
Legan hjá Golfstreyminum ávirkar havumhvørvið kring Føroyar
Flest øll hava hoyrt um Golfstreymin. Nógv vita eisini, at broytingar í styrkini av hesum ráki kann ávirka havumhvørvið og veðurlagið her um okkara leiðir. Men hesin sterki streymur flytir eisini legu – summi ár rennur hann nokkso tætt fram við Newfoundlandi, meðan hann liggur longur suðuri onnur ár. Í nýggjari grein vísa vit, at skiftandi legan hjá Golfstreyminum broytir skapið á sonevnda subpolara meldrinum. Tá Golfstreymurin rennur norðarlaga, pressar hann kalda, feska og tøðevnisríka subpolara meldurin móti Føroyum – hitin og saltinnihaldið lækka, meðan gróðurin og liviumstøðurnar á Landgrunninum batna. Hinvegin flytir subpolari meldurin seg frá Føroyum, tá Golfstreymurin er meira sunnanvendur, og tá gerst bæði heitari og saltari kring Føroyar – men afturfyri verður minni av lívi í sjónum.
Les greinina her.
Hjálmar Hátún, hjalmarh@hav.fo
Viðkomandi tíðindi
Hitabylgja í havinum
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum vestan fyri Írland og Skotland. Sjógvur frá vestara parti…
Jákup Sverri verið á hydrografitúri
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum. …
Tveir djúpir havstreymar undan kavi
Tveir djúpir havstreymar eru nýliga avdúkaðir, IcelandFaroe Slope Jet og Faroe Shetland Channel Jet. Annar gongur fram við hellingini á norðaru síðu á Íslandsrygginum, ímeðan hin gongur gjøgnum Hetlandsrennuna í…
Samband ímillum reyðæti, havstreymar og norðhavssild
Desember 2021 vardi Inga Kristiansen sína Ph.D. verkætlan á Fróðskaparsetrinum um samband millum reyðæti, havstreymar og norðhavssild. Eitt høvuðsúrslit var, at tá meira kaldur sjógvur kemur úr Íslandi, er meira…