Norðhavssild 2025, ICES
Tilmæld veiða í 2025:
401.794 tons
Tilmælið fyri norðhavssild er 401.794 tons fyri 2025, sum er ein hækking á 3% í mun til í ár. Gýtingarstovnurin hevur verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men góði 2016-árgangurin hevði við sær, at hann kvinkaði eitt vet uppeftir í 2020 og 2021. Gýtingarstovnurin er tó minkaður aftur í fjør og í ár, og væntast eisini at minka komandi ár.
Gýtingarstovnurin er mettur at vera 2,9 mió. tons, sum er undir burðardygga markinum, har varsemi skal vísast (Btrigger = 3,184 mió. tons). Tó kann ein glotti vera at hóma, tí tilgongdin frá 2021 og 2022 er mett at vera yvir miðal. Hesir báðir árgangirnir hava verið at sæð í Barentshavinum í fjør og ár, og kunnu møguliga venda gongdini komandi árini.
Veiðitrýstið hevur ligið oman fyri hámarkið síðani 2019, men er í ár minkað niður á 0,134, sum er undir hámarkinum fyri, nær varsemi skal vísast (FMSY = 0,157).
Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu veiðu fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2025 og broytingarnar frá 2024 til 2025.
Tilmæli frá ICES
Hýsa 2025, ICES
29.11.2024
Tilmæld veiða í 2025: 12.204 tons Tilmælið fyri hýsu í 2025 er 12.204 tons, ella umleið tað sama, sum varð tilmælt fyri fiskiskapin í 2024. Í 2018 kom…
Upsi 2025, ICES
29.11.2024
Tilmæld veiða í 2025: 24.281 tons Tilmælið fyri upsa í 2025 er 24.281 tons, sum er ein hækking upp á 58% í mun til tilmælið fyri 2024. Hendan hækkingi…
Toskur á Føroyabanka 2025, ICES
29.11.2024
Tilmæld veiða í 2025: 575 tons Tilmælið fyri tosk á Føroyabanka í 2025 er 575 tons. Hetta er ein munandi hækking samanborið við tilmælið fyri 2024, su…
Toskur á Landgrunninum 2025, ICES
29.11.2024
Tilmæld veiða í 2025: 2.848 tons Tilmælið fyri tosk á Landgrunninum í 2025 er 2.848 tons. Í nýggjastu stovnsmetingini eru tekin um bata í mun til unda…
Svartkjaftur 2025, ICES
30.09.2024
Tilmæld veiða í 2025: 1.447.054 tons Tilmælið fyri svartkjaft er 1.447.054 tons fyri 2025, sum er ein lækking á 5,4% í mun til tilmælið í ár. Henda læ…
Makrelur 2025, ICES
30.09.2024
Tilmæld veiða í 2025: 576.958 tons Tilmælið fyri makrel er 576.958 tons fyri 2025, sum er ein lækking á heili 22% í mun til í ár. Makrelstovnurin hev…
Norðhavssild 2025, ICES
30.09.2024
Tilmæld veiða í 2025: 401.794 tons Tilmælið fyri norðhavssild er 401.794 tons fyri 2025, sum er ein hækking á 3% í mun til í ár. Gýtingarstovnurin he…
Trantkongafiskur 2022-2024, ICES
22.08.2024
Tilmæld veiða í 2022-2024: 0 tons ICES mælir til, at veiðan av trantkongafiski skal vera óbroytt í mun til tíðarskeiðið 2020-2021. Í ICES verður trant…
Viðkomandi tíðindi
Nøgdin av makreli minkar í Norðurhøvum
29.08.2024
Úrslitini frá árligu felagskanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru nú tøk. Vísitalið av makreli fyri Nor…
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
15.05.2024
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…
Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
17.05.2023
Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá …
Hiti og føði ávirka spjaðing av norðhavssild í mai
24.03.2022
Árligar sildakanningar í mai síðan 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Fyri at fáa betur greiði á hví so er, hava vit kannað slag…