Óvanligir gestir skolaðir upp í Koltri
Tað var ein óvanlig sjón, sum møtti Jóhannusi Hansen á sandinum í Koltri fyrr í vikuni. Fleiri hvalspýggjur av slagnum Velella velella, betur kendar sum “by-the-wind sailors”, vóru skolaðar upp á turt. Jóhannus Hansen, sum arbeiðir á Tjóðsavninum, setti seg í samband við Havstovuna umvegis funkuna “Sæð okkurt spennandi” á nýggju heimasíðuni hjá Havstovuni. Vit kundu staðfesta, at talan var um hvalspýggjuna Velella velella, sum er sera sjáldsom um okkara leiðir, men vanlig í heitum og tropiskum havøkjum. Hetta ger skrásetingina sera áhugaverda.
Velella velella er sera hugtakandi. Hon kennist á lítla, flata, ovalformaða kroppinum, sum er einar 5 til 7 cm í tvørmáti. Týdningarmesta eyðkennið er gjøgnumskygda “seglið” í erva, sum ger tað møguligt hjá henni at reka í vatnskorpuni við vindinum. Liturin er eyðsýndur bláur og violettur, sum hjálpir henni ikki at vera so sjónlig í sjónum.
Hóast tær eru skildar við víðagitna portugálska hermannin, eru tær ikki vandamiklar fyri fólk. Stingandi kyknurnar, sum tær nýta til at fanga plankton og onnur smá sjódýr við, eru so mikið veikar, at tær ikki eru til serligan ampa fyri menniskju.
Nakrar av hvalspýggjunum eru komnar á Havstovuna og tær verða varðveittar sum partur av nýggjari verkætlan, sum Firum leiðir (leiðari: Amanda Vang), við Havstovuni sum leiðandi í teimum havfrøðiligu pørtunum (Ian Salter). Hesi eintøk verða eisini varðveitt til DNA-sekvensering, sum fer at geva týdningarmiklar upplýsingar um arvafrøðina hjá slagnum og gera okkum betri før fyri at skilja teirra útbreiðslu og vistfrøði.
Havstovan takkar Jóhannusi Hansen fyri at hava vent sær til Havstovuna við hesi áhugaverdu eygleiðing.
Nakrar av forvitnisligu hvalspýggjunum, sum vóru skolaðar upp í Koltri.
Viðkomandi tíðindi
Sæð serliga hvalspýggju
07.11.2024
Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka …
Óvanligir gestir skolaðir upp í Koltri
04.09.2024
Tað var ein óvanlig sjón, sum møtti Jóhannusi Hansen á sandinum í Koltri fyrr í vikuni. Fleiri hvalspýggjur av slagnum Velella velella, betur kendar s…
Gráhávur – ein sjáldsamur gestur
07.06.2024
Herfyri fekk Havstovan ein gráháv (Galeorhinus galeus) at kanna. Hávurin var fingin á línu við Suðuroynna. Hetta er triðja skráseting av gráhávi í før…
Silvurkalvi rikin á land
20.01.2020
29. november 2019 ringdi Birgir Mikkelsen úr Klaksvík á Havstovuna, um at ein ”óvanligur” fiskur var rikin á land, beint niðan fyri Føroya Bjór í Klak…
Lítla- og stóra nebbasild fingnar á Landgrunninum í oktobur
27.11.2019
Nebbasild er týdningarmikil liður í føðiketuni á føroyska landgrunninum, serstakliga sum føði hjá til dømis toski og lunda. Higartil hava kanningar á …
Slánar inni við land
23.09.2019
Tað hava verið nógvir stórir toskar at fingið inni við land í seinastuni. Fleiri av hesum fiskum hava verið sera rak, tað sum verður kallað slánar. Sa…
Flóðaldur 29.- 30. juni 2019
09.07.2019
Sunnumorgunin 30. juni 2019 vóru fólk ymsa staðni kring landið varug við, at óvanligar aldur vóru at síggja, t.d. í Vági, Tórshavn og Kollafirði. Hett…