{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Nýggj ritgerð um heita rákið millum Ísland og Føroyar

Nýggj vitan um rákið av heitum sjógvi norðan fyri okkum er júst komin í vísindatíðarritinum Ocean Science.

Tvørtur um undirsjóvarryggin millum Ísland og Føroyar rekur heitur sjógvur úr Atlantshavi inn í tey køldu høvini eystan og norðan fyri okkum. Hesin heiti “Atlantssjógvur” ber nógvan varma við sær og hevur ómetaliga stóran týdning fyri umstøðurnar hjá øllum livandi á føroyska landgrunninum og í Norskahavinum. Havstovan hevur tí í meiri enn 30 ár gjørt regluligar kanningar av hesum ráki.

Nógvar av hesum kanningum eru gjørdar eftir einum skurði, “Norðurskurðinum”, sum gongur frá Landgrunninum beint norðureftir (sí Mynd 1). Regluliga hava fyrst Magnus Heinason og nú Jákup Sverri kannað hita og saltinnihald eftir hesum skurði. Hesar mátingar loyva okkum at skilja Atlantssjógvin frá køldum Arktiskum sjógvi, sum kemur norðaneftir.

Mynd 1. Botndýpi á Íslandsrygginum. Reyða linjan vísir Norðurskurðin, har regluligar mátingar eru gjørdar. Støð, har streymmátarar hava ligið, eru víst við gulum sirklum (boyur) ella kassum (trolvardar rammur).

Eftir Norðurskurðinum hava vit haraftrat lagt mátarar út, sum hava mátað streym í fleiri mánaðir í senn (sí Mynd 2). Eisini viðger ritgerðin mátingar frá fýra streymmátarum, sum hava ligið á rygginum (gulir kassar á Mynd 1). Vit hava harumframt brúkt mátingar frá satelitti (fylgisveini), sum eru gjørdar síðan 1993, og sum rúmdarkanningarstovnurin í Europa “Copernicus” almannakunnger. 

Mynd 2. Syðsti partur av Norðurskurðinum. Streymmátarar hava ligið á botni í trolvardum rammum (gulir kassar) ella í ankraðum boyum (gulir sirklar). Teir máta streymferð við at senda ljóðstrálur móti vatnskorpuni og kanna ekkó.

Ritgerðin hevur trý høvuðsúrslit 

Úrslit 1: Nýggjastu satelittmátingarnar eru álítandi.

Satelittmátingarnar vísa, hvussu vatnskorpan hellur ymsastaðni kring okkum, og hvussu hallið broytist frá degi til dags. Eftir vanligari teori eigur hetta at siga okkum, hvussu streymurin í vatnskorpuni broytist. Tær nógvu streymmátingarnar, vit hava gjørt eftir Norðurskurðinum, kunnu samanberast við satelittmátingarnar, og upprunaliga riggaði samanberingin ikki so væl. Í december 2021 kom Copernicus tó við eini nýggjari útgávu, har allar mátingarnar síðan 1993 vórðu roknaðar umaftur (“reprocessed”), og hesi nýggju tølini samsvara sera væl við okkara mátingar. Tað ger samstundis, at vit kunnu brúka satelittmátingarnar eisini aðrastaðni og onnur tíðarskeið, har vit ikki sjálvi hava mátingar.

Úrslit 2: Heita rákið tvørtur um Íslandsryggin útgreinað. 

Íslandsryggurin er sera breiður, og ikki hevur verið greitt, hvussu og hvar Atlantssjógvurin fer tvørtur um ryggin. Við at samanbera okkara egnu streymmátingar við satelittmátingarnar og aðrar kanningar sæst, at rákið er í tveimum sundurskildum greinum (sí Mynd 3). Íslendska greinin er smøl og liggur yvir íslendsku hellingini. Hon eigur helst minni enn ein fjórðing av samlaða rákinum. Restin kemur í føroysku greinini, sum er væl breiðari. 

Mynd 3. Rákið av Atlantssjógvi tvørtur um Íslandsryggin er í tveimum greinum. Íslendska greinin er smøl, og ein partur av henni vendir aftur inn á ryggin og melur yvir norðasta bankanum á rygginum.

Úrslit 3: Heita rákið er ikki viknað síðan 1993.

Rákið av heitum Atlantssjógvi norðan fyri Føroyar er partur av eini størri streymskipan, sum røkkur um alt Atlantshavið, nevnd AMOC (Atlantic Meridional Overturning Circulation). Mett verður, at globala upphitingin fer at fáa AMOC at vikna. Um hetta hevði rakt okkara part av AMOC, hevði minkandi rákið av heitum sjógvi fingið stórar avleiðingar fyri okkara havøki. Enn ber ikki til at siga við vissu, um so verður seinni í hesi øldini. Men enn tykist rákið í øllum førum ikki at vera viknað her hjá okkum. Við at samantvinna okkara egnu mátingar við satelittmátingarnar kunnu vit rokna út, hvussu nógvur Atlantssjógvur ferðaðist gjøgnum Norðurskurðin hvønn mánað frá januar 1993 til december 2021 (sí Mynd 4). Í miðal ferðast beint undir 4 milliónir rúmmetrar (m3) av heitum Atlantssjógvi gjøgnum Norðurskurðin hvørt sekund, og hetta talið er ikki minkað; heldur tvørturímóti. 

Mynd 4. Mongdin av Atlantssjógvi, sum fór gjøgnum Norðurskurðin frá januar 1993 til december 2021. Tunna linjan vísir mánaðarmiðal. Tjúkka vísir ársmiðal.

Kanningarnar hjá Havstovuni hava verið stuðlaðar av ymsum millumlanda grunnum (sí verkætlanirnar: “Faroese Monitoring, FARMON” og “Rákið tvørtur um Íslandsryggin” á heimasíðuni), og ritgerðin er grundað á samstarv við donsku veðurstovuna (Danmarks Meteorologiske Institut) eins og við norskar og íslendskar granskarar. Ritgerðin kann lesast her.

Havstovan 17/8-2023 

Bogi Hansen 

Viðkomandi tíðindi

  • Hitabylgja í havinum

    Seinastu 1-2 vikurnar hevur ein hav-hitabylgja tikið seg upp í eystara parti av Norðuratlantshavi. Hitabylgjan hevur verið serliga ógvuslig í økinum vestan fyri Írland og Skotland. Sjógvur frá vestara parti…

    Les meira

  • Jákup Sverri verið á hydrografitúri

    Tann 17. mai fór Jákup Sverri á hydrografitúr, har ein av uppgávunum var at taka streymmátarar upp. Lagt varð fyri norðanfyri, har ein streymmátaraboya varð tikin upp í øllum góðum. …

    Les meira

  • Ph.d.-skeið um hav- og vistfrøði

    21. august – 1. september 2023 skipa granskarar á Havstovuni fyri spennandi ph.d.-skeiði um sambandið millum hav- og vistfrøðina í eystara parti av Norðuratlantshavinum. Heitið á skeiðnum er “Ecologically relevant…

    Les meira

  • Bogi Hansen heiðraður á ICES Decadal Symposium

    ICES hevur júst hildið sonevnda Decadal ráðstevnu í Bergen, har Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, var ein av heiðursgestunum. ICES skipar tíggjunda hvørt ár fyri ráðstevnu við heitinum “Symposium on…

    Les meira