{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul

Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk.

Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic 0-group fish in recruitment processes on the Faroe shelf – with an emphasis on Faroe Plateau cod (Gadus morhua)”. Í ritgerðini eru fimm vísindaligar greinir, sum allar eru givnar út ella góðkendar til útgávu í altjóða vísindaligum tíðarritum.

Sólvá Jacobsen hevur verið innskrivað á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og hevur í lestrartíðini verið starvssett á Havstovuni. Vegleiðarar vóru Karin Margretha Húsgarð Larsen (høvuðsvegleiðari) og Eilif Gaard, granskarar á Havstovuni, bæði adjungeraðir lektarar á Fróðskaparsetrinum og Peter Grønkjær, professari á Århus Universitet.

Í metingarnevndini vóru Anni Djurhuus, Fróðskaparsetrið (forkvinna), Torkel Gissel Nielsen, professari á DTU og Stamatina Isari, granskari á Havforskningsinstituttet í Bergen.

Verjan var á Fiskastykkinum í Sandavági. Fyrst legði Sólvá fram sína gransking og niðurstøður. Síðan settu teir báðir andmælingarnir, Torkil G. Nielsen og Stamatina Isari, henni spurningar. Tey tjakaðust um ymiskar lutir í ritgerðini og Sólvá svaraði sera væl fyri seg.

Metingarfólkini lótu sera væl at ritgerðini og røstu Sólvá Jacobsen fyri hennara gransking.

Verkætlanin varð fíggjað av Granskingarráðnum, Statoil, Fiskivinnuroyndum og Havstovuni.

Ein samandráttur av ritgerðini kann lesast niðanfyri.

Føroyskur samandráttur av ritgerðini

Føroyski landgrunnurin hevur stóran týdning fyri føroysku fiskivinnuna, og ynskiligt er at skilja samansettu vistskipanina á Landgrunninum væl. Yngulin í sjónum er grundarlagið undir tilgongd av fiski og sjófugli, og leingi hevur verið greitt, at tað eru stórir munir í nøgd av yngli frá ári til annað. Yvirlivilsi fyrstu livitíðina hjá eitt nú toski hevur stóran týdning fyri endaligu tilgongdina. Endamálið við hesi verkætlan var at fáa betri kunnleika um yngulin á Landgrunninum. Yngul-kanningar, sum Havstovan hevur gjørt seinastu 50 árini, eru gagnnýttar saman við dátum um føði hjá ynglinum. Úrslitini frá verkætlanini geva eina betri heildarfatan av, hvussu broytingar í havinum ávirka yngulin, hvussu yngulin á Landgrunninum er tengdur at nøgd av føði og hvussu yngulin ávirkar aðrar verur í vistskipanini eitt nú djóraæti og fisk.

Høvuðsúrslit

Meginparturin av ynglinum á Landgrunninum, fingin í seinnu helvt av juni, er frá toski, hýsu, nebbasild og hvítingsbróðuri. Miðaltalið og miðallongdin á hesum fýra yngulsløgum á Landgrunninum sveiggja eins ímillum ár. Tá nógvur yngul er, er hann í miðal eisini størri, enn tá lítið av yngli er.

Flestu fiskasløg um okkara leiðir gýta um várið. Larvurnar og yngulin liva uppi í sjónum fyrstu mánaðirnar. Tey reka frítt við sjóvarfallsstreymunum, og liva hesa tíðina av djóraæti. Sjóvarfalsfronturin ger, at larvurnar ikki reka av Landgrunninum. Fyri tosk er tað soleiðis, at í fyrstani t.e. í apríl, tá larvan er 4-9 mm long, er føðin egg og ungar frá djóraætinum, serliga av tí oseaniska vatnloppu slagnum Calanus finmarchicus, men sum larvan veksur kann hon gloypa størri og størri føði. Lítla fiskalarvan hevur ikki fjarðar og stert, og megnar tí illa at svimja og fanga sær føði. Tá toskalarvan er uml. 10 mm í mai, broytir hon skap og fer at líkjast meira vaksna fiskinum. Hendan broytingin krevur nógva orku, og um hettar mundið etur larvan miðalstórar vatnloppur, sum einamest eru landgrunnasløg. Í juni, tá toskurin er uml. 20 mm, kalla vit hann yngul. Toskayngul, sum er 20-30 mm, etur mest stórar vatnloppur av slagnum C. finmarchicus. Frá 30-40 mm etur yngulin eisini krabbalarvur, og tá toskurin er uml. 40 mm ella 4 cm ferðast hann inn ímóti landi og niður ímóti botni, har hann livir inni við land tey næstu 2 árini.

Nøgdin og miðallongdin á ynglinum, fingin í seinnu helvt av juni, er tengd at gróðurinum. Meira gróður, tess meira er av yngli og eisini er yngulin størri, enn tá lítil gróður er. Nytrukanningar av toskayngli vísa, at yvirlivilsið og vøksturin eru betri tey ár, tá nógvur gróður er á Landgrunninum. Ein vakstrar- og yvirlivilsis-fløskuhálsur er staðfestur at vera um miðjan mai, tá larvan er uml. 10 mm.

Tá gróðurin fer í gongd, byrjar djóraætið at nørast, og broytingar í nøringini frá ári til annað er helst ein høvuðsorsøk til, at yngultølini sveiggja so nógv ímillum ár. Men rák av C. finmarchicus frá opnum havi inn á Landgrunnin hevur eisini týdning fyri nøgd av toskalarvum í juni, kanska serliga rák fyrstu tíðina beint eftir gýting tvs. síðst í apríl/fyrst í mai. Tað er tí ørkymlandi, at júst egg framleiðslan hjá C. finmarchicus síðst í apríl er minkað í tíðarskeiðinum 2008-2020 í mun til tíðarskeiðið 1997-2007.

Viðvíkjandi nøgd av djóraæti á Landgrunninum, sæst eitt týðiligt øvugt samband við nøgd av yngli. Tvs. at tey ár, tá ið nógvar larvur og yngul eru um várið og summarið, so er minni av djóraæti (í vekt). Hettar kemst av, at tá nógvar larvur og yngul eru í sjónum (sum eta djóraæti), avmarkað tey samlaðu vektina av djóraæti.

Toskayngul og støddin á toskastovninum

Yvirlivilsi hjá toskalarvum hevur týdning fyri endaligu tilgongdina til toskastovnin, hóast sambandið ímillum nøgd av yngli og tilgondina er betri summi tíðarskeið enn onnur. Nøgdin av toskalarvum beint eftir gýting er beinleiðis tengd at støddini á gýtingarstovninum. Tað er tískil týdningarmikið at varðveita ein burðardyggan gýtingarstovn. Men tá tað er sagt, so er tað yvirlivilsi frá larvu til yngul, sum hevur størri týdning fyri tilgongdina.

Karin M. H. Larsen

Umhvørvi

Deildarleiðari, Ph.D, Havfrøðingur

karinl@hav.fo / +298 79 39 30

Vangi í PURE / Greinar / CV

Eilif Gaard

Umhvørvi

Lívfrøðingur, Dr. Philos

eilifg@hav.fo / +298 79 39 31

Vangi í PURE / Greinar / CV

Viðkomandi tíðindi

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul

14.05.2025

Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental d…

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði

06.05.2025

“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og…

Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?

27.03.2025

Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tí…

Minni av toskayngli í ár

15.08.2024

Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár

22.07.2024

Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri

28.05.2024

Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Broytingar í plantuæti

08.02.2024

Nýggj grein í tíðarritinum Global Change Biology vísir, at ein sterkari subpolarur meldur eftir 2013 broytti plantuætisamfelagið fram við Europeiska l…

Yngul- og ætikanningar 2023

03.07.2023

Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vís…

Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað

13.06.2023

Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt e…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri

26.05.2023

Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…

Nýtt ár við kanningum av æti í Skopunarfirði

17.01.2023

Í góðum samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin pumpar …

Føði til toskalarvur ávirkar tilgongdina

06.12.2022

Tilgongdin til toskastovnin á Landgrunninum broytist nógv frá einum ári til annað. Flestu ár síðani 2005 hevur tilgongdin verið sera vánalig, og hon e…

Norðurlendskur fundur um plantuæti

07.10.2022

Í døgunum 3-5. oktober hevði norðurlendski arbeiðsbólkurin NOMP (Nordic Marine Phytoplankton) fund um plantuæti á Vinnuháskúlanum. Fiskaaling og Havst…

Jákup Sverri á yngul- og ætikanningum í juni

18.07.2022

Í seinnu helvt av juni vórðu afturvendandi yngul- og ætikanningar gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka. Nøgdin av toska- og hvítingsbróðuryngli er t…

Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild

10.05.2022

Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrsl…

Føðin avger yvirlivilsi hjá toskalarvum

10.05.2022

Føðiviðurskiftini hjá toskalarvum á føroyska landgrunninum eru sera óstøðug. Góður gróður um várið økir um nøringinahjá djóraætinum, og tað er avgeran…

Gróðurin og nøringin hjá djóraæti á Landgrunninum eru ikki byrjað enn

05.05.2022

Jákup Sverri kannaði í tíðarskeiðinum 20.-27. apríl havfrøði, plantuæti og djóraæti á Landgrunninum. Hesa ársins tíð eru nógvar fiskalarvur í sjónum o…

Gýtingin hjá reyðæti um várið er í minking

28.02.2022

Síðani 1997 eru á hvørjum ári gjørdar mátingar av eggframleiðsluni hjá reyðæti (Calanus finmarchicus) á Landgrunninum. Kanningarnar verða gjørdar síðs…

Mesopelagisk djór umboða heimsins størstu migratión

12.01.2021

Ein ovurhonds stór nøgd av havsins smáu djórum koma upp móti vatnskorpuni at eta um náttina, og ferðast niður í dýpið og myrkrið undan predatorum/ránd…

Livandi rundorma-larva funnin í reyðæti

18.12.2020

Regluligu planktonkanningarnar av sjógvi frá Lívfiskastøðini í Skopun sýndu eitt óvæntað úrslit: Tá prøvin varð kannaðurundir mikroskopi sást, at eitt…

Kaldur Eysturíslandssjógvur týdning fyri nøgdir av djóraæti norðan fyri Føroyar

18.12.2020

Samanrenning og blanding av heitum Atlantssjógvi og køldum Eysturíslandssjógvi ger eitt frontøki norðan fyri Føroyar, sum er ríkt í djóraæti. Nýggj gr…

Tá várgróðurin er góður, kemur meira undan av yngli á Landgrunninum og hann veksur betri

18.09.2019

Ein vísindalig grein við heitinum “Environmentally Driven Ecological Fluctuations on the Faroe Shelf Revealed by Fish Juvenile Surveys” er almannakunn…

Djóraæti á Landgrunninum týdning fyri fiskalarvur

23.10.2018

Fyri livilíkindini hjá næsta ættar liðnum av fiski, teimum viðkvomu fiska larvunum, hevur millum annað nøgd og slagsamanseting av djóraæti inni á Land…

Kaldur Íslandssjógvur hevur týdning fyri nøgdirnar av reyðæti norðan fyri Føroyar

18.06.2018

Reyðæti er høvuðsføði hjá norðhavssild, sum kemur til beitiøkið norðan fyri Føroyar um summarið. Ein nýggj vísindalig grein vísir, at kaldur Íslandssj…

Reyðæti í Bankarennuni

31.05.2018

Um heystið og veturin rekur reyðæti norður ígjøgnum tann djúpa partin av Bankarennuni. Hetta eru djór, sum eru í vetrardvala í djúpum sjógvi norðan fy…

Minni taðing í Norðuratlantshavinum

23.11.2017

Júst sum grasið á landi, krevur gróður í sjónum eisini tøðevni fyri at vaksa. Í nýggjari grein (http://rdcu.be/x8i0), útgivin í Nature Scientific Repo…

Gróður og tøðevni á sumri

17.10.2017

Í juli í ár kunngjørdi tíðarritið “Continental Shelf Research” eina nýggja grein frá Havstovuni: “Faroe shelf bloom phenology – The importance of ocea…

Kanna nýggja ættarliðið í juni og juli

09.10.2017

Tríggjar mánaðir eftir at toskurin hevur gýtt, fer Magnus Heinason út at kanna hvussu nógvur toskayngul er, hvussu stórur hann er og hvar hann er at f…

Toskayngul etin upp innanífrá av rundormi

09.10.2017

Inni í búkholuni á toskayngli eru funnar rundorma larvur av slagnum Hysterothylacium aduncum, ið hava toskafiskar sum endavert. Tær eru kravmiklar til…

Skúmið er gróður

19.05.2017

Gróðurin á føroyska landgrunninum er byrjaður, men hann kann vera torførur at síggja, av tí at plantuæti er sera smáar verur. Men í góðveðrinum í gjár…

Nýggj vísindalig grein um gróðurin á Landgrunninum

08.02.2017

Tann 30. januar í ár kunngjørdi tíðarritið “Journal of Marine Systems” eina nýggja grein frá Havstovuni: “Phenologically distinct phytoplankton region…

Spískamarið hjá uppsjóvarfiskinum

01.09.2008

Sildin, svartkjafturin og makrelurin í Norðuratlantshavi savnast á hvørjum ári í havøkinum norðan fyri Føroyar. Har er góður gróður, sera nógv æti og …

Eitrandi algur drupu nærum 100.000 alisíl

01.09.2007

Eitrandi algan Heterosigma carterae gjørdi tvær reisir um seg í einum alibrúki í Kaldsbaksfirði í fjør. Hetta er úr Sjóvarmál 2007, les víðari her. Vi…

Svarið blæsur í vetrarkuldanum

01.09.2007

Okkurt bendir á, at kaldir vetrar geva góðan plantugróður á Landgrunninum, sum er grundarlagið undir øllum fiskastovnunum. Svarið til gátuna um góð og…