
Havstovan í nýggjari verkætlan
Í vár fekk Havstovan játtað pening frá EU um luttøku í stóru EPOC verkætlanini, sum kannar tað termohalina rákið, hjá okkum ofta nevnt “Golfstreymurin”, og hvussu samanhangandi hetta rákið er. Arbeiðið hjá Havstovuni verður at kanna rákið tvørtur um Íslandsryggin og rákið í Hetlandsrennuni. Søkt verður eftir granskara at arbeiða við hesum.
EU verkætlanin EPOC (Explaining and predicting the ocean conveyor) byrjaði í 2022, og í henni luttaka 21 ymiskir granskingarstovnar. Fleiri av hesum stovnum máta styrkina í termohalina rákinum aðrastaðni í Atlantshavi, eitt nú við 26°N millum Kanarisku oyggjarnar og Florida og norðuri við Fram Sundið millum Grønland og Svalbard. Men ongin teirra mátar á Grønland-Skotland rygginum, sum Føroyar jú liggja á. EU er tó farið undir eitt víðkanar átak, ið kallast Hop-on, har til ber hjá ávísum londum at søkja um at fara uppí verkætlanir, sum longu eru fíggjaðar. Endamálið er bæði at styrkja granskingarførleikar í ávísum londum og verandi verkætlanir, um hetta gagnar verkætlanini. Tískil stóð tað Havstovuni í boði at søkja um luttøku í EPOC verkætlanini, soleiðis at verkætlanin bleiv víðkað við mátingum frá Grønland-Skotland rygginum.
Upprunaliga var ætlanin at Havstovan skuldi fara í gongd við hetta arbeiði í vár, men vegna tøkniligar trupulleikar í skipanini hjá EU hevur tað drigið út við at seta skjøtul á. Nú er komið so væl áleiðis, at lýsast kann eftir fólki til verkætlanina, umframt at Jákup Sverri var undir Íslandi í juni í sambandi við verkætlanina, har fyrstu streymmátararnir vórðu lagdir út. Søkt verður eftir havfrøðingi ella granskara við líknandi útbúgving. Starvslýsingin sæst her.
Viðkomandi tíðindi

Havstovan í nýggjari verkætlan
15.07.2025
Í vár fekk Havstovan játtað pening frá EU um luttøku í stóru EPOC verkætlanini, sum kannar tað termohalina rákið, hjá okkum ofta nevnt “Golfstreymurin…

Post Doc og PhD-verkætlanir í biologiskari havfrøði
03.06.2025
Nú ber til at søkja stuðul til 3-ára Post Doc verkætlan í biologiskari havfrøði. Nýggi granskarin verður knýttur at størri verkætlan, nevnd DRIFT, sum…

Formansskrá løgd fram
11.04.2025
Í sambandi við, at Danmark yvirtekur formansskapin í Arktiska ráðnum 2025-2027, er formansskráin løgd fram í Nuuk í dag. Danmark, Grønland og Føroyar …

Jákup Sverri leggur fortoying út á Bankan
13.02.2025
Sigliætlanin hjá Jákup Sverra er nú byrjað, og lagt varð fyri við einum hydrografitúri. Á túrinum hevur Jákup Sverri verið á Føroyabanka, og har hevur…

Gevið gætur: Mátiútgerð norðanfyri
26.08.2024
Amerikanska granskingarskipið Neil Armstrong setir í løtuni (21.-26. august, 2024) níggju havfrøðiligar fortoyningar á botn norður av Íslandsryg…

Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024?
10.04.2024
Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og a…

Er “Golfstreymurin” í ferð við at vikna?
15.02.2024
Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Science Advances vísa hollendskir granskarar á, at ”Golfstreymurin” er á veg á eitt markamót. Hetta byggja…

Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar
17.08.2023
Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science. Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland …

Hitabylgja í havinum
29.06.2023
Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum v…

Jákup Sverri verið á hydrografitúri
26.05.2023
Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboy…

Ph.d.-skeið um hav- og vistfrøði
20.03.2023
21. august – 1. september 2023 skipa granskarar á Havstovuni fyri spennandi ph.d.-skeiði um sambandið millum hav- og vistfrøðina í eystara parti av No…

Bogi Hansen heiðraður á ICES Decadal Symposium
24.06.2022
ICES hevur júst hildið sonevnda Decadal ráðstevnu í Bergen, har Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, var ein av heiðursgestunum. ICES skipar tíggju…

Jákup Sverri verið eftir streymmátarum
25.05.2022
Tann 11. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Hetta eru teir fimm mátararnir, sum Jákup Sverri f…

Íslendsk streymboya rak inn í Haraldssund
10.05.2022
Um hálvan januar 2021 bóru alarar hjá Bakkafrost eyga við eina streymboyu, sum var rikin inn á Haraldssund. Hetta vísti seg at vera ein streymboya, su…

Tveir djúpir havstreymar undan kavi
10.05.2022
Tveir djúpir havstreymar eru nýliga avdúkaðir, IcelandFaroe Slope Jet og Faroe Shetland Channel Jet. Annar gongur fram við hellingini á norðaru síðu á…

Yvirlitsgrein um havfrøði og tøðevnir í sjónum
20.01.2022
Veðurlagsbólkurin hjá ST (IPCC) væntar, at veðurlagsbroytingar fara at viðføra lækkandi nøgdir av tøðevnum í sjónum. Hetta kemur serstakliga at gera s…

Subpolari meldurin stýrir vistskipanum
18.12.2020
Vistskipanir eru ikki støðugar. Vistskipanin á føroyska landgrunninum broytist bæði við einum syklusi á 58 ár og einumsyklusi, sum tekur áratíggju. Su…

Havið fløðir – eisini kring Føroyar
18.12.2020
Umframt mangt annað hava veðurlagsbroytingarnar við sær, at havið fløðir. Vatnskorpan hækkar mest sum alla staðni kring heimin, og tað ger hon eisini …

Djúpur havstreymur fram við Íslandsrygginum útgreinaður
26.10.2020
Í dýpinum í Norðurhøvum er ísakaldur sjógvur, sum ferðast suðureftir og flýtir yvir Grønland-Skotland ryggin, serliga gjøgnum Danmarkarsundið og Banka…

Subpolari meldurin stýrir eisini vistskipanum í grønlendskum sjógvi
08.10.2020
Tað er nú vælkent at subpolari meldurin ávirkar vistfrøðina í norðureystara parti av Atlantshavinum – altso um okkara leiðir. Í nýggjari vísindaligari…

Fuglberg fann Argo-flot
17.04.2018
Av og á fær Havstovan ymsar lutir í húsið, sum fólk hava funnið á sjógvi ella landi. Tíðliga í januar fekk trolarin Fuglberg ein gulan lut í trolið, s…

Heimshøvini verða súrari
29.09.2014
Síðani ídnaðarkollveltingina fyri umleið 200 árum síðani er innihaldið av CO2 í luftini hækkað um 40% frá 280 ppm (partar per millión) til 400 ppm og …

Samantvinna gamalt og nýtt
01.09.2008
Nýggjar kanningar staðfesta, at gamlar mátingar fyri árini 1914 til 1969 kunnu væl brúkast saman við teimum hitamátingum, ið Fiskirannsóknarstovan hev…

Fjarstýrdir kavbátar rannsaka havsins kalda hjarta
01.09.2007
Smáir kavbátar kanna hitan, saltinnihaldið, streymin og plantuplankton í havinum við Føroyar. Endamálið er at útvega upplýsingar um tað termohalina rá…

Ljóðsignal fær sendara upp aftur
01.09.2007
Fiskirannsóknarstovan hevur alt árið fleiri fortoyingar við streymmátarum liggjandi kring Føroyar. Av tí at hesar fortoyingar liggja nakað væl undir v…

Kanningar av hitafronti
01.09.2005
Sjógvurin inni á Landgrunninum hevur alstóran týdning sum uppvakstrarøki hjá m.ø. toski. Hvussu árgangirnir hilnast er tengt at, hvussu stór blandingi…