
IEA-NOR
IEA-NOR er eitt netverk av íslendskum, føroyskum og norskum granskarum, sum eru við í arbeiðsbólkinum um samlaðu vistskipanarmetingarnar fyri Norskahavið (ICES-WGINOR). IEA-NOR fer at levera: eina røð av vistskipanarligum indikatorum og tilhoyrandi mørkum; fleirgeiraða gjøgnumskygda váðameting; vistskipanarútlit frá fáum árum til fleiri áratíggju inn í framtíðina; gjøgnumskygd og samvirkin amboð til at kanna og skilja núverandi og framtíðar støðu í vistskipanini í Norskahavinum og fiskiskapinum í økinum. Hesi fara at stuðla undir umsiting av burðardyggum fiskiskapi í sambandi við skiftandi veðurlag.
Burðardyggur fiskiskapur í Norskahavinum byggir á umsiting, sum viðurkennir, at fiskastovnar samspæla við sítt umhvørvi og við hvønn annan. Hvussu nógva veiðu ber ein fiskastovnur? Hvussu fara veðurlagsbroytingar og onnur viðurskifti (t.d. djúphavsnám, skipslarmur, fleiri havsúgdjór og dálking) at ávirka fiskastovnarnar? Hvussu fer útbreiðslan hjá sløgum sum makreli, svartkjafti og sild at broytast, so hvørt sum havveðurlagið broytist? Hvussu ávirkar fiskivinna og annað virksemi vistskipanina?
Fyri at svara hesum spurningum, má fiskivinnuumsitingin broytast frá at viðgera eitt fiskaslag í senn, til vistskipanargrundaða umsiting (EBM), ið tekur atlit til alla vistskipanina.
Nógvar avbjóðingar mugu loysast fyri at seta EBM í verk. Fyri at loysa hesar avbjóðingar fer IEA-NOR at 1) fremja gjøgnumskygda meting av vistskipanarviðurskiftum og váðum, 2) eyðmerkja nýggjar váðar og gera vistfrøðiligar forsagnir og veðurlagsframskrivingar, og 3) styrkja samskiftið millum vísindi, politikk, vinnu og aðrar áhugapartar.
Arbeiðið fer at fevna um rúmliga og tíðsliga hagtalsmodellering, váðagreining, forsagnir, talgildar uppgerðir av stórum vistskipanarmodellum, leiðslustrategimeting og menning av samvirknum talgildum amboðum. IEA-NOR fer at samskifta við politikkarar, vinnu og aðrar áhugapartar fyri at skræddaraseyma gransking til tørvin hjá endabrúkarunum.
Hjálmar Hátún
Umhvørvi
Havfrøðingur, Ph.D
hjalmarh@hav.fo / +298 22 90 92
Vangi í PURE / Greinar / CV