{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gulllaksi og longu í 2027

Altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, kunngjørdi fyrr í mánaðinum nýggjastu ráðgevingina fyri veiðu av gulllaksi, longu, blálongu, kongafiski og svartkalva í 2027. Flestu av hesum fiskastovnunum eru at finna í fleiri havøkjum, og eru tí roknaðir sum sokallaðir felagsstovnar. Niðanfyri er tikið samanum høvuðsniðurstøðurnar í tilmælunum.

ICES mælir til, at longa, sum er ein serføroyskur stovnur, als ikki verður fiskað undir Føroyum í 2027 – eins og ICES hevur tilmælt seinastu trý árini. Tilgongdin seinastu árini hevur verið lítil, og hetta – saman við óvissum forsagnum – hevur havt við sær, at gýtingarstovnurin hevur verið mettur at sveiggjað um niðasta vandamarkið (Blim), sum er 9.340 tons. Veiðan undir Føroyum hevur verið um miðal og omanfyri hesi seinastu trý árini.

ICES mælir til, at veiðan av gulllaksi í 2027 kann vera í mesta lagi 22 865 tons í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland, t.v.s. í ICES øki 27.5b6a. Hetta er ein øking á 24% samanborið við tilmælið fyri 2026. Hóast fiskiskapurin eftir flestu fiskasløgum undir Føroyum verður stýrdur við eini fiskidagaskipan, verður gulllaksafiskiskapurin stýrdur við kvotaskipan. Ongin millumlanda avtala er um kvotabýtið av gulllaksi í økinum í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland. Føroyar áseta sær vanliga tveir triðingar av tilmældu veiðuni.

Fyri aðrar felagsstovnar mælir ICES til, at veiðan eftir blálongu minkar 41% (tvey ára tilmælið fyri 2027 og 2028). Tilmælið fyri brosmu varð latið fyri tvey ár í fjør, og verður sostatt óbroytt í 2027. Tilmælið fyri svartkalva er óbroytt (+0.4%), meðan tilmælið fyri stóra kongafisk hækkar 5%.

Tilmælini kunnu lesast á heimasíðuni hjá ICES, ella við at trýsta á leinkini niðanfyri.

Eydna í Homrum

Tilfeingi

Deildarleiðari, Ph.D, Lívfrøðingur

eydnap@hav.fo / +298 79 39 26

Vangi í PURE / Greinar / CV

Viðkomandi fiskasløg

Fá nýggjastu tíðindini frá Havstovuni

Viðkomandi tíðindi

ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gulllaksi og longu í 2027

26.06.2026

Altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, kunngjørdi fyrr í mánaðinum nýggjastu ráðgevingina fyri veiðu av gulllaksi, longu, blálongu, kongafiski og svart…

Framløga á Bátasavninum í Leirvík

09.01.2026

Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsp…

Tilmæli 2026

22.12.2025

Tann 22. desember 2025 lat Havstovan Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2026. Mælt verður til, at fiskida…

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið

16.10.2025

Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

Longa og gulllaksur á stovnsmetingarfundi í Føroyum

06.05.2025

Hesa seinastu vikuna hevur Havstovan verið vertur fyri stovnsmetingarfundinum WGDEEP hjá ICES. Fundurin endar í dag. Góð 20 fólk hava verið á fundinum…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

30.09.2024

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…

Meir av toski og nógv av hýsu

16.09.2024

Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

ICES-tilmæli fyri djúphavsfiskar

18.06.2024

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi 7. juni 2024 nýggjastu ráðgevingina fyri veiðuna í 2025 fyri ymiskar fiskastovnar á djúpum vatni. Flest…

Tilmæli 2024

19.12.2023

Tann 12. desember 2023 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmælið um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2024. Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á…

ICES-tilmæli fyri botnfisk 2024

24.11.2023

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovn…

Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni

13.10.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2024

29.09.2023

Mest loyvda veiða í 2024 lækkar munandi fyri norðhavssild og nakað fyri makrel, men hækkar nakað fyri svartkjaft. Makrelur Tilmælið fyri makrel er 739…

Samanbering av lívfrøði hjá longu og brosmu

19.09.2016

Longa trívist betri í grynri og heitari sjógvi enn brosma. Longa veksur eisini skjótari, blívur longri og búnast fyrr. Longa er ikki djúpvatnsfiskur, …

Ein lítil søga um eina stóra longu

01.09.2010

Á yvirlitstrolingini á vári 2009 fekk Magnus Heinason tann 20. mars eina serliga stóra longu. Hon var 172 cm long og vigaði 40,4 kg ókruvd. Allur innv…

Gulllaksaveiðan burðardygg

01.09.2009

Fyrsti føroyski fi skiskapurin, sum kann lýsast sum „burðardyggur“, er fi skiskapurin eftir gulllaksi. Hetta vísir ein 3 ára verkætlan á Havstovuni, s…

Ókendi gulllaksurin

01.09.2008

Hóast føroyingar hava fi skað gulllaks síðani 1994, so er grundleggjandi vitanin um hetta fi skaslag framvegis avmarkað. Tí roynir Fiskirannsóknarstov…