{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Mánafiskur á Vísindavøkuni 2022

Aftur í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni við einari framsýning av ymiskum fiskasløgum. Í ár eru vit serliga spent at vísa teimum vitjandi ein mánafisk, sum varð veiddur við Jákupi Sverra í august. Mánafiskur er sjáldsamur fiskur, sum viðhvørt sæst undir Føroyum um summarið og heystið.

Vísindavøkan 2022 verður í Løkshøll fríggjadagin 23. september og høvuðsevnið í ár er Tíðarrák. Her verða framløgur, 20 í tali, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð. Inni í kantinuni í Løkshøll verða eisini ymisk tiltøk til stór børn og vaksin.

Sýningin hjá Havstovuni er í einum tjaldi uttan fyri Løkshøll, og umframt tjaldið hjá Havstovuni, er eisini eitt tjald, har næmingar og lærarar á Glasi gera royndir.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Viðkomandi tíðindi

  • Upsi og aling – hvat vita vit um seiðin á firðunum og møguliga ávirkan av aling?

    Hetta er heitið á framløgu hjá Ásu Jacobsen, lívfrøðingi, mánakvøldið kl. 19 á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Framløgan er partur av Vísindavøku á ferð. Skráin mánakvøldið er henda: Framløgurnar…

    Les meira

  • Vísindavøkan 2026 – Skrá

    Vísindavøkan verður hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn tann 25. september. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. “Vísindavøka á ferð” verður frammanundan, í døgunum 14. til 23.…

    Les meira

  • Væleydnaður dagur

    Fríggjadagin 26. september 2025 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurin hjá Havstovuni var í eini garagu hjá Tórshavnar Havn og nógv ymiskt varð víst fram. Sum eitt…

    Les meira

  • Sólvá Jacobsen vann snarrøðukappingina

    Á Vísindavøkuni 2025 var ein einaferð snarrøðukapping hildin, har luttakararnir skuldu leggja gransking fram í 2,5 minuttir. Sólvá Jacobsen, nýklaktur doktari á Havstovuni, luttók við eini framløgu um, at stødd…

    Les meira