{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Makrelegg

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2526

Tíðarskeið: 21/5-2/6 2025

Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen

Endamál: At kanna útbreiðslu og nøgd av makreleggum í havøkjunum kring Føroyar.

Kanningin er skipað sum felagskanning yvir tíðarskeiðið frá januar til juli í gýtingarøkinum hjá makreli, t.v.s. frá Portugal til okkara leiðir. Londini, sum taka lut í kanningini, eru Danmark, Føroyar, Niðurlond, Írland, Noreg, Portugal, Skotland, Spania, Stóra Bretland og Týskland.

Tiknar vórðu 113 støðir við gulfinum (Mynd 1), umframt 3 hál við flótitrolinum (víst sum ávikavist reyðir sirklar og bláir ferhyrningar á myndini omanfyri).

Mynd 1. Gulf VII varð nýttur til at savna fiskaegg.

Mynd 2. Prøvi við makreleggum. Makreleggini eru 1.1-1.3 mm í diametur, og alt eftir hvussu heitur sjógvurin er, tekur tað 1-2 vikur fyri tey at klekjast. Á myndini síggjast bæði nýgýtt egg (1), egg, har larvan byrjar at síggjast (2) og egg við nærum klekingarbúnum larvum (3). Til sjálva stovnsmetingina verður bara talið av daggomlum makreleggum nýtt.

Tilsamans vóru umleið 13000 fiskaegg savnaði, harav umleið 12000 makrelegg (Mynd 2). Tey eggini, ið ikki vóru makrelegg, vóru frá øðrum fiskasløgum, t.d. lakssild.

Makrelgýting verður kannað triðja hvørt ár og í kanningarøkinum hjá Jákup Sverra vóru í ár umleið 25% færri makrelegg enn í 2022. Mest av makreleggum vóru í økjunum móti evropisku hellingini eystan fyri Føroyar, og í Bankarennuni og út av Landgrunninum vestanfyri (Mynd 3).

Mynd 3. Nøgdin av makreleggum á hvørji støð, avmyndað sum ljósareyðir sirklar. Støðir við ongum makreleggum eru vístar sum ‘x’ og trolstøðir eru vístar sum bláir ferhyrningar. 2000 m, 1000 m, 500 m og 200 m dýpdarlinjur eru vístar við gráum linjum og landamørk við brúnligum linjum. Litirnir á myndini vísa miðal vatnskorpuhita, mátað við fylgisveini 15.-18. maj 2025.

Tó at kanningarnar vórðu gjørdar um somu tíð og í sama øki, sum fyri trimum árum síðani, var hitin, serliga á leiðunum sunnanfyri Føroyar í ár (Mynd 3), sum heild væl hægri enn tá kannað varð í 2022 (Mynd 4).

Mynd 4. Nøgdin av makreleggum tá somu kanningar vóru gjørdar í 2022. Eins og á Mynd 3 vísa litirnir miðal vatnskorpuhita, tó her fyri tíðarskeiðið 8-18/5-2022. Legg til merkis at litskalin á hesi myndini spennir frá 6°-12°C, meðan hann á Mynd 3 spennir frá 6°-13°C.


Túrfrágreiðingar

Viðkomandi tíðindi

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti

09.06.2026

Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), …

Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%

20.05.2026

Tað vístu felags ekkókanningarnar av svartkjafti, gjørdar í írskum, bretskum og føroyskum sjógvi í tíðarskeiðinum 20. mars til 8. apríl í ár. Vísitali…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026

30.09.2025

Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild. Makrelur Tilmælið fyri makrel …

Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann møguliga framsigast

10.07.2025

Sera broytiliga støddin á svartkjaftastovninum verður avgjørd bæði av fiskitrýsti og av tilgongdini av ungfiski. Nýggj grein gevur, fyri fyrstu ferð b…

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði

06.05.2025

“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og…

Svartkjaftastovnurin í minking

02.05.2025

Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti í 2025 lækkar við 30% í mun til í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í f…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

14.04.2025

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaf…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

30.09.2024

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…