Sild og svartkjaftur norðanfyri
Túrfrágreiðing
Jákup Sverri, túrur nr. 2416 og 2417 (Skurður N)
Tíðarskeið: 24/4-4/5 2024
Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen
Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdir og aldurssamanseting av sild og svartkjafti í havøkinum norðan fyri Føroyar. Ekkókanningin er partur av felags kanningum av norðhavssild og svartkjafti, sum eru skipaðar undir “ICES Working Group of International Pelagic Surveys” (WGIPS), saman við skipum úr Noregi, Íslandi, Bretlandi og ES (Danmark).

Í kanningarøkinum hjá Jákup Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild (Mynd 1). Norðhavssild var at síggja í altjóða økinum norðanfyri, meðan meginparturin av tí sildini, sum var fingin í føroyskum havøki, var sild av øðrum uppruna. Helst er talan um føroyska heystgýtandi sild, íslendska summargýtandi sild ella norðsjóvarsild. Hvat norðhavssildini viðvíkur, so vísir aldursgreiningin, at tað enn er 2016-árgangurin sum er bulurin í vaksna stovninum (Mynd 2). Tað, at sildin stendur norðarlaga og at tað enn er 2016-árgangurin sum er bulurin í vaksna stovninum, líkist tí, sum hevur verið at sæð síðstu árini.
Svartkjaftur var at síggja út av føroyska landgrunninum og vestarlaga á Íslandsrygginum, umframt eystarlaga í altjóða øki (Mynd 1) – ivaleyst tí at sjógvurin í hesum økjunum er heitari enn vestanfyri og norðanfyri. Nógv mest varð fingið av 3 ára gomlum svartkjafti, t.v.s. av 2021-árganginum (Mynd 3).
Makrelur var fingin í einum vatnskorpuháli (eystan fyri Føroyar) og fiskur í øllum aldri varð fingin, tó meiri av ungum enn gomlum (Mynd 4).
Um samlaðu nøgdina av sild og svartkjafti ber einki til at siga, fyrrenn tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd um miðjan juni. Umframt sildakanningarnar varð skurður N eisini tikin (Mynd 5).

Mynd 1 Útbreiðsla hjá sild og svartkjafti á túri 2416, 24/4 – 4/5, 2024.

Mynd 2 Longdar- og aldursbýti hjá sild á túri 2416, 24/4 – 4/5, 2024.

Mynd 3 Longdar- og aldursbýti hjá svartkjafti á túri 2416, 24/4 – 4/5, 2024.

Mynd 4 Longdar- og aldursbýti hjá makreli á túri 2416, 24/4 – 4/5, 2024.

Mynd 5 Hiti og salt á skurði N. Norðurendin er í høgru síðu og suðurendin í vinstu síðu.
Túrfrágreiðingar
Yvirlitstroling – djúpt
01.10.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2546 Tíðarskeið: 17/9 – 1/10 2025 Ábyrgd: Petur Mikkelsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botn…
Yvirlitstrolingar eftir makreli
24.07.2025
Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan Jákup Sverri, túrur nr. 2534 Tíðarskeið: 3-20/7 2025 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen End…
Makrelegg
10.06.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2526 Tíðarskeið: 21/5-2/6 2025 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: At kanna útbreiðslu og nøgd av makrele…
Sild og svartkjaftur norðanfyri
13.05.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2522 (og 2521) Tíðarskeið: 1-12/5 2025 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdi…
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
09.04.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2514 Tíðarskeið: 26/3-9/4 2025 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum su…
Yvirlitstroling – djúpt
23.09.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2440 Tíðarskeið: 12/9-23/9 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnf…
Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan
14.07.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2428 Tíðarskeið: 27/6-14/7 2024 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna útbreiðslu o…
Yngul- og ætikanning
26.06.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yng…
Viðkomandi tíðindi

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026
30.09.2025
Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild. Makrelur Tilmælið fyri makrel …

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
24.07.2025
Sunnumorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrfrágreiðingin kann lesast her. Kanningin er partur av felagskanning saman við D…

Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann møguliga framsigast
10.07.2025
Sera broytiliga støddin á svartkjaftastovninum verður avgjørd bæði av fiskitrýsti og av tilgongdini av ungfiski. Nýggj grein gevur, fyri fyrstu ferð b…

Makrelgýting við Føroyar kannað
10.06.2025
Í farnu viku varð Jákup Sverri liðugur at kanna makrelgýting á leiðunum kring Føroyar. Mest av makreleggum vóru í økjunum móti evropisku hellingini ey…

Sildakanningar norðanfyri
13.05.2025
Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi. Meir…

Svartkjaftastovnurin í minking
02.05.2025
Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti í 2025 lækkar við 30% í mun til í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í f…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri
14.04.2025
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaf…
