Seinasta lundapisan klár at fara
Nú er seinasta pisan í Byrgisbakka í Skúgvi klár at fara; bara eitt sindur av dúni er eftir á høvdinum. Tað er lítil friður á henni. Hon snøggar fjaðrarnar og melur nógv út og inn og roynir enntá veingirnar inni í tronga reiðrinum. Pisurnar hava fingið nógv at eta í summar, og tað er alt nebbasild. Á filmsbrotinum her sæst, tá ið pisan fekk eta í morgun.
Havstovan hevur fylgt gongdini í nøkrum lundaholum í Byrgisbakka síðani 2005, millum annað við at hava kamera í holunum. Í 2010 og 2011 vurpu ávikavist 7 og 8 lundar, men teir rýmdu frá eggunum, áðrenn nøkur pisa kom út. Í 2012 vurpu 12 lundar, og 6 pisur komu út, men tær fyrstu 5 doyðu, tá tær vóru um eina viku gamlar. Tann 6. pisan kláraði tað, og varð floygd 12. september, sum er ein heilur mánaður seinni enn vanligt. Í 2013 vurpu 11 lundar, fýra pisur komu út, men bara ein bleiv floygd. Síðani tá hevur gingist betur og allar pisurnar eru floygdar.
Sjálvt um hetta er eitt lítið tal at meta út frá, so kann sigast, at í Byrgisbakka hava seinastu trý til fýra árini verið munandi betri enn frammanundan, og 2017 er helst tað besta árið síðani 2002.
Viðkomandi tíðindi
Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni
19.07.2022
Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…
Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni
19.08.2021
Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gj…
Seinasta lundapisan klár at fara
01.09.2017
Nú er seinasta pisan í Byrgisbakka í Skúgvi klár at fara; bara eitt sindur av dúni er eftir á høvdinum. Tað er lítil friður á henni. Hon snøggar fjaðr…
Pisurnar doyggja í hungri
07.11.2013
Nebbasildin, sum er besta føðin hjá lundanum, hevur svikið so dyggiliga, at stórur partur av lundanum verpur als ikki ella gevst at verma, áðrenn pisa…