Yngul- og ætikanning
Túrfrágreiðing
Jákup Sverri, túrur nr. 2532
Tíðarskeið: 18/6-2/7 2025
Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang
Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgrunninum og Føroyabanka, og fáa eitt tíðliga mát fyri árgangsstyrkini hjá toski á Landgrunninum, samstundis sum ábendingar um árgangsstyrkina hjá øðrum fiskasløgum, sum t.d. hýsu, hvítingsbróðri og nebbasild, eisini verða fingnar til vega. Harafturat verður pelagiska vistfrøðin kannað við ymiskum hydrografi- og ætikanningum.

Kanningarnar vístu, at nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og á Føroyabanka (Mynd 1) og væl undir miðal fyri øll sløgini, undantikið hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin av flestu sløgum eitt vet minni enn miðal fyri alt tíðarkeiðið (Talva 1). Á túrinum vórðu fingnar nakrar havállalarvur og ein állalarva. Í 2023 var fyri fyrstu ferð havállur fingin á hesum kanningum, men hetta er fyrstu ferð at állur er fingin. Eisini var óvanliga nógv fingið av lodnuyngli (Mynd 2), og var hann fingin innarlaga á Landgrunninum, kring allar oyggjarnar.

Mynd 1. Vísital (tal yngul pr. hál á túrinum) frá 1983 á Landgrunninum og frá 1991 á Føroyabanka. Grøna brotastrikan er miðal fyri alt tíðarskeiðið. Í 2009, 2011 og 2013 vóru ongar kanningar gjørdar á Føroyabanka.
Talva 1. Miðallongd fyri yngul í 2025 og langtíðarmiðallongd frá 1983-2024.
Miðallongd, mm | 2025 | 1983-2024 |
Toskur á Landgrunninum | 23.7 | 26.9 |
Hýsa | 20.9 | 23.3 |
Nebbasild | 47.5 | 47.7 |
Hvítingsbróður | 23.9 | 26.2 |
Toskur á Føroyabanka | 22.2 | 26.8 |

Mynd 2. Útbreiðslan av lodnuyngli fingin á kanningunum í juni 2025. Kanningarstøðir, har ongin lodna var fingin, eru merktar við “x”.
Miðal sjóvarhitin á Landgrunninum lá millum 9,6-9,9°C. Hetta er heitari enn vit hava sæð seinastu árini (Mynd 3 vinstrumegin). Eftir at saltinnihaldið í eitt tíðarskeið var rættiliga lágt, er tað nú hækkað aftur (Mynd 3 høgrumegin). Sveiggini tykjast at hava samband við skiftandi styrki á Subpolara Meldrinum í Irmingerhavinum, sum ger, at summi tíðarskeið fáa vit meira av feskari sjógvi vestanífrá og onnur tíðarskeið meira av saltari sjógvi úr útsynningi.

Mynd 3. Miðal hiti og saltinnihald (ókalibrerað) í teimum ovastu 50 metrunum av sjónum, ávikavist á støðunum grynri enn 100 m og djúpari enn 150 m botndýpi, í seinnu helvt av juni 2012-2025.
Samlaði gróðurin á Landgrunninum, frá á vári og til síðst í juni, er nakað yvir miðal, men tó minni enn í fjør (Mynd 4). Aðrar kanningar hjá Havstovuni hava víst, at gróðurin hevur verið rættiliga ójavnur hetta tíðarskeiðið. Hann byrjaði rættiliga tíðliga í vár, minkaði síðan aftur í mai, men vaks so nógv í fyrru helvt av juni. Í seinnu helvt av juni minkaði hann aftur heilt nógv. Samlaði gróðurin á Mynd 4 er sostatt eitt úrslit av sera ójøvnum gróðri í vár og summar.
Havstovan hevur fleiri ferðir víst á, at góður gróður á Landgrunninum er ein týdningarmikil fortreyt fyri árgangsstyrki og sterkt samband er millum nøgd av gróðri og tilgongd til toskastovnin. Nøgdin av yngli í ár er tískil heldur minni enn væntað í mun til nøgd av gróðri. Møguliga hava vánaligu umstøðurnar í mai havt munandi neiliga ávirkan á yngulvísitalið í ár.
Mynd 4. Gróður á Landgrunninum frá á vári og til 26. juni, árini 1990-2025. Brotastrikan vísir miðal fyri øll árini.

Túrfrágreiðingar
Yngul- og ætikanning
02.07.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2532 Tíðarskeið: 18/6-2/7 2025 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yn…
Biologisk oceanografi
14.05.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2520 Tíðarskeið: 23-30/4 2025 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: Kanna plantu- og djóraplankton samfelagið og hvussu …
Reyðæti í Bankarennuni
09.10.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2444 Tíðarskeið: 2-9/10 2024 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: Um heystið og veturin er reyðæti í dvala í djúpum sjó…
Yngul- og ætikanning
26.06.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yng…
Biologisk oseanografi
15.05.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2418 Tíðarskeið: 8/5-15/5 2023 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: At kanna menning av plantu- og djóraplankton samfel…
Standard hydrografi
05.09.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2342 Tíðarskeið: 30/08 – 05/09 2023 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Toktleiðari: Ian Salter Endamál: Endamálið við túrinum e…
Yngul og Æti
29.06.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2330 Tíðarskeið: 15-29/6 2023 Ábyrgd: Hannipoula Olsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yngul og æti á Landgru…
Biologisk oceanografi
31.05.2023
Jákup Sverri, túrur nr. 2324 Tíðarskeið: 24/5-31/5 2023 Ábyrgd: Eilif Gaard Endamál: At kanna Menning av plantu- og djóraæti á Landgrunninumum um vári…
Viðkomandi tíðindi

Lítið av yngli í summar
20.08.2025
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á fles…

Reydligur sjógvur kring oyggjarnar
26.06.2025
Seinastu vikurnar hevur Havstovan fingið fráboðanir um reydligan sjógv ymsa staðni undir landi. Vit hava fingið nøkur sýni, og greiningar vísa, at tal…

Makrelgýting við Føroyar kannað
10.06.2025
Í farnu viku varð Jákup Sverri liðugur at kanna makrelgýting á leiðunum kring Føroyar. Mest av makreleggum vóru í økjunum móti evropisku hellingini ey…

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
14.05.2025
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental d…

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
06.05.2025
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og…

Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?
27.03.2025
Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tí…

Sæð serliga hvalspýggju
07.11.2024
Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka …

Inga framløgu um djóraæti
13.09.2024
Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongs…