Grein um lága saltinnihaldið á okkara leiðum
Havstovan hevur seinastu árini í fleiri umførum skrivað um metlágt saltinnihald í føroyskum sjógvi seinastu 3-4 árini. Síðani methøgt saltinnihald var mált í 2009, hevur saltinnihaldið sum heild verið lækkandi, men á sumri 2016 lækkaði saltinnihaldið óvanliga nógv. Hetta førdi við sær, at metlág virðir blivu máld í 2017, 2018 og 2019 á Landgrunninum eins og úti á Opnum havi.
Nú er nýggj grein komin út, sum lýsir meiri, hví saltinnihaldið lækkaði so nógv. Í greinini verður víst á tríggjar samanfallandi orsøkir: Í 2012 broyttust havstreymarnir út fyri New Foundlandi, soleiðis at meiri feskvatn av Labrador landgrunninum bleiv ført út í subpolara meldurin. Samstundis øktist avfallið sum heild yvir meldrinum, soleiðis at sjógvurin í meldrinum bleiv óvanliga feskur. Tá meldurin í 2014-2016 styrknaði, bleiv tann óvanliga feski sjógvurin skjótt førdur inn í føroyskt sjóøki, og hetta førdi til tað ógvusliga fallið í saltinnihaldi, sum higartil er mátað. Hetta sást týðiliga á sumri og út á heystið 2016, eitt nú í Bankarennuni og við Lívfiskastøðina í Skopun.
Greinin er skrivað í samstarvi við granskarar í fleiri londum og er m.a. stuðlað av H2020 verkætlanini Blue-Action. Greinin er atkomulig hjá øllum og kann lesast her.
Karin Margretha H. Larsen ( karinl@hav.fo)
Viðkomandi tíðindi
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum. …
Djúpur havstreymur fram við Íslandsrygginum útgreinaður
Í dýpinum í Norðurhøvum er ísakaldur sjógvur, sum ferðast suðureftir og flýtir yvir Grønland-Skotland ryggin, serliga gjøgnum Danmarkarsundið og Bankarennuna. Í eini nýggjari útgreining verður víst, at sjógvur úr Íslandshavinum…
Grein um lága saltinnihaldið á okkara leiðum
Havstovan hevur seinastu árini í fleiri umførum skrivað um metlágt saltinnihald í føroyskum sjógvi seinastu 3-4 árini. Síðani methøgt saltinnihald var mált í 2009, hevur saltinnihaldið sum heild verið lækkandi,…
Saltinnihaldið á Landgrunninum framvegis metlágt
Saltinnihaldið í sjónum úti á opnum havi og á Land grunninum lækkaði knappliga á sumri 2016. Í 2017 og 2018 lækkaði saltinnihaldið eitt vet afturat, men serliga á Landgrunninum var…