
Nýggja rannsóknarskipið skal eita Jákup Sverri
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur tikið avgerð um, at nýggja rannsóknarskipið skal eita “Jákup Sverri”.
Skipið fær navn eftir Jákup Sverra Joensen, sála, ið var Føroya fyrsti fiskifrøðingur og fyrsti stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sum Havstovan æt tá.
Jákup Sverri Joensen tók útbúgving í Keypmannahavn, og eftir lokna útbúgving starvaðist hann í 1950-unum á Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser, sum tann danska havstovan æt tá. Hansara høvuðsarbeiðsøki var kanningar av fiski við Føroyar. Um summarið var hann í Føroyum og gjørdi kanningar, og Fiskirannsóknarstovan var tá ein summarstøð undir Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser. Í 1959 flutti hann heim til Føroyar, og frá 1. apríl sama ár var virksemi alt árið í Føroyum.
Jákup Sverri Joensen legði sostatt lunnar undir Havstovuna og føroyskar hav- og fiskirannsóknir. Jákup Sverri Joensen fór frá fyri aldur í 1988 og andaðist í 2013.
Heilt frá byrjan hevur Havstovan havt skip. Fyrst Ternuna saman við Landsstýrinum. Frá 1964 til 1981 var Jens Christian Svabo rannsóknarskip, og síðani 1982 hevur Magnus Heinason tænt okkum væl. Á sumri 2020 verður hann avloystur av okkara nýggja rannsóknarskipi, Jákup Sverra. Jákup Sverri verður sostatt fyrsta rannsóknarskipið, sum er bygt til endamálið.
Viðkomandi tíðindi
Sildakanningar norðanfyri
Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi. Meira enn helvtin av sildini…
Næmingar vitja Havstovuna
Í gjár fingu vit á Havstovuni so fitta vitjan av børnum úr 1. flokki í Sankta Frans Skúla. Guðrið Eriksdóttir Johansen hevði eina framløgu fyri teimum við heitinum “Ferðast við…
Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði
“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og Eilif Gaard, lívfrøðingur og Dr. Philos, hildu á…
Hátíðardagur á Havstovuni
Starvsfólk støðast leingi á Havstovuni. Tað ásanna vit, nú 6 starvsfólk fingu heilsan í sambandi við 25 og 30 ára starvsdagar á Havstovuni. Stjórin, Marita Rasmussen, bar heilsan fram til…