{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

GloBECC – Gelatinous Lifeforms in Faroese waters: Biodiversity, Regional Connectivity, and Capacity building

Áramál
2024-2026
Fígging
Granskingarráðið
Fólk á Havstovuni
Ian Salter
Hvalspýggjur kunnu vera ein stór hóttan í mun til eina burðadygga alivinnu. Harafturat kunnu hvalspýggjur siga nógv um vistskipanina í sjónum, og verða tí nýttar sum indikator fyri møguligar broytingar í føðiketum í sjónum. Hóast stóran burðadyggan og vistfrøðiligan týdning, er sera lítil vitan um hvalspýggjur í føroyskum sjógvi. Endamálið við hesi verkætlanini er at seta í verk eina føroyska hvalspýggju-yvirvøku, og at stovna og menna ein føroyskan hvalspýggju dátugrunn í GLoBECC við dátum, sum fara at fáast til vega í sambandi við sjókanningar, sum Havstovan, Firum og Bakkafrost longu gera. Henda verkætlan fer at geva vitan um útbreiðsluna av hvalspýggju í Norðuratlantshavi, sum er grundleggjandi fyri at kunna meta um møguligar "uppblómingar", og hvussu hvalspýggja ferðast í hesum økinum.

Tað er Firum, sum leiðir verkætlanina (leiðari: Amanda Vang). Havstovan er leiðandi í teimum havfrøðiligu pørtunum (Ian Salter).