{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Fingið merktan fisk

Ert tú so heppin at hava fingið ein merktan fisk, so vinarliga lat okkum merkið og fiskin. Tú fært góðan kiloprís fyri fiskin, umframt finningarløn og lutaseðlar, har tú verður við í einum árligum lutakasti um 12.500 kr.

Neyðugar upplýsingar

Fyri at útgjalda samsýningina fyri fiskin og finningarløn fyri merkið, tørvar okkum fylgjandi upplýsingar um innsendaran:

  • Navn
  • P-tal (V-tal hjá fyritøkum)
  • Bústað
  • Kontonummar
  • Teldupost

Okkum tørvar eisini hesar upplýsingarnar um fiskin:

  • Nummarið á fiskamerkinum
  • Positión fiskaður
  • Fiskidato
  • Skip

Um ávísar upplýsingar, so sum fiskidato ella ein neyv positión, ikki eru tøkar, so kann eitt nú landingardato upplýsast ístaðin. Fáar upplýsingar eru betri enn ongar. Hædd er tikin fyri hesum í oyðublaðnum. Tó sóknast vit eftir so neyvum upplýsingum sum gjørligt.

Nýt gjarna oyðublaðið til merktan fisk at útfylla hesar upplýsingarnar (sí niðanfyri).

Tú ert vælkomin at prenta oyðublaðið út og skriva í tað, áðrenn tú kemur á Havstovuna við merkta fiskinum. Um ikki, fylla vit oyðublaðið út í felag, tá tú kemur á Havstovuna.

Sløg av fiskamerkjum

Myndin vísir eina merkta havtasku. Appelsinguli gummitráðurin er eitt sokallað spagettimerki. Tílík merki geva innlit í, hvussu nógv fiskurin er vaksin í tíðarskeiðnum, hann hevur havt merkið, og hvar hann var tá hann varð fiskaður aftur. Hetta eru tey vanligastu merkini.

Guli gummitráðurin er fastur í einum goymslumerki, sum er opererað inn í ryggin á havtaskuni, og sæst sum ein sylindari undir skræðuni. Goymslumerkið goymir hita og dýpi, meðan fiskurin svimur.

Les meira um fiskamerkir her og síggj eitt ferðingarkort, sum byggir á merkingarúrslit.

Samsýning og lutakast

Samsýningin er bæði peningur og lutaseðlar.

Fyri eitt vanligt sonevnt spagettimerki fáast 50 kr. og 1 lutaseðil. Um fiskurin eisini verður latin Havstovuni, fáast 125 kr. og 3 luta­seðlar, um­framt kiloprísur fyri fiskin.

Fyri goymslumerki fáast 125 kr. og 1 lutaseðil. Um fiskurin eisini verður latin Havstovuni, fáast 375 kr. og 3 lutaseðlar, umframt kiloprísur fyri fiskin.

Lutakast er hvørt heyst um 12.500 kr., og allir innsendarar í Føroyum — undantikið starvsfólk hjá Havstovuni — luttaka í lutakastinum.

Útlendsk fiskamerkir

Um merkið ikki er av føroyskum uppruna, kann tað eisini latast Havstovuni. Vit senda upplýsingarnar um merkið og fiskin víðari til viðkomandi granskingarstovn.

Umframt tosk eru hesi fiskasløg merkt seinastu árini: hýsa, upsi, kalvi, tunga, reyðsprøka, havtaska og hvasskvoysa.

Merktir og afturfingnir toskar

Myndin vísir, hvussu nógvir toskar eru merktir síðani 2015, og hvussu nógvir av teimum eru fingnir aftur.

Viðkomandi tíðindi

Freist til lutakastið um 12.500 kr

02.11.2026

Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum í ár um 12.500 kr, er: 16. november 2026 Soleiðis gert tú, tá tú skalt lata …

Árliga fiskamerkingin á Landgrunninum

12.10.2026

Tað eydnaðist at merkja 1160 fiskar á Landgrunninum á merkingartúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í s…

ICES fundur á Havstovuni

05.05.2026

Í farnu viku hevur Havstovan hýst einum ICES-fundi hjá arbeiðsbólkinum North Western Working Group (NWWG). ICES er altjóða granskingarstovnurin fyri f…

Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakastið um 12.500 kr

02.12.2025

Jóhan Klakstein í Klaksvík gjørdist í gjár hepni vinnarin av ársins lutakasti, tá drigið varð um 12.5oo kr til ein teirra, ið hava latið fiskamerki el…

Drigið verður mánadagin

28.11.2025

Árliga lutakastið millum innsend fiskamerkir seinasta árið verður á Vaðhorn á Strondum mánadagin tann 1. desember kl. 13 Fiskamerkini, sum eru við í d…

Freist til lutakastið um 12.500 kr

21.10.2025

Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum í ár um 12.500 kr, er: 14. november 2025 Sjálvt lutakastið verður 1. desembe…

Merkt fisk á Landgrunninum

15.10.2025

Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í st…

Seiður merktur við Syðradal á Kalsoynni

06.06.2025

Í vár vóru gott 1000 seiðir merktir norðan fyri Syðradal. Talan var um tvey og trý ára gamlan seið (27-40 cm), sum hevur uppvakstrarøki inni við land …

Hans Petur Djurhuus vann lutakastið

15.11.2024

Fríggjardagin 15. november 2024 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið. Tað var Hans Petur Djurhuu…

Drigið verður fríggjadagin

13.11.2024

Árliga lutakastið millum innsend fiskamerkir seinasta árið verður á Havstovuni fríggjadagin tann 15. november kl. 11 Fiskamerkini, sum eru við í drátt…

Freist til lutakastið um 12.500 kr

18.09.2024

Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakastinum um 12.500 kr, er: 1. november 2024 Sjálvt lutakastið verður 15. november 202…

Virkið ”NFCS Northern Fish Cold Storage” vann lutakast

19.12.2023

Týsdagin 19. desember 2023 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var virkið ”NFCS Northern Fi…

Lutakastið verður 19. desember

14.12.2023

Lutakast um 12.500,- kr millum innsend fiskamerkir verður týsdagin 19. desember kl. 11:00 á Havstovuni í Nóatúni 1 í Havn. Viðkomandi tíðindi Øll tíði…

Lutakast um 12.500 kr

19.10.2023

Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum skulu luttaka í lutakasti um 12.500 kr., er 24. novembur. Viðkomandi tíðindi Øll tíðindi

Merking av fiski á Føroyabanka

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin.  Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl a…

Piyamon Khieothong vann lutakastið um 12.500 krónur

22.12.2022

Mikudagin 21. desember 2022 var lutakast um 12.500 kr millum teirra, sum høvdu latið fiskamerkir inn seinasta árið. Vinnarin gjørdist Piyamon Khieotho…

Merking av laksi norðanfyri

01.09.2002

Henda kanningin er liður í eini felags norðurlendskari verkætlan at merkja laks við goymslumerkjum (Data Storage Tags, DST) fyri at kanna útbreiðslu o…