{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Standard hydrografi – Streymmátarar upp

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2420

Tíðarskeið: 15-22/5 2024

Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen

Endamál: Endamálið við túrinum var at taka streymmátarar upp og at fylgja við hydrografisku broytingunum í havinum kring Føroyar. Túrurin er ein partur av teimum regluligu kanningunum eftir standard hydrografiskum skurðum.

Á túrinum skuldu fýra streymmátaraboyur takast upp; tvær boyur í Bankarennuni og tvær norðanfyri. Eisini skuldi ein sonevnd PIES (Pressure Inverted Echo Sounder), sum lá á eini standardstøð norðanfyri, takast upp. Hesar komu allar upp og vórðu tiknar innanborða í øllum góðum. Seks hydrografi skurðir blivu tiknir á túrinum: Skurður J norðanfyri; skurður R av Rygginum og inn móti Mykinesi; skurður V millum Sandoy og Bankan; skurður K frá kantinum í Bankarennuni og inn móti Koltri; skurður E av Høgnaboða og móti Hetlandi og skurður S miðskeiðis úr Hetlandsrennuni og inn á Munkagrunnin. Tiknar vóru tilsaman 72 CTD støðir á túrinum. Glúpur og prøvar til at kanna salt, tøðevnir, CO2 og plantuæti blivu tikin á standardskurðunum sambært sýnishondbókni. Á øllum støðum var CTDin brúkt at máta vertikalar profilar av hita, saltinnihaldi, oksygen og gróðri (fluorescence). Á øllum túrinum varð mátað ávegis við streymmátaranum á kjølinum (SADCP), eins og Ávegis dátusavnarin mátaði hita og saltinnihald í vatnskorpuni allan túrin.

Fyribils úrslit frá hydrografi skurðunum vísa, at nógvur gróður var so at siga alla staðni. Útiá var sjógvurin nógvastaðni lagdeildur við einum 20-30 metra vatnskorpulagi. Í hesum lagi var á nøkrum støðum sera nógvur gróður. Á skurði K, sum gongur gjøgnum gróðrarríkasta økið á Landgrunninum, var sjógvurin lagdeildur heilt inn móti landi. Einans tvær tær innastu støðirnar vóru ikki lagdeildar. Á hesum báðum støðunum vístu mátingarnar frá CTDini ikki so nógvan gróður, men í glúpunum, sum vóru tiknir á hesum støðunum, var at síggja til nógvur gróður. Hesar báðar støðirnar eru ávikavist vestan fyri Koltur og norðast í Skopunarfirði og kunnu samanberast við gróðurin, ið verður mátaður í Skopun.

Frá glúpinum, sum bleiv tikin á støðini beint vestan fyri Koltur. Myrkagrøni liturin bendir á nógvan gróður.

Mynd 1. Fyribils úrslit frá skurði J frá Landgrunninum (støð nr. 8 vinstrumegin á myndunum) og norðureftir (tv. hiti, í miðjuni saltinnihald og th. oksygen). Eysturíslandssjógvur sæst niðri við botn á støð 3 og 4 – hetta sæst við lága saltinnihaldinum á 400-550 metra dýpi (myrkablátt á mittastu mynd). Hesin sjógvur er nýliga sokkin og hevur tískil nógv oksygen í sær (reytt á myndini th.).

Mynd 2. Fyribils úrslit frá standardskurði R. Støð 1 er á Rygginum og støð 8 er vestanfyri Mykines (tv. hiti, í miðjuni saltinnihald og th. oksygen). Saltinnihaldið vísir eina kjarnu av Atlantssjógvi (myrka reytt) á veg inn í Norskahavið og í dýpinum sæst nakað av køldum yvirflotssjógvi.

Mynd 3. Fyribils úrslit frá standardskurði V. Støð 1 er vestan fyri Sandoy og støð 15 er á Bankanum (tv. hiti, í miðjuni saltinnihald og th. oksygen). Saltinnihaldið bendir á, at í ovaru løgunum fyllir Atlantssjógvur meginpartin av Bankarennuni, inn á Bankan og eisini væl inn á Landgrunnskantin. Hetta sæst eisini í tí heldur lága oksygeninnihaldinum (myrkablátt á myndini th.).

Mynd 4. Partur av skíggjamynd frá ekkólodd-telduni tá streymmátararnir í Bankarennuni blivu tiknir upp. Ein sonevnd intern alda, sum tykist bróta, sæst á hvassa markinum millum Atlantssjógv og yvirflotssjógv. Atlantssjógvurin hevur nógv ekkó í sær, sum helst stavar frá djóraæti, meðan yvirflotssjógvurin er heilt reinur og sýnist svartur niðast á myndini. Tað reyða niðast er botnurin, sum er 850m, har NWFC boyan liggur. Munurin í ekkó frá teimum báðu sløgunum av sjógvi ger, at aldan sæst á hesi myndini.

Mynd 5. Fyribils úrslit frá skurði K. Støð 1 er í kantinum á Bankarennuni og støð 11 er í Skopunarfirði (ovast tv. hiti, ovast th. saltinnihald, niðast tv. Oksygen og niðast th. fluorescence, sum er eitt mát fyri plantugróður). Hitin vísir, at sjógvurin inni á er lagdeildur við heitum sjógvi í erva og køldum í neðra (myrka blátt). Tað sermerkta er, at saltinnihaldið í hesi lagdeiling er býtt sundur í Atlantssjógv í ytra partinum (reytt í erva á støð 3-5) og feskum landgrunnssjógvi í innara partinum (blátt í erva á støð 6-9). Á støð 6, ið er áraka aldumátaran hjá Landsverk, var serliga nógvur gróður at síggja og hetta sæst eisini aftur í høgu oksygennøgdunum har.

Mynd 6. Fyribils úrslit frá standardskurði E, har støð 1 er á Høgnaboða og støð 19 er á Hetlendska langrunninum (tv. hiti, í miðjuni saltinnihald og th. oksygen). Í saltinnihaldinum sæst, at nógvur Eysturíslandssjógvur er á 400-600 metra dýpi (myrka blátt á mittastu mynd). Í erva á 10-30 metra dýpi var tunn lagdeiling nærum á øllum støðum, har nógvur gróður sást niðast í lagdeilingini. Hetta sæst aftur í høgum oksygen innihaldi á nøkrum støðum bæði Føroya megin og Hetlandsmegin.

Mynd 7. Fyribils úrslit frá standardskurði S, har støð 1 er miðskeiðis í Hetlandsrennuni og støð 10 á Munkagrunninum (tv. hiti, í miðjuni saltinnihald og th. oksygen).


Túrfrágreiðingar

Standard hydrografi

18.02.2026

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2602 Tíðarskeið: 11-18/2 2026 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja vi…

Standard hydrografi

29.10.2025

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2550 Tíðarskeið: 25 – 29/10-2025 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen og Ian Salter Endamál: Endamálið við túri 25…

Fjarðakanning

30.09.2025

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2540 Tíðarskeið: 2/9 2025 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sedimentk…

Hydrografi – streymmátarar út

11.06.2025

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2528 Tíðarskeið: 4-11/6 2025 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: At leggja fimm streymmmátarar út, har a…

Hydrografi – streymmátarar upp

21.05.2025

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2524 Tíðarskeið: 14-21/5 2025 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum var at tak…

Standard hydrografi – Streymmátara út

02.09.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2436 Tíðarskeið: 28/8-2/9 2024 Ábyrgd: Hjálmar Hátún Endamál: At fylgja við broytingunum í havinum kring Føroya…

Fjarðakanning

27.08.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2434 Tíðarskeið: 27/8 2024 Ábyrgd: Sólvá Jacobsen Endamál: Í firðir at gera kanningar uppi í sjónum og sediment…

Standard hydrografi – Streymmátarar út

10.06.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2424 Tíðarskeið: 7-10/6 2024 Ábyrgd: Karin Margretha H. Larsen Endamál: Endamálið við túrinum var at fylgja við…

Viðkomandi tíðindi

Beinleiðis hitamátingar frá Jákup Sverra

18.03.2026

Nú ber til at avlesa hitan, har trolið hjá Jákup Sverra er drigið, bert fáar minuttir eftir hvørt tóv. Ein hitamátari er settur á trolið, sum sendir d…

Landgrunnurin met heitur í 2025

27.01.2026

Miðalhitin í sjónum kring oyggjarnar fyri alt árið 2025 var eitt kvart stig heitari enn undanfarna metárið 2003. Níggju mánaðir í 2025 vóru eisini met…

Sjógvurin met heitur seks mánaðir á rað

07.10.2025

Í seks fylgjandi mánaðir hevur hitin í sjónum kring oyggjarnar verið met høgur. Higartil í ár er hitin 0.5°C heitari enn sama tíðarskeið í fjør o…

Heitt vár á Landgrunninum

18.06.2025

Hitin í sjónum var met høgur í mars, apríl og mai. Hetta vísa hitamátingar frá Oyrargjógv og Skopun. Árið byrjaði við lágum virðum fyrru helvt av janu…

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan

13.02.2025

Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…

Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni

27.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …

Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður

30.08.2024

Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seina…

Samandráttur av Veðurlagsdegnum 2024 

08.07.2024

Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia týsdagin 19. mars 2024. Undir tiltakinum vórðu veðurl…