{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit
Tú ert her

Serstakt tema

Veðurlagsdagur 2024

19. mars

Panorama á Hotel Hafnia

Tiltakið er ókeypis – Tó krevst tilmelding

Er føroyska veðurlagið broytt?

At føroyska veðrið er skiftandi, vita vit. Men hvussu er við varandi veðurlagsbroytingum í Føroyum? Síggjast broytingar í veðurlagnum á okkara leiðum? Hvørjar kanningar og mátingar hava vit, sum kunnu vísa okkum hetta?

Í eina tíð hava umboð fyri føroyskar almennar stovnar hitst, at umrøða vitan um føroyska veðurlagið. Eitt endamál hevur verið at fyrireika eitt tiltak, har vitan um veðurlag verður løgd fram.

Undir heitinum “Er føroyska veðurlagið broytt?” verður skipað fyri einum Veðurlagsdegi , har ljós verður varpað á tøl og vitan, sum kunnu lýsa føroyska veðurlagið og veðurlagsbroytingar.

Á veðurlagsdegnum verða dátur og kanningar, sum stovnarnir varða av, løgd fram og umrøtt verður í hvønn mun tað ber til at staðfesta veðurlagsbroytingar í Føroyum.

Veðurlagsdagurin 2024 verður á Hotel Hafnia 19. mars, kl. 13-17.15. Tiltakið er alment og ókeypis, tó krevst tilmelding.

Fyriskipararnir av degnum eru Veðurstova Føroya, Havstovan, Umhvørvisstovan, Landsverk, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Hagstovan.

Skrá

Kl.EvniNavn
13:00VælkominIngilín D. Strøm
landsstýriskvinna í umhvørvismálum
13:05Innleiðing
Um veðurlagsdagin og um týdning av dátum og tíðarrøðum.
Sigurð í Jákupsstovu
stjóri
Umhvørvisstovan
13:10Almenn hagtøl um veðurlagsbroytingar
Hvat skulu vit vita um veðurlagið?
Jógvan Bærentsen
hagfrøðingur
Hagstovan
13:30Fráboðan til ST-sáttmálan um veðurlag
Hvat verður fráboðað?
Maria Gunnleivsdóttir Hansen
lívfrøðingur
Umhvørvisstovan
Veðurtøl
13:35Veðurstova Føroya, ein tænasta í menning
Status og ætlanir frameftir. Hvørjar mátingar og teldumyndlar hava vit og hvørji átøk liggja fyri framman?
Bárður A. Niclasen
deildarleiðari
Veðurstova Føroya
13:45The Faroe Islands – a climate tale
Historical overview of DMI Climate data The Faroe Islands. The changing climate globally with a link to the Faroe Islands.
John Cappelen
veðurfrøðingur
14:50Steðgur
Á sjónum
14:50Flóð- og fjørumátingar
Um mátingar og tøl hjá Landsverki.
Sølvi Sjúrðarson
forritari
Landsverk
15:00Vatnstøðubroytingar kring Føroyar
Broytingar á opnum havi síðan 1993 sambært fylgisveinamátingum. Føroyska økið samanborið við globalt miðal og forsagnir.
Bogi Hansen
havfrøðingur
Havstovan
15:20Tyngdarmátingar sum amboð at fylgja einum skiftandi veðurlagi
Hvat kunnu broytingar í tyngdarfeltinum siga okkum um skiftandi vatnstøðu í Føroyum og heiminum annars?
Hergeir Teitsson
PhD-lesandi
Danmarks Tekniske Universitet
15:40Tíðarseriur í føroyskum sjógvi
Um rák, hita og saltinnihald. Hvør er orsøkin til broytingarnar, sum mátingarnar vísa?
Karin Margretha Húsgarð Larsen
deildarleiðari
Havstovan
16:00Steðgur
Á landi
16:15Veðurlagsbroytingar og havsediment
Hvussu avlesa vit veðurlagsbroytingar í sedimentum á havbotninum?
Barbara Biskopstøð
jarðfrøðingur
Jarðfeingi

Lis Mortensen
náttúrulandafrøðingur
Jarðfeingi
16:30Omanlop í Føroyum
Um at skráseta skriðulop og onnur omanlop við vegir.
Ási Mikkelsen
tekniskur leiðari
Landsverk
16:45Verkætlan um føroyskar skriður
Modellering útfrá fylgisveinamyndum.
Anton Grønfeld Wille og
Gustav Launtoft geografilesandi
Københavns Universitet
Samanumtøka
17:05Við støði í dagsins framløgum, verður tikið samanum
Er føroyska veðurlagið broytt?
Marita Rasmussen
stjóri
Havstovan
17:15Endi