
Sera lítil gróður á Landgrunninum
Vanliga tekur gróðurin seg upp um várið og heldur á til seint á sumri. Tó kann vera ójavnt frá ári til annað, nær hann byrjar og eisini kann gróðurin broytast nógv innan stutt tíðarbil.
Í ár er sera lítið av gróðri á Landgrunninum og nøgdirnar av plantuæti eru higartil ongantíð vaksnar nevnivert (Mynd 1).
Mynd 1. Nøgdir av plantuæti í Skopunarfirði, har tjúkka svarta linjan er mátingarnar í 2026. Tað sæst, at virðini eru rættiliga lág í mun til gróðurin í t.d. 2024.
Týðiligt samband er millum gróður av plantuæti og tilgongd og vøkstur av fiski á Landgrunninum eins og yvirlivilsi av pisum undan fleiri av okkara sjófuglastovnum. Tey árini, tá gróðurin er lítil ella kemur seint um várið, kemur sum heild lítið undan av sjófugli og av gýtingini hjá fiski. Og hinvegin, so hilnast árini við nógvum gróðri sum heild væl betur. Sama er við vøkstri hjá fiski. Tey árini, tá væl er av gróðri, er eisini meira føði til fiskin og fiskurin veksur skjótari, enn tey árini, tá lítil gróður er.
Plantuæti er føði hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskayngli. Tí hevur gróðurin stóran týdning fyri føðiviðurskiftini hjá fiskaynglinum. Fiskayngul, serliga nebbasildayngul, er høvuðsføði hjá sjófuglapisum. Í stuttum kann sigast, at gróðurin er beinleiðis ella óbeinleiðis føðigrundarlag undir øllum djóralívi í sjónum.
Mátingar við fylgisveini vísa, at í apríl byrjaði gróðurin spakuliga at taka seg upp inni á Landgrunninum, eins og vanligt hevur verið onnur ár. Á havleiðunum uttan fyri Landgrunnin kom gróðurin sum vanligt í mai. Men hóast gróðurin spakuliga byrjaði í apríl inni á Landgrunninum, so kom hann ongantíð rættiliga í gongd (Mynd 2). Bert smávegis nøgdir hava verið at síggja ymsastaðni av og á, sum helst eru riknar inn uttanífrá, men ongin serligur gróður um allan Landgrunnin, soleiðis sum tað helst skal vera um várið og summarið.

Mynd 2. Nøgdir av plantuæti í vatnskorpuni í apríl, mai og juni, mátaðar við fylgisveini.
Eftir nøkur ár við gróðuri yvir miðal, er samlaði vøksturin av plantuæti á Landgrunninum í ár millum tað minsta, síðani Havstovan byrjaði kanningarnar í 1990 (Mynd 3).

Mynd 3. Gróður á Landgrunninum frá á vári og til 26. juni, 1990-2026. Virðið fyri 2026 er eitt tað lægsta nakrantíð. Brotastrikan vísir miðal fyri øll árini. Góð gróðrarár síggjast við 5-10 ára millumbili.
Sum Havstovan frammanundan hevur boðað fra, so er lítið av yngli á Landgrunninum í ár (frágreiðingin sæst við at trýsta her). Hetta var ikki óvæntað, tí djóraætið, sum er føðin hjá fiskalarvum og -yngli, tørvar plantuæti fyri at nørast og vaksa og í vár vístu kanningar, at nøringin hjá djóraætinum var lítil.

Fá nýggjastu tíðindini frá Havstovuni
Viðkomandi tíðindi

Sera lítil gróður á Landgrunninum
14.07.2026
Vanliga tekur gróðurin seg upp um várið og heldur á til seint á sumri. Tó kann vera ójavnt frá ári til annað, nær hann byrjar og eisini kann gróðurin …

Yngulkanningar vísa stóran mun millum Landgrunnin og Føroyabanka í ár
10.07.2026
Í seinnu helvt av juni gjørdi Jákup Sverri yngul- og ætikanningar bæði á Landgrunninum og á Føroyabanka. Trolstøðirnar síggjast sum gular strikur á ko…

Lítið av yngli í summar
20.08.2025
Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á fles…

Sólvá Jacobsen vart PhD-ritgerð um æti og yngul
14.05.2025
Mikudagin 14. mai vardi Sólvá Jacobsen PhD-ritgerð sína um æti og yngul á Landgrunninum, við høvuðsdenti á tosk. Ritgerðin ber heitið “Environmental d…

Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?
27.03.2025
Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tí…

Minni av toskayngli í ár
15.08.2024
Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni. Kanningarnar á Landgrunninum vístu, at nøgdin a…

Gróðurin á Landgrunninum met góður í ár
22.07.2024
Í útvarpssamrøðu við Kringvarpið í farnu viku greiddi Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, frá gróðrinum á Landgrunninum, sum í ár hevur verið m…

Nógvur gróður at síggja á hydrografitúri
28.05.2024
Tann 15. mai fór Jákup Sverri út at taka streymmátarar upp og gera hydrografiskar kanningar. Mátað var eftir seks skurðum, harav seks vóru sonevndir s…

Jákup Sverri kannað æti og fiskalarvur á Landgrunninum
27.05.2024
Ta fyrstu tíðina eftir at rognkornini eru klækt, fáa fiskalarvurnar bert tikið smáa føði, sum fyri tað mesta er djóraæti, ið nýliga er gýtt. Fyri at d…

Gróðurin á Landgrunninum er byrjaður
06.05.2024
Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum kom tíðliga í ár. Tað gevur vónir um góð føðiviðurskifti til fiskalarvurnar. Hvørja viku fær Havstovan sjógv frá…

Broytingar í plantuæti
08.02.2024
Nýggj grein í tíðarritinum Global Change Biology vísir, at ein sterkari subpolarur meldur eftir 2013 broytti plantuætisamfelagið fram við Europeiska l…

Skúm á sjónum
06.07.2023
Hevur tú seinastu dagarnar lagt merki til at nógv skúm hevur verið at síggja á sjónum og undrast yvir, hvat tað man vera? Orsøkin er sannlíkt algur av…

Yngul- og ætikanningar 2023
03.07.2023
Jákup Sverri er afturkomin av yngul- og ætikanningunum, sum árliga vera gjørdar á Landgrunninum og Føroyabanka í juni. Úrslitini frá Landgrunninum vís…

Æti og fiskalarvur á Landgrunninum kannað
13.06.2023
Nøgdir og sløg av æti um várið hava alstóran týdning fyri, í hvønn mun fiskalarvur frá gýtingini fyrr um várið kunnu finna sær neyðuga føði. Sostatt e…

Nýtt ár við kanningum av æti í Skopunarfirði
17.01.2023
Í góðum samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, hevur Havstovan í nógv ár gjørt regluligar kanningar av sjónum í Skopunarfirði. Lívfiskastøðin pumpar …

Várgróðurin seinkaður tá kuldin liggur leingi
25.09.2019
Gróður av plantuæti, sum vit eisini nevna „havsins gras“, er sum so ikki treytaður av ávísum hita, tí plantuæti grør væl, bæði í sjógvi sum er kaldari…

Avbera nógvur gróður í 2017
23.10.2018
Gróðurin í 2017 eydnaðist avbera væl, og er tann besti síðani aldamótið. Orsøkina til nógva gróðurin kenna vit ikki til fulnar. Men av royndum vita vi…

Fylgisveinamátingar geva nýtt innlit í gróðurin kring Føroyar
19.09.2016
Mátingar, gjørdar við fylgisveinum, vísa, hvussu nógv plantuæti er í vatnskorpuni. Í miðal byrjar gróðurin í apríl á djúparu leiðum um eystan til á La…

Gróðurin vestanfyri
07.11.2013
Havstovan er farin undir serstakar kanningar at útgreina, hvussu gróðurin vestan fyri oyggjarnar ávirkar livilíkindini inni á grunnum. Kanningarnar ve…

Plantuæti er lykilin
01.09.2011
Hægri verur í vistskipanini, so sum nebbasildayngul, toskur, hýsa og lomviga, eru týðiliga tengdar at nøgdini av plantuæti. Hetta er úr Sjóvarmál 2011…

Øktur gróður vestan fyri Føroyar eftir 1995
01.09.2009
Frá 1995 og fleiri ár fram vaks nøgdin av plantuæti vestan fyri Føroyar sera nógv. Hesi somu ár var sjógvurin í økinum heitur. Nógv týðir uppá, at sam…

Batnandi føðiviðurskifti á Landgrunninum
01.09.2009
Gróðurin av plantuæti á Landgrunninum var í 2008nakað yvir miðal og í 2009 var hann enn betri. Serligahugaligt var, at várgróðurin var góður, soleiðis…

Fjarstýrdir kavbátar rannsaka havsins kalda hjarta
01.09.2007
Smáir kavbátar kanna hitan, saltinnihaldið, streymin og plantuplankton í havinum við Føroyar. Endamálið er at útvega upplýsingar um tað termohalina rá…
