{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Heitt vár á Landgrunninum

Hitin í sjónum var met høgur í mars, apríl og mai. Hetta vísa hitamátingar frá Oyrargjógv og Skopun.

Árið byrjaði við lágum virðum fyrru helvt av januar, og miðal hitin fyri januar var tískil eitt vet undir miðal.

Síðst í januar hækkaði hitin og helt sær støðugt tað mesta av februar, til hann hækkaði nógv síðstu dagarnar av mánaðinum, soleiðis at miðal hitin fyri februar var hægri enn fyri januar. Vanliga eru bæði februar og mars kaldari enn januar.

Í mars kvinkaði hitin enn longur upp við tí úrsliti, at miðalhitin fyri mars fór upp um metið frá mars 2003.

Í apríl og mai tók hitin rættuligt dik á seg soleiðis, at hesir báðir mánaðirnir eisini fóru upp um metini frá ávikavist 2003 og 2011 (Talva 1).

Talva 1. Heitastu mánaðir á Landgrunninum, mátað við Mykines (1914-1969) og Oyrargjógv (1991-2024) (fyrsta kolonna). Mánaðar miðalhitin higartil í 2025  er á næstu kolonnu, har nýggju metini eru við reyðum.

Heitasti mánaði og ár (1914-2024) Mánaðarligt miðal (2025)
Jan 7.40 (2003) 6.85
Feb 7.14 (2006) 6.94
Mar 7.15 (2003) 7.25
Apr 7.61 (2003) 7.7
Mai 8.41 (2011) 8.54
Jun 9.24 (1960)
Jul 10.29 (2009)
Aug 10.99 (2009)
Sep 11.11 (2003)
Okt 10.42 (1959)
Nov 9.60 (2009)
Des 8.40 (2009)

Hvussu hitnar sjógvurin?

Hitin á Landgrunninum broytist í høvðusheitum uppá tveir mátar: Gjøgnum vatnskorpuna ella við innráki av sjógvi uttanífrá.

Gjøgnum vatnskorpuna er útskifting av varma millum luft og sjógv. Harumframt hitnar sjógvurin av tí sólarljósi, sum verður upptikið í vatnskorpuni ella ovastu løgunum av sjógvi.

Uttan fyri Landgrunnin rekur heitur Atlantssjógvur á síni leið móti Arktis. Nakað av hesum sjógvi rekur inn móti Landgrunninum og blandast upp í Landgrunnssjógvin. Hetta hendir alla tíðina; men hitin í Atlantssjógvi broytist millum árini alt eftir styrkini í subpolara meldrinum.

Fyribils úrslit frá mátingum í Bankarennuni benda á, at Atlantssjógvur er heitari enn miðal í ár.

Útrokningar vísa eisini, at subpolari meldurin var veikur í 2024; hetta samsvarar við, at Atlantssjógvurin nú er vorðin heitari.

Hetta var eisini niðurstøðan á kanningartúrinum hjá Jákup Sverra í seinnu helvt av mai, har hitin í vatnskorpuni í rannsóknarøkinum var væl hægri, enn seinast hesar kanningar vórðu gjørdar í 2022 (sí túrfrágreiðing her). Og til seinast, so var lufthitin í Tórshavn oman fyri miðal í mars, apríl og mai, sambært Veðurstovuni.

Sostatt tykist tað sum, at bæði innrák av heitum sjógvi uttanífrá og útskifting av varma millum luft og sjógv eiga sín leiklut í, at hesir tríggir mánaðirnir blivu met heitir.

Myndin ovast: Góðveður á Landgrunninum 14. Mai 2025. Stilli og klárt veður økir um upphitingina av sjógvi. Myndin er tikin frá Jákup Sverra á veg norðurum á hydrografitúri 2524.

Karin M. H. Larsen

Umhvørvi

Deildarleiðari, Ph.D, Havfrøðingur

karinl@hav.fo / +298 79 39 30

Vangi í PURE / Greinar / CV

Viðkomandi tíðindi

Heitt vár á Landgrunninum

18.06.2025

Hitin í sjónum var met høgur í mars, apríl og mai. Hetta vísa hitamátingar frá Oyrargjógv og Skopun. Árið byrjaði við lágum virðum fyrru helvt av janu…

Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?

27.03.2025

Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tí…

Eitt vet meira av toski

20.03.2025

Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er r…

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan

13.02.2025

Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…

Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni

27.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …

Sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður

30.08.2024

Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seina…

Samandráttur av Veðurlagsdegnum 2024 

08.07.2024

Nú ber til at lesa samandrátt av væleydnaða Veðurlagsdegnum 2024, sum varð hildin á Hotel Hafnia týsdagin 19. mars 2024. Undir tiltakinum vórðu veðurl…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum

27.05.2024

Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Gróðurin á Landgrunninum er byrjaður

06.05.2024

Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar. Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá…

Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?

15.02.2024

Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…

Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar

18.09.2023

Rannsóknarskipið “Jákup Sverri” er liðugur við yvirlitstrolingarnar á sumri í ár. Rannsóknarskipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál…

Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar

17.08.2023

Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland …

Skúm á sjónum

06.07.2023

Hevur tú seinastu dagarnar lagt merki til at nógv skúm hevur verið at síggja á sjónum og undrast yvir, hvat tað man vera? Orsøkin er sannlíkt algur av…

Hitabylgja í havinum

29.06.2023

Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum v…

Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað

13.06.2023

Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt e…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri

26.05.2023

Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…

Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum

12.04.2023

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum, har tilsamans 91 støðir á ein tíma vórðu tiknar. Stø…

Nýtt ár við kanningum av æti í Skopunarfirði

17.01.2023

Í góðum samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin pumpar …

Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur

23.11.2020

Nýggj grein vísir, at varmaflutningurin inn í arktisku havøkini er øktur Millum Grønland og Skotland rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn í Norðurh…

Djúpur havstreymur fram við Íslandsrygginum útgreinaður

26.10.2020

Í dýpinum í Norðurhøvum er ísakaldur sjógvur, sum ferðast suðureftir og flýtir yvir Grønland-Skotland ryggin, serliga gjøgnum Danmarkarsundið og Banka…

Havstovan fær ágóða av samstarvi við Landsverk, Vónina og Vørn

21.02.2017

Landsverk hevur í nógv ár mátað alduhædd kring Føroyar. Síðstu árini hevur Landsverk, í samstarvi við Vónina og Vørn, sett hitamátarar frá Havstovuni …

Nýtt hitamet fyri desember

25.09.2015

1. desember 2014 var miðalhitin í sjónum við Oyrargjógv 9,2 stig. Hetta er tað heitasta, sum er mátað við Oyrargjógv og Mykines í desember, 100 ár eft…

Kaldari og feskari í 2012

07.11.2013

Hitin og saltinnihaldið í atlantsjógvi vestan fyri Føroyar lækkaðu í 2012 niður á tað minsta seinastu 10 árini. Miðalhitin í 2012 var eitt vet lægri e…

Nýggj hita- og saltmet í føroyskum sjógvi

01.09.2010

Miðalhitin á Landgrunninum í 2009 var eins høgur og í 2003, tá hitamet varð sett. Fleiri mánaðir hava sett hitamet, eins og sjógvurin í Bankarennuni o…

Fylgja sjóvarhitanum á landgrunninum

01.09.2008

Hitamátarar við Oyrargjógv og Skopun geva granskarum vitan um veðurlagsbroytingar og sambandið millum gróður og hita. Hetta er úr Sjóvarmál 2008, les …

Samantvinna gamalt og nýtt

01.09.2008

Nýggjar kanningar staðfesta, at gamlar mátingar fyri árini 1914 til 1969 kunnu væl brúkast saman við teimum hitamátingum, ið Fiskirannsóknarstovan hev…

Fjarstýrdir kavbátar rannsaka havsins kalda hjarta

01.09.2007

Smáir kavbátar kanna hitan, saltinnihaldið, streymin og plantuplankton í havinum við Føroyar. Endamálið er at útvega upplýsingar um tað termohalina rá…

Suður ella norð – nærum sami sjóvarhiti

01.09.2007

Sjógvurin á landgrunninum verður so væl blandaður av sjóvarfallinum, at lítil munur er á hitanum, um vit eru stødd norðan fyri ella sunnan fyri Suðuro…

Hiti og saltinnihald sett nýggj met

01.09.2005

Rákið í Norðuratlantshavinum er broytt nógv seinastu árini. Hetta hevur ført við sær methøgan hita og saltinnihald í sjónum kring Føroyar. Hetta er úr…

Kanningar av hitafronti

01.09.2005

Sjógvurin inni á Landgrunninum hevur alstóran týdning sum uppvakstrarøki hjá m.ø. toski. Hvussu árgangirnir hilnast er tengt at, hvussu stór blandingi…

Hitin á Landgrunninum sett nýtt met

01.09.2003

Hitin í sjónum á Landgrunninum var í 2003 óvanliga høgur. Í fleiri mánaðir var sjógvurin heitari enn tað nakrantíð fyrr er mátað á Landgrunninum. Ein …

Verða havleiðirnar kring okkum kaldari ta komandi øldina?

01.09.2003

Tað kann tykjast heldur løgið, tá tú viðhvørt hoyrir, at havið kring okkum kanska fer at kólna, samstundis sum næstan øll restin av jørðini hitnar. He…