
Stovnsbygnaður hjá svartkalva í Norðuratlantshavi
Fígging: Norðurlandaráðið (AG-Fisk)
Ábyrgd á Havstovuni: Luis Ridao Cruz
Svartkalvi (Reinhardtius hippoglossoides) í Norðuratlantshavi hevur stóran vistfrøðiligan og búskaparligan týdning. Svartkalvi kann flokkast í fleiri stovnar (vegna ymisk gýtingarøki), men lívfrøðiligu grundgevingarnar fyri flokkingini eru í løtuni nakað ógreiðar.
Endamálið við verkætlanini er at at fáa betri greiði á útbreiðslu og stovnsstødd hjá ymsu svartkalvastovnunum, soleiðis at góð ráðgeving kann veitast.
Verkætlanin er gjørd í samstarv við nógvar granskingarstovnar í Norðuratlantshavi.