{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Fiskidagar 2024, Havstovan

Tilmældir fiskidagar 2024

Bólkur 2

6109

Bólkur 3

1583

Bólkur 4

2434

Bólkur 5

6090

Føroyabanki

150

Í eini roynd at endurreisa toskastovnin á føroyska landgrunninum verður mælt til at minka fiskidagarnar hjá Bólki 2 (partrolarar og lemmatrolarar) við 10% og at minka fiskidagarnar hjá Bólki 3-5 (lína, snella og trolbátar) við 20%.

Harumframt verður mælt til at leingja gýtingarfriðingar og steingja økir fyri vinnuliga veiðu. Fyri at taka atlit til fiskasløg á djúpum vatni verður mælt til, at reglan um at fáa 3 dagar á ytru leið fyri 1 dag á innaru leið (3:1) verður broytt til 2:1. Fyri Føroyabanka verður mælt til, at fiskidagatalið í 2024 verður broytt frá 200 til 150 hjá einum blandingi av stórum og smáum fiskiførum við húki (línu ella snellu). Orsøkin er, at hvør fiskidagur væntandi verður meira effektivur, nú toskurin og stóra hýsan á Føroyabanka eru rak í mun til onnur ár.

Kunngerðir

Tilmæli frá ICES fyri 2024

Tilmæli frá Havstovuni

Viðkomandi tíðindi

Merkt fisk á Landgrunninum

15.10.2025

Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á Landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum. Tað er í st…

Framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak

19.09.2025

Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var framvegis nógv at fáa av toski…

Lítið av yngli í summar

20.08.2025

Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á fles…

Seiður merktur við Syðradal á Kalsoynni

06.06.2025

Í vár vóru gott 1000 seiðir merktir norðan fyri Syðradal. Talan var um tvey og trý ára gamlan seið (27-40 cm), sum hevur uppvakstrarøki inni við land …

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul

14.05.2025

Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental d…

Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

07.04.2025

Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár. Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýti…

Eitt vet meira av toski

20.03.2025

Váryvirlitstrolingin á Landgrunninum vísir, at tað er eitt vet meira av toski í vár mun til síðsta vár, men nøgdirnar eru tó enn lítlar. Toskurin er r…

Tilmæli 2025

16.12.2024

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025. Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastov…