til toskalarvur ávirkar tilgongdina

06.12.2022

Tilgongdin til toskastovnin á Landgrunninum broytist nógv frá einum ári til annað. Flestu ár síðani 2005 hevur tilgongdin verið sera vánalig, og hon e…

Toskurin á Føroyabanka er møguliga í ferð við at koma fyri seg aftur

16.09.2022

Yvirlitstrolingin á Føroya Banka, sum verður gjørd á hvørjum heysti, gevur ábendingar um, at meira er av toski. Jákup Sverri hevur júst gjørt árligu h…

Føðin avger yvirlivilsi hjá toskalarvum

10.05.2022

Føðiviðurskiftini hjá toskalarvum á føroyska landgrunninum eru sera óstøðug. Góður gróður um várið økir um nøringinahjá djóraætinum, og tað er avgeran…

Framvegis nógvur fiskur á Føroyabanka

21.04.2022

Triðja árið á rað vísir váryvirlitstrolingin á Føroyabanka væl meira av toski enn var vanligt frá 2006 til 2019. Hetta var bert stórur vælvaksin gýtan…

Lítið av toski og nógv av hýsu

01.03.2022

Tær árligu yvirlitstrolingarnar á vári á føroyska landgrunninum eru nú gjørdar við Jákup Sverra. Tikin vóru øll 100 hálini, har hvørt hál vardi ein tí…

Megnar toskahálið á Føroyabanka bert eitt eindømi

24.03.2021

Fjølmiðlar hava víst á filmsupptøkur frá Bankatúrinum í mars 2021, har víst verður á stórt hál við stórum og feitum toski, sí myndir. Hetta hálið var …

Toskur leypur á æðublik

18.01.2021

Hósdagin 7. januar fingu vit forkunnuga filmsupptøku av einum toski, sum leggur eftir einum æðubliki í Haraldssundi. Á upptøkuni sæst toskurin leypa á…

Toskurin á Føroyabanka – hvussu er støðan í 2020?

18.12.2020

Hóast Magnus Heinason fekk nógvan tosk á Bankanum í mars 2020, var lítið at fáa í september. Neyðugt er við fleirikanningum fyri at staðfesta, hvussu …

Slánar inni við land

18.12.2020

Síðsta árið kann sigast at hava verið eitt rættiligt slánaár.Vaksin toskur er komin heilt inn undir land og hevur hesin verið serstakliga rak. Samstun…

Hví er toskurin á Føroyabanka ikki komin fyri seg?

25.09.2019

Meðan bæði toskurin og hýsan eru komin fyri seg á Landgrunninum, og hýsan á Føroyabanka eisini er kominfyri seg, stendur framvegis illa til við Bankat…

Slánar inni við land

23.09.2019

Tað hava verið nógvir stórir toskar at fingið inni við land í seinastuni. Fleiri av hesum fiskum hava verið sera rak, tað sum verður kallað slánar. Sa…

Kanna nýggja ættarliðið í juni og juli

09.10.2017

Tríggjar mánaðir eftir at toskurin hevur gýtt, fer Magnus Heinason út at kanna hvussu nógvur toskayngul er, hvussu stórur hann er og hvar hann er at f…

Toskayngul etin upp innanífrá av rundormi

09.10.2017

Inni í búkholuni á toskayngli eru funnar rundorma larvur av slagnum Hysterothylacium aduncum, ið hava toskafiskar sum endavert. Tær eru kravmiklar til…

Toskur, hýsa og upsi eta ymiskt

19.09.2016

Magakanningar vísa, at føðin hjá toski, hýsu og upsa er rættiliga ymisk. Ein orsøk er, at tey finna sær føðina á ymiskan hátt. Hetta er úr Sjóvarmál 2…

El Niño / La Niña og toskur

25.09.2015

Veðurlagsfyribrigdið El Niño / La Niña kann hava ávirkan um allan heim. Havstovan hevur kannað, um hesar broytingar eisini ávirka føroyskan botnfisk, …

Toskur og makrelur í vistskipanarligum meldri

29.09.2014

Hesi seinastu árini hevur støðan hjá botnfiski, serliga toski og hýsu, verið ring, men fyri uppsjóvarfisk hevur søgan verið tann øvuta. Í almenna kjak…

Húkastødd og agnslag ávirkafiskiskapin

23.08.2012

Húkastøddin hevur stóran týdning í hýsufiskiskapi, men minni týdning í toskafiskiskapi. Stórur toskur tekur helst høgguslokk, meðan smáur toskur tekur…

Hummararúsur sum toskabarometur

01.09.2007

Hjáveiða í hummararúsum kann boða frá, hvussu stórir árgangir eru á veg inn í toskastovnin. Tað er mest 1- og 2-ára gamal toskur, sum kemur í hummarar…

Rúsa til tosk og hýsu

01.09.2005

Rúsa er umhvørvisvinarligur og lítið orkukrevjandi fiskireiðskapur. Royndir eru gjørdar fyri at menna eina rúsu, sum kann brúkast til okkara vanligu f…

Toskur legst á línu, tá hann er svangur

01.09.2004

Lína fiskar upp í tríggjar ferðir meira tosk, tá hon fiskar upp á tað besta, í mun til tá hon fiskar ringast. Hetta er úr Sjóvarmál 2004, les víðari h…