{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Framtíðarútlit fyri Norskahavið – luttak í spurnarkanning

Sum partur av NordForsk verkætlanini IEA-NOR (2025–2028), skal ein útlitsmeting av pelagisku vistskipanini í Norskahavinum gerast.

Í eini tíð við umhvørvisligum, tøkniligum og samfelagsbúskaparligum broytingum er ætlanini við útlitsmetingini at ávísa og greina gongdir, møguleikar og hóttanir, sum ikki enn eru væl lýstar ella umfataðar av almennum kunngerðum. Útlitsmetingin hevur til endamáls at savna vitan og sjónarmið frá nógvum keldum fyri at kunna gera eina heildarmeting av vistskipanini í Norskahavinum.

Havstovan bjóðar øllum við áhuga og vitan um Norskahavið at luttaka í eini stuttari online spurnarkanning (tekur umleið 10-20 minuttir). Kanningin snýr seg um møguligar nýggjar gongdir í økinum. Í kanningini verður tú biðin um at nevna minst ein nýggjan møguleika/hóttan/gongd, hvussu sannlíkt tú metir at hetta fer at henda, hvussu stórt øki, hetta umfatar og tíðarkarmin fyri hesum.

Vit hava øll ymiskar royndir og vitan um Norskahavið, og tí eru allar áskoðanir á framtíðina í økinum viðkomandi. Útlitsmetingin er ein háttur at fáa eyga á týdningarmiklar broytingar og møguleikar, sum tú, sum einstaklingur, ert vitandi um. Við at luttaka fært tú eisini innlit í hvat onnur, ið arbeiða í ella við Norskahavinum, meta er týdningarmikið fyri framtíðina.

Til ber at svara online spurnarkanningini til 20. september, 2026. Havstovan vónar at móttaka nógv nýggj sjónarmið og nýggja vitan um Norskahavið.

Brúk av dátum og dátuvernd

Persónligar dátur (nøvn, bústaður og arbeiðsøki/serkunnleiki hjá luttakarum) verða bara tøkar fyri kjarnuna av teimum, sum gera útlitsmetingina, og verða útilokandi brúkt til samskifti og greining í verkætlanini. Tá úrslitini gerast almenn verður tín luttøka dulnevnd, uttan so at tú ynskir at vera navngivin.

Sum luttakari hevur tú rætt til: atgongd til tínar dátur, at krevja rættingar ella at strika tínar dátur, at afturkalla títt samtykki og at senda klagu til Datatilsynet í Noregi, um tú metir at tínar dátur eru misbrúktar.

Niðanfyri sæst meiri um arbeiðsgongdina í útlitsmetingini og til ber eisini at luttaka í spurnarkanningini við at skanna QR kotuna á myndini.

Sólvá Káradóttir Eliasen

Tilfeingi

Granskari, Ph.D, Havfrøðingur

solvae@hav.fo / +298 79 39 29

Vangi í PURE / Greinar / CV

Fá nýggjastu tíðindini frá Havstovuni

Viðkomandi tíðindi

Møguleiki fyri framstigi í stovnsmetingini av svartkjafti

09.06.2026

Tað er eitt úrslit frá verkætlanini Blue Ocean (Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area), …

Vísitalið fyri svartkjaft hækkar 32%

20.05.2026

Tað vístu felags ekkókanningarnar av svartkjafti, gjørdar í írskum, bretskum og føroyskum sjógvi í tíðarskeiðinum 20. mars til 8. apríl í ár. Vísitali…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2026

30.09.2025

Mest loyvda veiða í 2026 lækkar munandi fyri makrel og svartkjaft, meðan ein hækking er í tilmælinum fyri norðhavssild. Makrelur Tilmælið fyri makrel …

Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann møguliga framsigast

10.07.2025

Sera broytiliga støddin á svartkjaftastovninum verður avgjørd bæði av fiskitrýsti og av tilgongdini av ungfiski. Nýggj grein gevur, fyri fyrstu ferð b…

Fyrilestrar um yngul, uppsjóvarfisk og føði

06.05.2025

“Yngul á Landgrunninum” og “Æti og føði hjá uppsjóvarfiski” vóru heitini á almennu fyrilestrunum, sum Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi og…

Svartkjaftastovnurin í minking

02.05.2025

Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti í 2025 lækkar við 30% í mun til í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í f…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

14.04.2025

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaf…

Fyrilestur hjá Hjálmar Hátún stroymdur í dag kl. 12:30

19.11.2024

Í dag (týsdag 19. november) kl. 12:30 hevur Hjálmar Hátún framløgu við heitinum Havumhvørvið í Norðuratlantshavi. Framløgan verður á íslendsku havstov…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

30.09.2024

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…