{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Nýggja rannsóknarskipið skal eita Jákup Sverri

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur tikið avgerð um, at nýggja rannsóknarskipið skal eita “Jákup Sverri”.

Skipið fær navn eftir Jákup Sverra Joensen, sála, ið var Føroya fyrsti fiskifrøðingur og fyrsti stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sum Havstovan æt tá.

Jákup Sverri Joensen tók útbúgving í Keypmannahavn, og eftir lokna útbúgving starvaðist hann í 1950-unum á Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser, sum tann danska havstovan æt tá. Hansara høvuðsarbeiðsøki var kanningar av fiski við Føroyar. Um summarið var hann í Føroyum og gjørdi kanningar, og Fiskirannsóknarstovan var tá ein summarstøð undir Danmarks Fiskeri- og Havundersøgelser. Í 1959 flutti hann heim til Føroyar, og frá 1. apríl sama ár var virksemi alt árið í Føroyum.

Jákup Sverri Joensen legði sostatt lunnar undir Havstovuna og føroyskar hav- og fiskirannsóknir. Jákup Sverri Joensen fór frá fyri aldur í 1988 og andaðist í 2013.

Heilt frá byrjan hevur Havstovan havt skip. Fyrst Ternuna saman við Landsstýrinum. Frá 1964 til 1981 var Jens Christian Svabo rannsóknarskip, og síðani 1982 hevur Magnus Heinason tænt okkum væl. Á sumri 2020 verður hann avloystur av okkara nýggja rannsóknarskipi, Jákup Sverra. Jákup Sverri verður sostatt fyrsta rannsóknarskipið, sum er bygt til endamálið.

Viðkomandi tíðindi

  • Beinleiðis hitamátingar frá Jákup Sverra

    Nú ber til at avlesa hitan, har trolið hjá Jákup Sverra er drigið, bert fáar minuttir eftir hvørt tóv. Ein hitamátari er settur á trolið, sum sendir dátur beinleiðis á…

    Les meira

  • Vitan um Føroyabanka løgd fram

    Hósdagin 5. feb. hevði Havstovan væleydnað tiltak um ta vitan, sum m.a. Havstovan hevur savnað um og kring Føroyabanka seinastu 25 árini. Eini 60 fólk hittust á Hotel Brandan, har…

    Les meira

  • Framtíðin hjá mati úr sjónum

    Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november, har evnið  var “The Future of Seafood” – framtíðin hjá mati úr sjónum. Hetta var út frá…

    Les meira

  • Fingu egghylkir av ringhávi í trolið

    Tá Jákup Sverri var árliga djúpvatnstúrin í september í ár (sí túrfrágreiðing her), vórðu tvey brún egghylkir funnin í trolinum. Hetta hendi vestarlaga á Bankarygginum, sunnan fyri Føroyabanka. Fleiri sløg…

    Les meira