{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Hvítingsbróðir

Trisopterus esmarkii

Hvítingsbróðir er smidligur fiskur at síggja. Hann hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar. Uggafjaðrarnar sita fremri enn fremsta ryggfjøður og røkka aftur til gloppið millum fremstu og mittastu ryggfjøður. Búkfjaðrarnar eru nakað fremri enn uggafjaðrarnar og eru langar og smalar. Fremsti teinur er longstur og røkkur á smáum fiskum ikki til gotið og á stórum fiskum aftur um gotið. Sterturin er eitt sindur innbogin, og strikan er nakað bogin frá miðjari síðu og yvir uggafjaðrarnar. Gotið er beint undir aftara enda á fremstu ryggfjøður. Hann hevur stutta finnu. Eygnatvørmátið er størri enn gronin. Hann hevur lítið undirbit, og kjafturin er á skák uppeftir. Hann hevur fína leysa roðslu.

Útbreiðsla

Hvítingsbróðir er í Barentshavinum, sløðist til Eysturgrønlands og er undir Íslandi, suður í Norðsjógvin, Skagerrak og Kattegat, kring Bretsku oyggjarnar suður til Biskeiavíkina. Hann er vanligur á føroyska landgrunninum og sæst eisini á Føroyabanka.

Stødd

Hvítingsbróðir verður í mesta lagi 27 cm langur, í veiðuni er hann vanliga 10-20 cm.

Dýpi

Hann er botnfiskur og uppsjóvarfiskur á dýpi niður á 300 m, tó sjáldan djúpari enn 250 m.

Litur

Hvítingsbróðir er grábrúnur um bakið, kanska eitt vet grønur. Síðurnar eru blankar, kámt silvurlittar og búkurin minni blankur enn síðurnar, heldur ljósari. Kjálkarnir eru sum skínandi silvur. Ein elalítlan, svartan blett hevur hann við uggafjaðrafestið.

Eyðkenni

Eygnatvørmátið. Hann hevur lítið undirbit og lítla finnu.

Týdningur

Hvítingsbróðir hevur stóran týdning fyri ídnaðarfiskiskapin.

Nøvn á fiski á øðrum máli
Før:Hvítingsbróðir, Stinksild, Toskasild
Lat:Trisopterus esmarki, Boreogadus esmarki
Dan:Spærling, Calypso, Sperling
Eng:Norway pout
Fra:Tacaud norvegien, Mostelle de fond
Ísl:Spærlingur
Jap:Noruei namazu
Ned:Kever
Nor:Øyepål, Augepål
Pol:Okowiel
Rus:Tresochka Esmarka, Saika
Spa:Faneca Noruega
Sve:Vittlinglyra
Týs:Stintdorsch, Spärling
USA:Norway pout

Viðkomandi tíðindi

  • ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

    Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. ICES mælir til, at veiðan av hýsu…

    Les meira

  • Merking av fiski á Føroyabanka

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl at fáa av toski. Eisini er…

    Les meira

  • Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

    Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum vórðu skrásett 88 ymisk sløg av…

    Les meira

  • ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

    Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739.386 tons fyri 2024, sum er ein…

    Les meira