Harðir vetrar stimbra sjófugl
Støðan hjá føroyska sjófuglinum er nógv batnað seinastu tvey árini – eftir 15 sera vánalig ár. T.d komu væl fleiri ritupisur undan bæði í 2016 og 2017. Í nýggjari grein, prentað í tíðarritinum Frontiers in Marine Science, verður víst á, at vindharði veturin 2014-2015 er helst ein orsøk til betraðu lívskorini hjá sjófugli.
Nýggj tøkni (Geolocators) ger tað møguligt at fylgja ferðingini hjá sjófugli. Við hesum sæst, at fleiri sløg av sjófugli frá bjørgum kring alt Norðuratlantshavið sita á opnum havi sunnan fyri Grønland stóran part av vetrinum. Havumhvørvið um veturin á hesum opnu leiðum – eisini nevnt subpolari meldurin – kann avgera, hvussu tað hilnast hjá t.d. føroysku rituni at fáa pisur summarið eftir. Subpolari meldurin kann broytast nógv frá ári til annað, og møguligt er at spáa um eyðmerktar havfrøðiligar broytingar eitt til tvey ár frammanundan.
Í grein skrivað í fjør spáddi Havstovan, at kaldi og vindharði veturin 2014-2015 fór at føra til betri taðing av sjónum, meira gróður, størri nøgd av reyðæti og tískil helst meira føði til bæði sjófugl og fisk. Áhugavert er, at hetta nú tykist at gerast veruleiki.
Viðkomandi tíðindi
Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið millum tað allarbesta, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað.…
Vevmyndir úr lundaholum í Skúvoynni
Havstovan hevur í nøkur ár fylgt við gongdini í lundaholum í Skúvoynni við vevmyndatólum. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2005. 15 lundaholur eru gjørdar úr plastikkrørum, og í hvørjum reiðri…
Við til at friða týdningarmikiðøki í altjóða sjógvi
Flestu sjófuglasløg í Norðuratlantshavi eru minkað ógvuliga nógv seinastu áratíggjuni. Nógvar kanningareru gjørdar fyri at royna at finna útav, hví so er. Bæði tí at man vil skilja, hvat liggur…
Fuglurin rýmir úr Vestmannabjørgunum
Bert 5% av lomviga og 1% av ritureiðrum vóru at síggja i Vestmannabjørgunum summarið 2021, samanborið við teljingar í ávikavist 1972 og 1987. Hetta er úr Sjóvarmál 2022, les víðari…