{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Yngul- og ætikanning

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2426

Tíðarskeið: 12-26/6 2024

Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang

Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgrunninum og Føroyabanka, og fáa eitt tíðliga mát fyri árgangsstyrkini hjá toski á Landgrunninum, samstundis sum ábendingar um árgangsstyrkina hjá øðrum fiskasløgum, sum t.d. hýsu, hvítingsbróðri og nebbasild, eisini verða fingnar til vega. Harafturat verður pelagiska vistfrøðin kannað við ymiskum hydrografi- og ætikanningum.

Á Landgrunninum vórðu 89 støðir kannaðar, har 48 teirra eisini vóru hydrografiskar støðir. 1 støð í uttara øki bleiv ikki kannað, orsakað av veðri. Á Føroyabanka vórðu 20 av 20 støðum kannaðar, harav allar eisini vóru hydrografiskar støðir.

Yngulkanningar

Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin av fiskayngli er minni í mun til undanfarnu tvey árini. Tá hugt verður eftir øllum tíðarskeiðnum (1983-2024), eru nøgdirnar undir miðal fyri tosk, nebbasild og hvítingsbróðir, men yvir miðal fyri hýsu (Mynd 1). Eisini er miðalstøddin á hesum sløgum eitt vet minni í ár, enn miðalstøddin fyri alt tíðarkeiðið (Talva 1). Kanningarnar í ár byrjaðu eina viku fyrr enn vanligt er og møguliga ávirkar hetta úrslitini fyri nebbasild, sum skal hava eina ávísa stødd fyri at verða fingin í trolið. Stórur munur var millum økir, har størstu nøgdirnar av yngli vóru vestanfyri og í útnyrðingspartinum av Landgrunninum (Mynd 3). Á Føroyabanka var væl minni av toskayngli at fáa í ár, í mun til síðsta ár, men tó eru nøgdirnar yvir miðal, tá hugt verður eftir øllum tíðarskeiðnum (1991-2024). Nøgdirnar av hýsuyngli eru væl yvir miðal, meðan lítið er av nebbasildayngli á Føroyabanka (Mynd 2). Nógv var fingið av ymiskum geleplanktoni alla staðni á Landgrunninum.

Mynd 1. Miðaltal pr. hál fyri yngul á Landgrunninum frá 1983-2024.

Mynd 2. Miðaltal pr. hál fyri yngul á Føroyabanka frá 1991-2024.

Talva 1. Miðallongd fyri yngul á Landgrunninum í 2023 og langtíðarmiðallongd frá 1983-2023.

Miðallongd, mm20241983-2023
Toskur25.626.9
Hýsa20.923.3
Nebbasild43.647.8
Hvítingsbróður25.726.2

Mynd 3. Kort, sum vísir útbreiðsluna av yngli í juni 2024.

Mynd 4. Miðal hiti og saltinnihald (ókalibrerað) í teimum ovastu 50 metrunum av sjónum, ávikavist á støðunum grynri enn 100 m og djúpari enn 150 m botndýpi, í seinnu helvt av juni 2012-2024.

Gróður og tøðsølt

Væl meira av plantuæti var inni á Landgrunninum enn uttan fyri landgrunsfrontin. Mest var í norðara økinum og minst við Suðuroynna. Mynd 5 vísir fluorescensin (lutfalsligt mát fyri nøgdir av plantuæti) móti botndýpi á støðunum og har sæst, at har botndýpið var grynri enn 100 m, var 2-3 ferðir meira fluorescensur enn uttan fyri umleið 150 metra botndýpi.

Mynd 5. Miðal fluorescensur í ovastu 50 metrunum av sjónum sum funktión av botndýpi á støðunum.

Hinvegin, so var nógv minni av tøðsøltum inni á Landgrunninum enn uttanfyri. Orsøkin er, at tann nógvi gróðurin á Landgrunninum í vár og summar hevur brúkt meginpartin av tøðsøltunum. Minst var av tøðsøltum undir landi í norðurøkinum. Har var silikatið mestsum uppi, meðan nøgdirnar av nitrati lógu um 3-4  µM. Heldur meira var við Suðuroynna og á Munkagrunninum. Har lá nitratið um 5-6 µM.

Á Mynd 6 sæst, at har silikatið er brúkt upp (hetta var á teimum innastu støðunum, undantikið við Suðuroynna), var framvegis nakað eftir av nitrati. Líkt er sostatt til, at manglandi silikat avmarkar vøksturin hjá kiselalgum á meginpartinum av Landgrunninum. Tó er framvegis nóg mikið av nitrati til at aðrar algur enn kiselalgur kunnu grógva nakað afturat. Fosfat avmarkar ikki gróðurin.

Mynd 6. Nitrat-silikat og nitrat-fosfat sambandið á einstøku mátingunum á Landgrunninum á túri 2426.

Fyribils útrokning av tí samlaða gróðrinum á Landgrunninum, frá vári og til 26. juni vísa, at hann í ár er væl yvir miðal. Bert trý ár av seinastu 25 árunum, hevur verið meira gróður (Mynd 7).

Mynd 7. Gróður á Landgrunninum frá á vári og til 26. juni, árini 1990-2024. Brotastrikan vísir miðal fyri øll árini.

Djóraæti

Inni á Landgrunninum var mest av sløgunum Temora og Acartia. Nøgdin av Calanus (reyðæti) var nakað yvir miðal og mest var av teimum stóru búningarstigunum. Annað djóraæti var bert í heilt smáum nøgdum (Mynd 8). Uttan fyri landgrunsfrontin var sum vant nógv mest av Calanus.

Mynd 8. Miðal nøgdir av kopepodum í teimum ovastu 50 metrunum (vinstrumegin) og Calanus (høgrumegin) á einari støð eystan fyri Fugloynna og einari vestan fyri Søltuvík á Sandoynni, 1993-2024.

Miðal biomassi, ávikavist á støðunum inni á Landgrunninum og á djúpu støðunum rundan um Landgrunnin, sæst á Mynd 9. Tað er serliga Calanus, sum ávirkar biomassan. Inni á Landgrunninum tykist biomassin bæði at vera stýrdur av nøgdini av Calanus uttan fyri frontin og øðrum viðurskiftum inni á Landgrunninum.

Mynd 9. Miðal turrvekt av djóraæti í teimum ovastu 50 m á øllum støðum, ávikavist innan fyri 100 m botndýpi og uttan fyri 150 m botndýpi, 1990-2024.

Føroyabanki

Sjóvarhitin í teimum ovastu 50 metrunum innan fyri 200 metra botndýpi á Bankanum var í miðal 9,76 °C (ímóti 8,85 °C á Landgrunninum). Tær djúpu støðirnar høvdu 10,06 °C (ímóti 9,16 °C uttan fyri Landgrunsfrontin).

Minni var av plantuæti inni á Bankanum enn uttan fyri Bankan. Í miðal var fluorescensurin inni á Bankanum 1,0 ímóti 1,7 á teimum djúpu støðunum. Eisini var nógv av tøðsøltum inni á Bankanum. Konsentratiónirnar av nitrat og silikat í teimum ovastu 60 metrunum inni á Bankanum vóru ávikavist 9,4 og 4,6 µM (ímóti ávikavist 6,5 og 1,8 µM á støðunum við meira enn 200 m botndýpi). Sostatt vóru viðurskiftini viðvíkjandi gróðri á Bankanum heilt øðrvísi enn á Landgrunninum.

Biomassin av djóraplankton á Bankanum var tann sami sum á Landgrunninum. Eisini vóru stórt sæð somu sløg. Tó var væl minni av Temora og meira av Evadne (dafnia) á Bankanum enn á Landgrunninum. Á teimum djúpu støðunum uttan fyri Bankan var minni av djóraplankton, enn inni á Bankanum og eisini var minni enn á teimum djúpu støðunum uttan fyri landgrunsfrontin.


Túrfrágreiðingar

Yngul- og ætikanning

02.07.2025

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2532 Tíðarskeið: 18/6-2/7 2025 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yn…

Biologisk oceanografi

14.05.2025

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2520 Tíðarskeið: 23-30/4 2025 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: Kanna plantu- og djóraplankton samfelagið og hvussu …

Reyðæti í Bankarennuni

09.10.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2444 Tíðarskeið: 2-9/10 2024 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: Um heystið og veturin er reyðæti í dvala í djúpum sjó…

Yngul- og ætikanning

26.06.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yng…

Biologisk oseanografi

15.05.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2418 Tíðarskeið: 8/5-15/5 2023 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: At kanna menning av plantu- og djóraplankton samfel…

Standard hydrografi

05.09.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2342 Tíðarskeið: 30/08 – 05/09 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Toktleiðari: Ian Salter Endamál: Endamálið við túrinum e…

Yngul og Æti

29.06.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2330 Tíðarskeið: 15-29/6 2023 Ábyrgd: Hannipoula Olsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgru…

Biologisk oceanografi

31.05.2023

Jákup Sverri, túrur nr. 2324 Tíðarskeið: 24/5-31/5 2023 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: At kanna Menning av plantu- og djóraæti á Landgrunninumum um vári…

Viðkomandi tíðindi

Sólvá Jacobsen vann snarrøðukappingina

01.10.2025

Á Vísindavøkuni 2025 var ein einaferð snarrøðukapping hildin, har luttakararnir skuldu leggja gransking fram í 2,5 minuttir. Sólvá Jacobsen, nýklaktur…

Lítið av yngli í summar

20.08.2025

Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á fles…

Reydligur sjógvur kring oyggjarnar

26.06.2025

Seinastu vikurnar hevur Havstovan fingið fráboðanir um reydligan sjógv ymsa staðni undir landi. Vit hava fingið nøkur sýni, og greiningar vísa, at tal…

Makrelgýting við Føroyar kannað

10.06.2025

Í farnu viku varð Jákup Sverri liðugur at kanna makrelgýting á leiðunum kring Føroyar. Mest av makreleggum vóru í økjunum móti evropisku hellingini ey…

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul

14.05.2025

Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental d…

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði

06.05.2025

“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og…

Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?

27.03.2025

Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tí…

Sæð serliga hvalspýggju

07.11.2024

Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka …