{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2412

Tíðarskeið: 20/3-5/4 2024

Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen

Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum sunnan fyri Føroyar og í norðara parti av gýtingarøkinum. Ekkókanningin er partur av felags kanningunum av svartkjafti, skipaðar undir ICES saman við Noregi og ES (Hollandi, Írlandi og Spania).

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan og írskan sjógv vóru gjørdar í tíðarskeiðinum 20. mars til 5. apríl 2024. Mynd 1 vísir siglingarleiðina og nøgd av svartkjafti skrásett við ekkóloddi. Gevi gætur, at føroyska kanningin er partur av eini felagskanning, har hini rannsóknarskipini sigldu kósir millum okkara strikur, og tí kann ikki sigast nakað um samlaðu nøgdina enn. Vit sóu nógvan svartkjaft á leiðini fram við írsku og skotsku hellingini (Mynd 1). Talan er serliga um 2020 árgangin, men eisini 2021 og 2019 árgangirnar (Mynd 2). Meginparturin av fiskinum hevði gýtt. Longdarbýti og aldursbýti av svartkjafti er víst í Mynd 2. Miðallongdin var gott 25 cm og miðalvektin um 100 g í okkara prøvum í ár.

Mynd 1. Akustiskar skrásetingar av svartkjafti (sA, m2/nm2) sunnan fyri Føroyar 20/3-5/4 2024. Nøgdin er víst sum sirklar, har støddin á sirklinum vísir, hvussu nógv av svartkjafti stóð undir skipinum. 200 og 500 m botnlinjur eru vístar.

Mynd 2. Longdarbýti (vinstrumegin) og aldursbýti (høgrumegin) av svartkjafti frá kanningunum 20/3-3/4 2024.


Túrfrágreiðingar

Summaryvirlitstroling – Landgrunnur

04.09.2026

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2632 og 2634 Tíðarskeið: 5-26/8 2026 Ábyrgd: Petur Steingrund og Petur Mikkelsen Endamál: Høvuðsendamálið við t…

Yvirlitstrolingar eftir makreli

21.07.2026

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2630 Tíðarskeið: 2-20/7 2026 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: At kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, …

Yngul- og ætikanning

10.07.2026

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2628 Tíðarskeið: 17/6-1/7 2026 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yn…

Sild og svartkjaftur norðanfyri

12.05.2026

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2618 (og 2619) Tíðarskeið: 30/4-12/5 2026 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nø…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

08.04.2026

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2610 Tíðarskeið: 25/3-8/4 2026 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum su…

Yvirlitstroling – djúpt

01.10.2025

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2546 Tíðarskeið: 17/9 – 1/10 2025 Ábyrgd: Petur Mikkelsen Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botn…

Yvirlitstrolingar eftir makreli

24.07.2025

Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan Jákup Sverri, túrur nr. 2534 Tíðarskeið: 3-20/7 2025 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen End…

Sild og svartkjaftur norðanfyri

13.05.2025

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2522 (og 2521) Tíðarskeið: 1-12/5 2025 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdi…

Viðkomandi tíðindi

Sera lítið at fáa av toski, men framvegis nógv til av hýsu á føroyska landgrunninum

04.09.2026

Á árligu yvirlitstrolingini á føroyska landgrunninum í august verða 200 hál á ein tíma tikin. Tað var sera lítið at fáa av toski í ár í mun til onnur …

Lítil øking í makrelvísitalinum

27.08.2026

Úrslitini frá árligu felagskanningini av makreli, sild og svartkjafti í juli, har Føroyar luttóku saman við Danmark, Íslandi og Noregi, eru nú tøk. Ma…

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar

22.07.2026

Mánamorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrurin er partur av felagskanning, sum verður gjørd saman við norskum, donskum og …

Unga sildin kemur seg í Norðurhøvum

24.06.2026

Vísitalið frá sildakanningunum í mai vístu, at heldur meira er av sild enn síðstu tvey árini – 16% meira í vekt, samanborið við í fjør. Økingin stends…

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti

09.06.2026

Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), …

Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%

20.05.2026

Tað vístu felags ekkókanningarnar av svartkjafti, gjørdar í írskum, bretskum og føroyskum sjógvi í tíðarskeiðinum 20. mars til 8. apríl í ár. Vísitali…

Sildakanningar norðanfyri

15.05.2026

Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, f…

Jákup Sverri og Þórunn fylgjast á sildakanningar

05.05.2026

Í síðstu viku byrjaðu árligar felagskanningar av norðhavssild. Tað serliga í ár var, at Jákup Sverri og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardó…