Nýggja rannsóknarskipið skal eita Jákup Sverri
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur tikið avgerð um, at nýggja rannsóknarskipið skal eita “Jákup Sverri”.
Skipið fær navn eftir Jákup Sverra Joensen, sála, ið var Føroya fyrsti fiskifrøðingur og fyrsti stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sum Havstovan æt tá.
Jákup Sverri Joensen tók útbúgving í Keypmannahavn, og eftir lokna útbúgving starvaðist hann í 1950-unum á Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser, sum tann danska havstovan æt tá. Hansara høvuðsarbeiðsøki var kanningar av fiski við Føroyar. Um summarið var hann í Føroyum og gjørdi kanningar, og Fiskirannsóknarstovan var tá ein summarstøð undir Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser. Í 1959 flutti hann heim til Føroyar, og frá 1. apríl sama ár var virksemi alt árið í Føroyum.
Jákup Sverri Joensen legði sostatt lunnar undir Havstovuna og føroyskar hav- og fiskirannsóknir. Jákup Sverri Joensen fór frá fyri aldur í 1988 og andaðist í 2013.
Heilt frá byrjan hevur Havstovan havt skip. Fyrst Ternuna saman við Landsstýrinum. Frá 1964 til 1981 var Jens Christian Svabo rannsóknarskip, og síðani 1982 hevur Magnus Heinason tænt okkum væl. Á sumri 2020 verður hann avloystur av okkara nýggja rannsóknarskipi, Jákup Sverra. Jákup Sverri verður sostatt fyrsta rannsóknarskipið, sum er bygt til endamálið.
Viðkomandi tíðindi
-

Minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka, men framvegis nógv hýsa
Jákup Sverri var á árligu heystyvirlitstrolingini á Føroyabanka frá 8. til 15. september, og vóru allar 29 trolstøðirnar tiknar. Minni var at fáa av toski í heyst enn í fjør.…
-

Sera lítið at fáa av toski, men framvegis nógv til av hýsu á føroyska landgrunninum
Á árligu yvirlitstrolingini á føroyska landgrunninum í august verða 200 hál á ein tíma tikin. Tað var sera lítið at fáa av toski í ár í mun til onnur ár,…
-

Lítil øking í makrelvísitalinum
Úrslitini frá árligu felagskanningini av makreli, sild og svartkjafti í juli, har Føroyar luttóku saman við Danmark, Íslandi og Noregi, eru nú tøk. Makrelur Vísitalið fyri makrelstovnin í Norðurhøvum er…
-

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar
Mánamorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrurin er partur av felagskanning, sum verður gjørd saman við norskum, donskum og íslendskum granskingarstovnum. Føroyska túrfrágreiðingin kann lesast her.…