{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Fjølbroytt fiskaborð

Fríggjadagin 27. september 2024 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurn hjá Havstovuni var, eins og í fjør, í eini garagu hjá Tórshavnar Havn. Eitt, sum serliga vakti ans í ár, vóru allir fiskarnir á fiskaborðinum – fleiri teirra rættiliga stórir. Millum annað vóru tveir 4 ára gamlir toskar, annar av Landgrunninum og hin, væl størri, av Føroyabanka.

Í Kongshøll hevði Inga Kristiansen eina framløgum við heitinum “Hví er djóraætið týdningarmikið?” Framløgan hjá Ingu sæst á Youtube, har hon byrjar á tíðini 2:50:50.

Í snarrøðukapping í Kongshøll luttók Karin Margretha Húsgarð Larsen, saman við trimum øðrum, við eini framløgu um hitnandi sjógvin í Bankarennuni. Dómsnevndin var samd um, at Karin Margretha helt bestu røðuna og vann. Snarrøðan hjá Karin Margrethu sæst á Youtube, har hon byrjar á tíðini 7:13:47.

Góða veðrið kom væl við og talið á vitjandi var stórt.

Viðkomandi tíðindi

Fjølbroytt fiskaborð

03.10.2024

Fríggjadagin 27. september 2024 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurn hjá Havstovuni var, eins og í fjør, í eini garagu hjá …

Karin Margretha vann snarrøðukapping á Vísindavøkuni

27.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 var ein snarrøðukapping hildin. Karin Margretha Húsgarð Larsen, deildarleiðari á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, luttók við eini …

Inga framløgu um djóraæti

13.09.2024

Á Vísindavøkuni 2024 fer Inga Kristiansen frá Havstovuni at hava eina framløgu við heitinum: Hví er djóraætið týdningarmikið? Framløgan verður í Kongs…

Vísindavøka 2024 – Skrá

13.09.2024

Í ár verður Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. Uttanfyri 09:00-15:00Tiltøk …

Enn ein væleydnað Vísindavøka

25.09.2023

Fríggjadagin 22. september 2023 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Veðrið var ikki til vildar, so Havstovan og Glasir, sum skuld…

Útivið 50 fiskasløg á Vísindavøku 2022

27.09.2022

Fríggjadagin 23. september var Vísindavøka í Løkshøll.Sum vanligt vóru nógvir granskingarstovnar umboðaðir, og Havstovan sýndi fram ymisk forvitnislig…

Mánafiskur á Vísindavøkuni 2022

16.09.2022

Aftur í ár luttekur Havstovan á Vísindavøkuni við einari framsýning av ymiskum fiskasløgum. Í ár eru vit serliga spent at vísa teimum vitjandi ein mán…

Vísindavøka 2020 og 2021

10.05.2022

Ein av uppgávunum hjá Havstovuni er at miðla vitan út til almenningin. Vísindavøkan er ein góður pallur til hetta endamálið, og bæði í 2020 og 2021 lu…