
Nýggja rannsóknarskipið skal eita Jákup Sverri
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur tikið avgerð um, at nýggja rannsóknarskipið skal eita “Jákup Sverri”.
Skipið fær navn eftir Jákup Sverra Joensen, sála, ið var Føroya fyrsti fiskifrøðingur og fyrsti stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sum Havstovan æt tá.
Jákup Sverri Joensen tók útbúgving í Keypmannahavn, og eftir lokna útbúgving starvaðist hann í 1950-unum á Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser, sum tann danska havstovan æt tá. Hansara høvuðsarbeiðsøki var kanningar av fiski við Føroyar. Um summarið var hann í Føroyum og gjørdi kanningar, og Fiskirannsóknarstovan var tá ein summarstøð undir Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser. Í 1959 flutti hann heim til Føroyar, og frá 1. apríl sama ár var virksemi alt árið í Føroyum.
Jákup Sverri Joensen legði sostatt lunnar undir Havstovuna og føroyskar hav- og fiskirannsóknir. Jákup Sverri Joensen fór frá fyri aldur í 1988 og andaðist í 2013.
Heilt frá byrjan hevur Havstovan havt skip. Fyrst Ternuna saman við Landsstýrinum. Frá 1964 til 1981 var Jens Christian Svabo rannsóknarskip, og síðani 1982 hevur Magnus Heinason tænt okkum væl. Á sumri 2020 verður hann avloystur av okkara nýggja rannsóknarskipi, Jákup Sverra. Jákup Sverri verður sostatt fyrsta rannsóknarskipið, sum er bygt til endamálið.
Viðkomandi tíðindi

Gýtandi svartkalvi fingin við Føroyar
Á sætta sinni hevur Havstovan nú skrásett ein svartkalva við rennandi rognum undir Føroyum. Tað varð gjørt á árliga svartkalvatúrinum í juni. Talan var um ein rognafisk, sum var 79…

Nýggjur streymmátari royndur í Bankarennuni
Jákup Sverri hevur verið á tveimum hydrografitúrum í ávikavist mai og juni. Hetta eru afturvendandi túrarnir hesa tíðina, har streymmátarar verða tiknir upp, og tá ymiskt eftirlit er gjørt, verða…

Makrelgýting við Føroyar kannað
Í farnu viku varð Jákup Sverri liðugur at kanna makrelgýting á leiðunum kring Føroyar. Mest av makreleggum vóru í økjunum móti evropisku hellingini eystan fyri Føroyar, og í Bankarennuni og…

Væleydnaður aðalfundur hjá evropiska felagnum fyri havrannsóknarskip liðugur
Havstovan hevur í døgunum 2. til 4. juni skipað fyri 27’th ERVO Annual Meeting í Kongshøll í Havn. ERVO stendur fyri European Research Vessel Operators. Luttakarar á hesum fundi eru…
