
Nýtt frá merktu springarunum
Havstovan hevur í summar merkt springarar í trimum umførum; fimm springarar í Fuglafirði 10. juni, tveir springarar á Leynasandi 27. august, og tveir springarar í Norðragøtu 30. august. Havstovan takkar øllum, ið á ein og annan hátt hava hjálpt til við merkingunum.

Frá fyrstu merkingini sendir ein springari enn, og hevur hann sostatt sent beint yvir 100 dagar. Hesin springarin fór fyrst norðurum, og haðani eystur í Hetlandsrennuna, har hann hevur verið síðan, í økinum millum Bankaryggin og Fugloyarbanka, kortini mestu tíðina í eystaru hellingini. Hinir springararnir hildu einsæris í ein landsynning, haðani ein fór vesturum, har hann var verðandi, meðan hinir hildu leiðina í Hetlandsrennuna, har sambandið slitnaði.
Teir báðir springararnir frá merkingini í Leynum fóru eisini sundur. Teir ferðaðust fyrst báðir suður móti Bankarennuni, haðani tann eini fór beina kós móti Íslandi, meðan hin fór leiðina norður ígjøgnum Hetlandsrennuna. Hesin springarin, ið sendir enn, hevur síðan ferðast á djúpum vatni sunnarliga í Norskahavinum.
Springararnir frá merkingini í Norðragøtu hava eisini víst ymisk ferðingarmynstur. Eini springarin ferðaðist við lítlari ferð norður í hellingina, og síðan aftur á Fugloyarbanka, har sendarin sløknaði, meðan hin rættiliga miðvíst hevur ferðast alla leiðina vestur móti Eysturgrønlandi.
Viðkomandi tíðindi
Merkta grindin ferðast suðureftir
Við góðari hjálp frá sýslumanni, grindaformonnum og fólki annars á báti og sandi, varð ein grind merkt í Sandavági mikudagin 19. juli 2023. Ein bólkur á umleið 40 hval var…
Ein springari norðarlaga í Hetlandsrennuni
Nú 40 dagar eru farnir síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði, er tann eini springarin farin norðureftir í hellingini, eystaru megin Hetlandsrennuna, og er nú komin norður á 63 breiddarstig,…
Ferðing hjá springarunum í ein mánað
Nú er ein mánaði fráliðin síðani springararnir vórðu merktir í Fuglafirði. Tveir sendarar virka enn. Hesir báðir springararnir fóru beinanvegin frá hvørjum øðrum, og hava síðan ferðast ymsar leiðir, sí…
Allir springararnir sunnanfyri
Springararnir, ið vóru merktir á Fuglafirði fyri góðari viku síðani, hava mestu tíðina hildið til í Hetlandsrennuni. Tann eini merkti springarin, ið á byrja við fyrst fór norð um Føroyar,…