
Væleydnaður aðalfundur hjá evropiska felagnum fyri havrannsóknarskip liðugur
Havstovan hevur í døgunum 2. til 4. juni skipað fyri 27’th ERVO Annual Meeting í Kongshøll í Havn. ERVO stendur fyri European Research Vessel Operators.
Luttakarar á hesum fundi eru reiðarar, samskiparar og ábyrgdarpersónar, sum taka sær av teimum evropisku havrannsóknarskipunum. 75 umboð úr umleið 25 londum í Evropa luttóku.

Tórshavnar kommuna tók væl ímóti gestunum, har Elsa Berg, borgarstjóri, bjóðaði øllum vælkomnum á móttøku tann 2. juni.
Á skránni fyri árliga fundin vóru nógvir fyrilestrar, har kunning um seinasta nýggja innan skipasmíð og útgerð vm. til havrannsóknarskip varð løgd fram. Harumframt hevði Marita Rasmussen, stjóri, frágreiðing um Havstovuna og virksemið, og tekniski stjórin, Leon Smith, hevði framløgu um Jákup Sverra. Mourits Mohr, stjóri á MEST, hevði eisini eina framløgu um MEST og tær veitingar, sum MEST bjóðar. Getthin Roberts frá Umhvørvisstovuni hevði somuleiðis fyrilestur um botnuppmátingar, sum sjókortdeildin á Umhvørvisstovuni ger umborð á Jákup Sverra.
Ráðstevnan endaði við at farið varð umborð á Jákup Sverra og á Mest til rundvísing.




Ferðaskrivstovan 62°N stóð fyri tí praktiska arbeiðinum, og gekk hetta einastandandi væl.
Stuðlar til ráðstevnuna vóru: Tórshavnar Kommuna, MEST, Kongsberg og P&O

Viðkomandi tíðindi

Væleydnaður aðalfundur hjá evropiska felagnum fyri havrannsóknarskip liðugur
05.06.2025
Havstovan hevur í døgunum 2. til 4. juni skipað fyri 27’th ERVO Annual Meeting í Kongshøll í Havn. ERVO stendur fyri European Research Vessel Operator…

Sildakanningar norðanfyri
13.05.2025
Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi. Meir…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri
14.04.2025
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaf…

Eitt vet meira av toski
20.03.2025
Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er r…

Laksur fingin á Landgrunninum
11.03.2025
Á yvirlitstrolingini á Landgrunninum í februar fekk Jákup Sverri ein laks í trolið norðan fyri Føroyar. Laksurin hevði púra óskaddar fjaðrar og stert,…

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan
13.02.2025
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…

Jákup Sverri fiskar til Sjósavnið
07.10.2024
Mikudagin 2. oktober kom Jákup Sverri aftur av merkingartúri. Umframt at merkja fisk, so vóru fiskar tiknir heim við til Sjósavnið at vísa fram. Á for…

Meir av toski og nógv av hýsu
16.09.2024
Yvirlitstrolingar vórðu gjørdar á Landgrunninum í august. Úrslitini av kanningunum vísa eina øking í nøgd av toski í mun til síðstu fimm árini, men nø…

Jákup Sverri aftur av makreltúri
17.07.2024
Sunnukvøldið 14. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her. Tá hini skipini eru liðug við kanningarn…

Telja hval á sjeynda sinni
01.07.2024
Føroyar luttaka í summar í altjóða hvalateljing saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi. Endamálið er at telja hval so víða um í Norðuratlantshavi sum …

Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri
28.05.2024
Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
27.05.2024
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
15.05.2024
Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri
30.04.2024
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024. Ekkóvir…

Eitt vet meira av toski á føroyska landgrunninum
14.03.2024
Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” hevur gjørt ta árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum, har 100 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framv…

Merking av fiski á Føroyabanka
13.10.2023
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur árliga merkingartúrin. Í ár var dentur lagdur á at merkja fisk á Føroyabanka, tí nú er aftur væl a…

Lítið av gulllaksi at fáa á djúpum vatni
13.10.2023
Rannsóknarskipið Jákup Sverri er júst liðugur við árligu yvirlitstrolingina á djúpum vatni kring Føroyar, har 51 hál á ein tíma vórðu tikin. Á túrinum…

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar
18.09.2023
Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” er liðugur við yvirlitstrolingarnar á sumri í ár. Rannsóknarskipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál…

Minni av makreli í Norðurhøvum
24.08.2023
Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er…

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
26.07.2023
Mánadagin 17. juli kom Jákup Sverri aftur av árligu makrelkanningunum norðanfyri. Makrelur var fingin víða um í kanningarøkinum, men fyri tað nógva í …

Yngul- og ætikanningar 2023
03.07.2023
Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vís…

Nøgdin av svartkalva í 2023 er sum eitt miðalár
22.06.2023
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur júst verið á árliga svartkalvatúrinum, sum byrjaði í 1995 fyri at fylgja við nøgdunum av svartkalva í føroyskum sj…

Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað
13.06.2023
Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt e…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri
26.05.2023
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…

Jákup Sverri liðugur við sildakanningar
17.05.2023
Týsdagin 16. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Sild var at síggja í mestsum øllum kanningarøkinum hjá …

Nógvur svartkjaftur sunnanfyri
13.04.2023
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til …

Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum
12.04.2023
Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum, har tilsamans 91 støðir á ein tíma vórðu tiknar. Stø…

Nógvar kanningar gerast á Føroyabanka
15.03.2023
Komandi vikuna skal havrannsókarskipið Jákup Sverri á Føroyabanka í sambandi við árligu yvirlitistrolingina um várið. Umframt kanning av støðuni hjá b…

Jákup Sverri farin á fyrsta túrin í 2023
13.02.2023
Í síðstu viku fór Jákup Sverri á ársins fyrsta rannsóknartúr eftir sigliætlanini fyri 2023, sum í alt telur 24 kanningartúrar fyri Havstovuna umframt …

Jákup Sverri verið eftir streymmátarum
25.05.2022
Tann 11. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Hetta eru teir fimm mátararnir, sum Jákup Sverri f…

Fish Fair: Framløga um havrannsóknarskipið Jákup Sverra
24.05.2022
Leon Smith, tøkniligur leiðari á Havstovuni hevði mikudagin 18. mai framløgu um fyrireiking, bygging og royndir við nýggja havsrannsóknarskipinum Jáku…

Fiskimálaráðharrin vitjað umborð á Jákup Sverra
19.05.2022
Mikudagin í farnu viku vitjaði fiskimálaráðharrin Árni Skaale saman við umsitingini í Fiskimálaráðnum umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra. Lok…

Gróðurin og nøringin hjá djóraæti á Landgrunninum eru ikki byrjað enn
05.05.2022
Jákup Sverri kannaði í tíðarskeiðinum 20.-27. apríl havfrøði, plantuæti og djóraæti á Landgrunninum. Hesa ársins tíð eru nógvar fiskalarvur í sjónum o…

Opið skip umborð á Jákup Sverra á Tvøroyri
28.04.2022
Eini 300 fólk vitjaðu umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra á Tvøroyri týsdagin 26. apríl. Hetta var í sambandi við umhvørvisvikuna í kommununi….

Nógvur smáur svartkjaftur sunnanfyri
26.04.2022
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar fyri páskir. Fyribilsúrslitini vísa, at nógv er til av …

Stuttfilmur um Jákup Sverra
08.02.2021
Í samband við Vísindavøkuna 2020 er ein heimasíða við nógvum áhugaverdum tilfari gjørd. Á henni er eitt stórt savn av tilfari, bæði frá seinastu vísin…

Nýggja rannsóknarskipið Jákup Sverri
18.12.2020
Jákup Sverri er fyrsta føroyska rannsóknarskipið, sum er bygt til endamálið. Fyri fiskivinnutjóðina Føroyar er nýggja rannsóknarskipið ein stórhending…

Jákup Sverri handaður eigaranum
03.12.2020
Í gjár bleiv avhendingarskjalið og onnur viðkomandi skjøl í sambandi við yvirtøku av nýggja rannsóknarskipinum Jákup Sverra undirskrivað, og skipið er…

Nýggja rannsóknarskipið skal eita Jákup Sverri
19.12.2019
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur tikið avgerð um, at nýggja rannsóknarskipið skal eita “Jákup Sverri”. Skipið fær navn eftir Jákup Sverra Jo…

Skrokkurin skal byggjast í Litava
01.02.2018
MEST hevur júst skrivað undir sáttmála við Western Baltija Shipyard í Litava (www.wbs.lt) um at byggja skrokkin á nýggja havrannsóknarskipinum. Skrokk…

Nýtt havrannsóknarskip liðugt projekterað
23.08.2012
Uppskotið til eitt nýtt havrannsóknarskip, serbygt til føroyskar umstøður og pengapung, er nú klárt at bjóða út. Útbjóðingartilfarið varð latið landss…

Slóðbrótandi sniðgeving
01.09.2009
Torfør uppgáva, einføld loysn! Hetta er niðurstøðan, eftir at liðugt er at sniðgeva okkara nýggja havrannsóknarskip. Arbeiðið at sniðgeva okkara nýggj…