Bleytur makrelur og Kudoa-infektión
Endamálið er at kortleggja og dokumentera trupulleikan hjá føroysku makrelvinnuni við „bleytum makreli“, sum stendst av mikroveruni Kudoa thyrsites.
Henda mikroveran skilur út kveikar (enzymir), ið upploysa vøddarnar í fiskinum, hóast fiskurin hevur fingið alla rætta viðgerð við køling, frysting osv.
Við hesi vitan standa føroyskir makrel-útflytarar sterkari, tá ið reklamatiónir um „bleytan makrel“ koma.
Dánjal Petur Højgaard
Tilfeingi
Verkætlan, Atknýttur granskari, Ph.D, Lívfrøðingur