Fyrilestrar í Kongshøll – filmsupptøkur

Upphitingin av føroyskum havøki – náttúrlig ella menniskjaskapt
Bogi Hansen – Vísindavøka 2025
Greitt verður frá hitanum á Landgrunninum, ið er øktur umleið eitt stig seinastu øldina.

Hví er páskamysingin á páskum?
Bogi Hansen – Vísindavøka 2023
Fyrilesturin snýr seg um sjóvarfalsstreymin á føroyska landgrunninum.

FAMEOS
Ian Salter – Vísindavøka 2022
FAMEOS – Eygleiðingarskipan við tíðarrøðum fyri lívfrøðiliga margfeldið og vistskipanina á Landgrunninum

A climate mitigation strategy using marine algae?
Ian Salter – Vísindavøka 2021
An example of scientific misrepresentation for economic gain

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri
Filmur gjørdur í sambandi við Vísindavøkuna 2020
Í desember 2020 avloysti nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverri 40 ára gamla Magnus Heinason. Eilif Gaard, stjóri, og Leon Smith, tekniskur leiðari, frá Havstovuni greiða frá, hvat skipið kann brúkast til.
Fyrilestrar frá Vísindavøku á ferð – PDF

Lívið í einum dropa – eygleiðingar av plantuæti á Landgrunninum í eina fjórðingsøld
Elaine Runge – Vísindavøka á ferð 2026

Upsi og aling – hvat vita vit um seiðin á firðunum og møguliga ávirkan av aling?
Ása Jacobsen – Vísindavøka á ferð 2026

Sambandið ímillum djóraæti og havfrøðiligar broytingar kring Føroyar í trý áratíggju
Inga Kristiansen – Vísindavøka á ferð 2022

Sildaútbreiðsla í Norskahavinum um várið síðstu 25 árini
Sólvá Káradóttir Eliasen – Vísindavøka á ferð 2021

Hvussu kunnu DNA-leivdir í sjógvi brúkast til at kanna fiskastovnar?
Ian Salter – Vísindavøka á ferð 2020
















