{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

ISIHER – Implementing Stock Identification for sustainable harvesting of HERring

Áramál:
Fígging:
Ábyrgd:
Onnur frá Havstovuni:

Ein av heimsins størstu fiskastovnum, norsk várgýtandi (Norwegian Spring Spawning = NSS) sild búleikast í Norskahavinum og tess atknýttu økjum.

Øll sild, sum verður veidd í Norskahavinum, verður skrásett sum NSS-sild, og mett sum ein stovnur. Tó eru prógv fyri, at aðrir sildastovnar blanda seg við NSS-sildina. Neyðugt er við álítandi og nágreiniligum stovnseyðmerkingarhátti fyri at eyðmerkja allar sildastovnar sum búleikast í umsitingarøkinum hjá NSS-sildastovninum.

Tí er høvuðsendamálið við ISIHER at menna genetiskar markørar, sum kunnu eyðmerkja allar sildastovnar í Norskahavinum. Hetta verður gjørt við nýmótans háttaløgum so sum heildargenomsekvensering.

Harumframt fer verkætlanin at vera við til at menna norðurlendsk netverk til at tryggja burðardygga meting og fiskiveiðu av sildastovnunum. Væntaðu úrslitini frá ISIHER fara at veita bráðneyðuga vitan um, hvussu man kann gera mun á ymsu sildastovnunum og geva innlit í stovnsbygnaðin hjá sild í Norskahavinum og tess grannaøkjum.

Eydna í Homrum

Deildarleiðari – Tilfeingi

Lívfrøðingur, Ph.D

eydnap@hav.fo / +298 79 39 26

Vangi í PURE / Greinar / CV

Jan Arge Jacobsen

Tilfeingi

Fiskifrøðingur, Dr. Scient.

janarge@hav.fo / +298 21 80 93

Vangi í PURE / Greinar