
FjordProcess – Key processes governing pelagic productivity in sub-arctic North Atlantic fjord ecosystems
Endamálið við verkætlanini er, at seta skjøtul á skipaðar kanningar í føroyskum firðum og sundum. Serligur dentur verður lagdur á at kanna sambandið millum firðir og sund og Landgrunnin. T.d. hvussu gróðurin á Landgrunninum ávirkar firðirnar, men eisini um gróðurin á firðunum ávirkar Landgrunnin.
Kanningarnar fevna um eginleikar í sjálvum sjónum (hiti, salt og streymur), gróður, djóraæti og smáan fisk uppi í sjónum, sum etur djóraæti. Sambondini millum hesi lið verða kannað, eins og árstíðarbroytingarnar verða fylgdar.
Hjálmar Hátún
Umhvørvi
Havfrøðingur, Ph.D
hjalmarh@hav.fo / +298 22 90 92
Vangi í PURE / Greinar / CV