Svartkjaftakanningar sunnanfyri
Túrfrágreiðing
Jákup Sverri, túrur nr. 2412
Tíðarskeið: 20/3-5/4 2024
Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen
Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum sunnan fyri Føroyar og í norðara parti av gýtingarøkinum. Ekkókanningin er partur av felags kanningunum av svartkjafti, skipaðar undir ICES saman við Noregi og ES (Hollandi, Írlandi og Spania).

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024. Mynd 1 vísir siglingarleiðina og nøgd av svartkjafti skrásett við ekkóloddi. Gevi gætur, at føroyska kanningin er partur av eini felagskanning, har hini rannsóknarskipini sigldu kósir millum okkara strikur, og tí kann ikki sigast nakað um samlaðu nøgdina enn. Vit sóu nógvan svartkjaft á leiðini fram við írsku og skotsku hellingini (Mynd 1). Talan er serliga um 2020 árgangin, men eisini 2021 og 2019 árgangirnar (Mynd 2). Meginparturin av fiskinum hevði gýtt. Longdarbýti og aldursbýti av svartkjafti er víst í Mynd 2. Miðallongdin var gott 25 cm og miðalvektin um 100 g í okkara prøvum í ár.


Mynd 1. Akustiskar skrásetingar av svartkjafti (sA, m2/nm2) sunnan fyri Føroyar 20/3-5/4 2024. Nøgdin er víst sum sirklar, har støddin á sirklinum vísir, hvussu nógv av svartkjafti stóð undir skipinum. 200 og 500 m botnlinjur eru vístar.


Mynd 2. Longdarbýti (vinstrumegin) og aldursbýti (høgrumegin) av svartkjafti frá kanningunum 20/3-3/4 2024.
Túrfrágreiðingar
Yvirlitstroling – djúpt
01.10.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2546 Tíðarskeið: 17/9 – 1/10 2025 Ábyrgd: Petur Mikkelsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botn…
Yvirlitstrolingar eftir makreli
24.07.2025
Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan Jákup Sverri, túrur nr. 2534 Tíðarskeið: 3-20/7 2025 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen End…
Sild og svartkjaftur norðanfyri
13.05.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2522 (og 2521) Tíðarskeið: 1-12/5 2025 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdi…
Svartkjaftakanningar sunnanfyri
09.04.2025
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2514 Tíðarskeið: 26/3-9/4 2025 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum su…
Yvirlitstroling – djúpt
23.09.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2440 Tíðarskeið: 12/9-23/9 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnf…
Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan
14.07.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2428 Tíðarskeið: 27/6-14/7 2024 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna útbreiðslu o…
Yngul- og ætikanning
26.06.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yng…
Sild og svartkjaftur norðanfyri
04.05.2024
Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2416 og 2417 (Skurður N) Tíðarskeið: 24/4-4/5 2024 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: Endamálið við túri…
Viðkomandi tíðindi

Fingu egghylkir av ringhávi í trolið
16.10.2025
Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlag…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026
30.09.2025
Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild. Makrelur Tilmælið fyri makrel …

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
24.07.2025
Sunnumorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrfrágreiðingin kann lesast her. Kanningin er partur av felagskanning saman við D…

Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann møguliga framsigast
10.07.2025
Sera broytiliga støddin á svartkjaftastovninum verður avgjørd bæði av fiskitrýsti og av tilgongdini av ungfiski. Nýggj grein gevur, fyri fyrstu ferð b…

Sildakanningar norðanfyri
13.05.2025
Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi. Meir…

Svartkjaftastovnurin í minking
02.05.2025
Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti í 2025 lækkar við 30% í mun til í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í f…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri
14.04.2025
Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaf…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025
30.09.2024
ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…
