
Nýtt frá merktu springarunum
Havstovan hevur í summar merkt springarar í trimum umførum; fimm springarar í Fuglafirði 10. juni, tveir springarar á Leynasandi 27. august, og tveir springarar í Norðragøtu 30. august. Havstovan takkar øllum, ið á ein og annan hátt hava hjálpt til við merkingunum.

Frá fyrstu merkingini sendir ein springari enn, og hevur hann sostatt sent beint yvir 100 dagar. Hesin springarin fór fyrst norðurum, og haðani eystur í Hetlandsrennuna, har hann hevur verið síðan, í økinum millum Bankaryggin og Fugloyarbanka, kortini mestu tíðina í eystaru hellingini. Hinir springararnir hildu einsæris í ein landsynning, haðani ein fór vesturum, har hann var verðandi, meðan hinir hildu leiðina í Hetlandsrennuna, har sambandið slitnaði.
Teir báðir springararnir frá merkingini í Leynum fóru eisini sundur. Teir ferðaðust fyrst báðir suður móti Bankarennuni, haðani tann eini fór beina kós móti Íslandi, meðan hin fór leiðina norður ígjøgnum Hetlandsrennuna. Hesin springarin, ið sendir enn, hevur síðan ferðast á djúpum vatni sunnarliga í Norskahavinum.
Springararnir frá merkingini í Norðragøtu hava eisini víst ymisk ferðingarmynstur. Eini springarin ferðaðist við lítlari ferð norður í hellingina, og síðan aftur á Fugloyarbanka, har sendarin sløknaði, meðan hin rættiliga miðvíst hevur ferðast alla leiðina vestur móti Eysturgrønlandi.
Viðkomandi tíðindi

Tað seinasta frá merktu grindahvalunum
Nú eru allir sendararnir, ið Havstovan festi á grindahvalir í summar, sløknaðir. Tað longsta sambandið vardi 85 dagar. Tríggjar merkingar vóru. Tvær í Sandavági, har ein hvalur varð merktur 26.

Springari á Kappanum
Ein springari, ið Havstovan merkti í Norðragøtu 30. august, hevur ferðast longu leiðina til Eysturgrønlands, og er nú í ein landsynning úr Kappanum. Hesin springarin dvaldi bert stutta tíð í

Nú síggjast nósar
Eyðkendu hvítu nósarnir, ið av og á síggjast søkja sær skjól inn á firðum og sundum um heystið, deila óhepnu støðuna at verða skolaðir út av látrum. Samstundis hava teir

Nýtt frá merktu springarunum
Havstovan hevur í summar merkt springarar í trimum umførum; fimm springarar í Fuglafirði 10. juni, tveir springarar á Leynasandi 27. august, og tveir springarar í Norðragøtu 30. august. Havstovan takkar
