Norðhavssild er størsti sildastovnurin í heiminum og er eisini týdningarmikil fiskastovnur fyri føroyska búskapin; viðhvørt verður heitið atlantoskandisk sild eisini brúkt um norðhavssildina.
Sild er langur og smidligur fiskur, hon er væl hægri enn breið. Hon hevur eina lítla gotfjøður, ið situr aftur móti klingruni, smáar búkfjaðrar, ið sita beint aftan fyri fremra enda á ryggfjøðurini. Hon hevur nógv sýldan stert. Roðslan er stór og situr leys. Hon hevur undirbit. Fæst við land og til havs.
Sild er átøk brislingi, men kennist frá honum, m.a. við tað at kjalarskrubbið hakar ikki í, tá strokið verður frameftir.
Sild verður upp í 47 cm til longdar, men er tó sjáldan yvir 40 cm. Elsta aldursgreinaða sild undir Føroyum var 17 ár.
Norðhavssild er at finna frá Barentshavinum, suður móti Norðsjónum og vestur til Íslands. Útbreiðslan er ikki jøvn gjøgnum árið, men frá apríl-mai til november er hon sum oftast at finna norðanfyri í føroyskum øki.
Gýtingarøkið er fram við norsku strondini (gult) og høvuðsuppvakstrarøkið er í Barentshavinum (brandgult).
Veiða
Veiðan av norðhavssild hevur sveiggjað nógv. Serliga eftir seinna heimsbardaga øktist fiskiskapurin nógv, og seinast í sekstiárunum varð stovnurin niðurfiskaður. Aftan á at tveir góðir árgangir settu til stovnin mitt í nítiárunum øktust landingarnar aftur og norðhavssild er í dag ein týðandi partur av føroyska fiskivinnubúskapinum.
Norðhavssild verður fiskað av nógvum londum; Noreg, Ísland og Føroyar eru tey londini, sum veiða mest norðhavssild. Burtursæð frá Barentshavinum, har ungfiskurin heldur til, verður norðhavssild veidd í øllum útbreiðsluøkinum.
Norðhavssild verður umsitin í felag við øðrum strandalondum, sum í besta føri eru samd um, hvussu heildarveiðan skal býtast millum lond. Í løtuni er tó ikki semja millum strandalondini um, hvussu heildarveiðan skal býtast.
Vektarbýti í føroysku veiðuni
Stovnsmeting
Á hvørjum ári verður norðhavssildin stovnsmett. Havstovan luttekur í hesi stovnsmeting, sum verður samskipað av havrannsóknarstovninum ICES.
Stovnsmetingarúrslit
Veiða
Tilmælið fyri norðhavssild er 533.914 tons fyri 2026, sum er ein hækking á 33% í mun til 2025 tilmælið.
Tilgongd
Tilgongdin frá 2021 og 2022 er mett at vera yvir miðal. Hesir báðir árgangirnir hava verið at sæð í Barentshavinum í nøkur ár, og kunnu møguliga venda gongdini komandi árini.
2016-árgangurin, sum nú er við at gerast gamal, er enn bulurin í stovninum.
Veiðitrýst
Veiðitrýstið seinastu árini hevur ligið undir hámarkinum fyri, nær varsemi skal vísast (FMSY = 0,21).
Gýtingarstovnur
Gýtingarstovnurin minkaði nógv aftaná 2008, og er nú knapt 3 mió. tons, sum er beint undir burðardygga markinum, har varsemi skal vísast (Btrigger = 3,177 mió. tons).
Aldursbýti
Norðhavssildin er eyðkend av at stórir árgangir seta til stovnin av og á. Í løtuni er stovnurin stýrdur av 2016-árganginum, men vónandi fara nýggir stórir árgangir skjótt at koma inn í stovnin.
Fyri aldursbýtið í norðhavssildaveiðuni hevur hetta í nógv ár merkt , at stórur partur av veiddari norðhavssild er frá 2016 árganginum.
Norðhavssildin flytir seg ójavnt í Norðurhøvum, alt eftir hvussu stór hon er. Hetta merkir at aldursbýtið í føroysku veiðuni, sum stórtsæð ikki er veidd í norskum sjógvi, ikki er tað sama sum aldursbýtið í samlaðu veiðuni.
Við at “blaða” millum árstølini ovast á myndini sæst aldursbýtið í føroysku veiðuni síðstu fimm árini.
Útvortis ber ikki til at skilja norðhavssild frá øðrum sildastovnum. Í ávísan mun kann norðhavssildin skiljast frá øðrum sildastovnum við at hyggja at nytruni; av tí, at norðhavssildin verður gýtt um várið, so byrjar hon lívið við einum vakstrartíðarskeiði, og miðjan á nytruni verður tískil ógjøgnumskygd. Uppvøksturin í Barentshavinum gevur harafturat nytrunum tað eyðkenni, at innastu ringarnir á nytrunum hjá norðhavssild oftast eru nakað tunnir.
Til ber at skilja norðhavssild frá øðrum sildastovnum við ílegukanningum.
Vøkstur
Norðhavssild veksur umleið 5 cm um árið, frá hon er 1 ára gomul til hon er kynsbúgvin. Eftir hetta veksur hon 0,3-0,5 cm um árið. 4 ára gomul norðhavssild er umleið 29 cm og 10 ára gomul um 35 cm til longdar. Vøksturin broytist tó nakað, alt eftir hvussu stórur stovnurin er. Tað vanliga er, at tá stovnurin er stórur, verða einstøku fiskarnir smærri. Norðhavssild verður í mesta lagi 47 cm, men verður sjáldan longri enn 40 cm; tá vigar hon eini 500 g og er 7-17 ára gomul.
Norðhavssild verður sjáldan eldri enn 17 ár.
Grafarnir eru grundaðir á føroyska veiðu av norðhavssild.
Kynsbúning
Í miðal gýtir helvtin av norðhavssildini fyrstu ferð sum 4 ára gomul, og tá er hon um 29 cm til longdar. Av tí at vøksturin broytist, alt eftir stovnsstøddini (tá stovnurin er lítil veksur hvør einstakur fiskur eitt vet skjótari enn tá stovnurin er stórur), so broytist eisini búningin. Fyri vanligar árgangir er norðhavssild undir 4 ár óbúgvin, 40% er búgvin tá hon er 4 ár, 80% er búgvin tá hon er 5 ár og øll sild eldri enn 6 ár er búgvin. Fyri stórar árgangir verður hetta sambandið nakað forskotið soleiðis at 10% av 4 ára gamlari sild er kynsbúgvin, 60% av 5 ára gamlari, 90% av 6 ára gamlari og øll norðhavssild er búgvin, tá hon er 7 ár ella eldri.
Gýting
Gýtingartíðin hjá norðhavssild er í februar-mars fram við norsku strondini (Gula økið á myndini). Hon gýtir á 100‑250 m dýpi yvir sandutum botni, har hitin er 4‑7 °C. Tey gitnu rognkornini søkka og leggjast á botn og klekjast umleið tríggjar vikur seinni. Høvuðsgýtingarøkið hevur flestu ár verið uttan fyri Møre, men gongdin síðan 2021 hevur verið at meginparturin av stovninum gýtir longur norðuri tætt við Lofoten.
Yngul og ungfiskur
Stutt eftir klekingina flotna larvurnar upp í sjógvin og eru tá mest úr vatnskorpuni og niður á 50 m, har tær reka við streymunum. Fram við norsku strondini rekur mest norður. Nakað av ynglinum fer inn undir land á norskar firðir og víkir, meðan nakað verður verandi uttanskers. Í árum við miðalgóðum og vánaligum árgangum er tað mesta av ungsildini at finna innansyndis og nær landi í Noregi. Tey árini, tá góðir árgangir koma undan, er Barentshavið høvuðsuppvakstrarøkið, og her heldur sildin til tey fyrstu trý árini (Brandgula økið á kortinum). Tá hon nærkast kynsbúningaraldri leitar hon sær út úr Barentshavinum til tann vaksna stovnin, og tá byrjar eitt árligt ferðingarmynstur.
Sildayngul
Føði
Høvuðsføðin hjá sild er reyðæti (Calanus finmarchicus), men eisini aðrir kopepodar eru av týdningi eins og krill og amfipodur kunnu vera týðandi partur av føðini. Tá sild er nær landi, er føðin heldur øðrvísi, enn tá hon er á opnum havi.
Ferðing
Norðhavssildin er ein ferðandi stovnur. Hon gýtir fram við norsku strondini í februar-mars, og síðani leitar hon sær vestur í hav at finna sær føði í Norskahavinum. Frá apríl til november er hon at finna í føroyskum øki, og hon økist nógv í vekt, ta tíðina hon er úti í Norskahavinum. Tíðliga um summarið er norðhavssildin sunnaliga móti Føroyum og Íslandi, men seinni um summarið fer hon bæði longur vestur og norður. Út á heystið flytur hon aftur eystur- og norðureftir, men partur av stovninum verður verandi í økinum norðan fyri Føroyar. Um veturin ferðast hon til vetrarøki, har hon dvølir til hon aftur byrjar gýtingarferðingina seint um veturin.
Litur
Sild er myrkablá á bakinum og silvurlitt um síðurnar og undir búkinum.
Afturlit – Gamla ferðingarmynstrið hjá norðhavssildini og aðrir tættir úr vinnusøguni
Ferðingin hjá norðhavssildini er sera broytilig, hetta hevur eitt nú víst seg við hvørji vetrarøki sildin brúkar. Áðrenn norðhavssildin hvarv í 1960unum, var vetrarøkið á markinum millum Føroyar og Ísland.
Tá sildin so smátt kom fyri seg aftur um ár 1990, stóð hon øll inni á Ofotfjørðinum í Lofoten um veturin. Árgangirnir frá 1998-1999 vóru báðir rættiliga stórir, og tá teir komu inn í vaksna stovnin um ár 2003, stóðu teir um veturin fram við norsku strondini, og hetta høvuðsvetrarøkið helt sær til umleið 2015. Nú tykist tað sum ein partur enn nýtir hetta vetrarøkið, meðan partur av norðhavssildini er úti á opnum havi norðan fyri Føroyar og nær Íslandi.
Áðrenn sildin hvarv í 1960unum, gýtti ein partur av stovninum á Sandoyarbankanum, men henda gýting hevur ikki tikið seg uppaftur.
1983-árgangurin verður mettur sum avgerandi fyri at norðhavssildin kom fyri seg aftur aftaná ’kollapsið’ í 60-unum, og 1992-árgangurin fekk gýtingarstovnin at vaksa upp um 8 milliónir tons í 1997. Um aldarmótið vóru aftur fleiri góðir árgangir – 1998, 1999, 2002, 2003 og 2004, sum hava hildið stovnsstøddini uppi, til stovnurin støðugt fór at minkað eftir 2010. Árgangirnir frá 2009 og 2013 vóru ikki heilt vánaligir, men tó verri enn langtíðar miðal og 2016-árgangurin hevur víst seg at vera sera góður.
Árligar sildakanningar í mai síðani 1995 vísa, at útbreiðslan av norðhavssild broytist nógv. Henda verkætlanin kannaði nøgdir, sløg og spjaðing av føði, samanborið við hvar sildin stendur í mai. Les meira