Enn ein væleydnað Vísindavøka
Fríggjadagin 22. september 2023 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Veðrið var ikki til vildar, so Havstovan og Glasir, sum skuldu vísa fram í tjøldum á kaiini, fluttu inn í garagurnar hjá Tórshavnar Havn. Hetta riggaði avbera væl. Havstovan hevði eina fjølbroytta framsýning og nógv fólk, serliga skúlanæmingar, vitjaðu.
í røðini av framløgum inni í Kongshøll vóru tvær frá Havstovuni. Hjálmar Hátún hevði framløgu við heitinum “El Niño og føroyskt havklima“, og Bogi Hansen eina framløgu við heitinum “Hví er páskamysingin á páskum?“
Hesar somu framløgur vórðu hildnar á “Vísindavøka á ferð”, umframt ein framløga hjá Sólvá Jacobsen við heitinum “Toskur á Landgrunninum: Hví svíkir tilgongdin?” Framløgurnar vórðu hildnar ávikavist á Klaksvíkar Bókasavni, Sørvágs Bókasavni og á Miðnámi á Kambsdali.

Viðkomandi tíðindi
Lívið í einum dropa – eygleiðingar av plantuæti á Landgrunninum í eina fjórðingsøld
15.09.2026
Hetta er heitið á framløgu hjá Elaine Runge, PhD-lesandi, hóskvøldið 17. september kl. 19 á Bókasavninum á Sandi. Framløgan er partur av Vísindavøku á…
Upsi og aling – hvat vita vit um seiðin á firðunum og møguliga ávirkan av aling?
11.09.2026
Hetta er heitið á framløgu hjá Ásu Jacobsen, lívfrøðingi, mánakvøldið kl. 19 á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Framløgan er partur av Vísindavøku á …
Vísindavøkan 2026 – Skrá
31.08.2026
Vísindavøkan verður hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn tann 25. september. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. “Vísindavøka á…
Væleydnaður dagur
01.10.2025
Fríggjadagin 26. september 2025 var árliga Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Básurin hjá Havstovuni var í eini garagu hjá Tórshavnar Havn …
Sólvá Jacobsen vann snarrøðukappingina
01.10.2025
Á Vísindavøkuni 2025 var ein einaferð snarrøðukapping hildin, har luttakararnir skuldu leggja gransking fram í 2,5 minuttir. Sólvá Jacobsen, nýklaktur…
Rákið á Íslandsrygginum
18.09.2025
Hetta er heitið á framløgu hjá Guðrið Eriksdóttir Johansen, PhD-lesandi, mánakvøldið 22. september kl. 19 í Miðlatúni í Vági. Framløgan er partur av V…
Upphiting av føroyskum havøki – náttúrlig ella menniskjaskapt?
15.09.2025
Hetta er heitið á framløgu hjá Boga Hansen, havfrøðingi, í kvøld kl. 19 í Løkshøll í Runavík. Framløgan er partur av Vísindavøku á ferð. Skráin í kvøl…
Vísindavøkan 2025 – Skrá
01.09.2025
Í ár verður Vísindavøkan hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn tann 26. september. Tað er ikki neyðugt við tilmelding. Øll tiltøk eru ókeypis. Uttanfyri…