{{currentPage * pageSize + 1}} - {{pageSize * (currentPage + 1) > numberOfResults ? numberOfResults : pageSize * (currentPage + 1)}} úrslit av {{numberOfResults}}
Einki úrslit

Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan

Túrfrágreiðing

Jákup Sverri, túrur nr. 2428

Tíðarskeið: 27/6-14/7 2024

Ábyrgd: Eydna í Homrum

Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjafti í Norðuratlantshavi. Kanningin er partur av felags kanning millum Ísland, Føroyar, Danmark og Noreg, har vit kannaðu føroyskt øki, og økið við Hetland og eystur móti norsku strondini.

Í kanningarøkinum hjá Jákup Sverra stóð tað mesta av makrelinum móti markinum til altjóða øki norðanfyri, og sum vant var sera lítið av makreli í útsynning úr Føroyum. Hetta líkist nakað útbreiðsluni tvey-trý tey seinastu árini. Tó má takast hædd fyri at kanningarøkið í ár er væl øðrvísi við tað, at vit eisini kannaðu økið kring Hetland og eystur í norsku rennu.  Mest var fingið av 4 og 5 ára gomlum makreli, tó var ongin aldursbólkur, sum skaraði framúr í stødd – og rættiliga nógvur gamal makrelur var fingin (10 ár og eldri). Stóri og eldri makrelurin var fyri tað mesta at fáa vestast í kanningarøkinum. Rætta myndin av makrelútbreiðsluni og aldursbýtinum í stovninum fæst ikki, fyrr enn tilfarið frá øllum skipunum verður greinað saman.

Ekkókanningarnar av sild vístu lítið av norðhavssild, og skriftin var so gott sum bara í ovastu metrunum og mest var at síggja norðast í kanningarøkinum. Meira enn helvtin av aldurslisnu sildini var 8 ára gomul, og sostatt er tað enn 2016-árgangurin, sum er bulurin í stovninum. Við Hetland sást og fekst nógv av aðrari sild enn norðhavssild, meginparturin av hesi sildini var trý til sjey ára gomul, har ongin árgangur heilt skaraði burturúr.

Svartkjaftur var at síggja allastaðni norðan fyri Føroyar og Íslandsryggin. Hetta var sum heild trý og fýra ára gamal svartkjaftur. Svartkjafturin, sum var gýttur í vár, var fingin sunnan og vestan fyri Føroyar. Vit hava ofta sæð henda unga svartkjaftin sunnanfyri á hesum túrum, men í ár var hann at síggja yvir størri øki enn vanligt.

Kanningarætlanin varð løgd fyrr í ár í samráð við luttakandi londini. Makrelur, sild og svartkjaftur vóru skrásett og kannað sambært forskriftunum í kanningarætlanini. Umframt kanningar av teimum trimum fiskasløgunum vóru eisini æti- og umhvørviskanningar gjørdar.

Afturat regluligu kanningunum vóru tvey onnur lið av granskarum við. Tvey fólk savnaðu umhvørvis-DNA til eina granskingarverkætlan. Eisini vóru fýra fólk við og taldu hval, hetta er liður í stóru hvalateljingini, sum NAMMCO samskipar í ár, tey úrslitini verða tøk seinni í ár.

Mynd 1. Ovast er makrelveiða í hálvan tíma víst. Mest var fingið, tá vit komu norður um Føroyar, men eisini her vóru nøkur hál, har heilt lítið var fingið. Miðalvekt fyri hálini er eisini sett inn, og her sæst, at tess longur norður og vestur vit komu, tess størri var makrelurin.

Í miðjuni eru ekkómátingarnar av sild vístar. Her sæst, at nógv sild var at síggja við Hetland. Síðan sást púrt onki aftur til sild – hvørki á ekkógramminum ella í trolveiðuni – fyrr enn vit komu norður á norðastu kanningarstriku. Sostatt stendur norðhavssildin rættiliga norðaliga í ár.

Niðast síggjast ekkómátingar av svartkjafti. Her sæst, at svartkjaftur var at síggja í stórt sæð øllum kanningarøkinum, uttan heilt inni á føroyska og hetlendska landgrunninum. Stóru bollarnir sunnan og vestan fyri Føroyar eru svartkjafturin, sum er gýttur í vár – tað er óvanligt at vit síggja hann yvir so stórt øki í hesum kanningunum.

Mynd 2. Longdar- og aldursbýti av makreli. Mest var fingið av fýra og fimm ára gomlum makreli, men ongin árgangur skaraði framúr, og eisini var lutfalsliga nógv fingið av gomlum makreli (10 ár og eldri).

Mynd 3. Longdar- og aldursbýti av norðhavssild. Meira enn onnur hvør kannaða norðhavssild var 8 ára gomul – tvs. árgangurin, sum varð gýttur í 2016. (Her eru prøvarnir við Hetland tiknir burturúr.)

Mynd 4. Longdar- og aldursbýti av svartkjafti. Norðanfyri var mest fingið av trý og fýra ára gomlum svartkjafti. Null ára gamli svartkjafturin er gýttur í vár, og var fingin sunnan og vestan fyri Føroyar, hesin er 9-17 cm til longdar í myndini við longdarbýti.


Túrfrágreiðingar

Yvirlitstrolingar eftir makreli

24.07.2025

Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan Jákup Sverri, túrur nr. 2534 Tíðarskeið: 3-20/7 2025 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen End…

Makrelegg

10.06.2025

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2526 Tíðarskeið: 21/5-2/6 2025 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: At kanna útbreiðslu og nøgd av makrele…

Sild og svartkjaftur norðanfyri

13.05.2025

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2522 (og 2521) Tíðarskeið: 1-12/5 2025 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna nøgdi…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

09.04.2025

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2514 Tíðarskeið: 26/3-9/4 2025 Ábyrgd: Jan Arge Jacobsen Endamál: At kanna nøgdirnar av svartkjafti í økinum su…

Yvirlitstroling – djúpt

23.09.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2440 Tíðarskeið: 12/9-23/9 2024 Ábyrgd: Petur Steingrund Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna botnf…

Yvirlitstrolingar eftir makreli – Kanna makrel og vistskipan

14.07.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2428 Tíðarskeið: 27/6-14/7 2024 Ábyrgd: Eydna í Homrum Endamál: Endamálið við túrinum var at kanna útbreiðslu o…

Yngul- og ætikanning

26.06.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2426 Tíðarskeið: 12-26/6 2024 Ábyrgd: Helga Bára Mohr Vang Endamál: Høvuðsendamálið við túrinum er at kanna yng…

Sild og svartkjaftur norðanfyri

04.05.2024

Túrfrágreiðing Jákup Sverri, túrur nr. 2416 og 2417 (Skurður N) Tíðarskeið: 24/4-4/5 2024 Ábyrgd: Sólvá Káradóttir Eliasen Endamál: Endamálið við túri…

Viðkomandi tíðindi

Jákup Sverri liðugur við makrelkanningar

24.07.2025

Sunnumorgunin 20. juli kom Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri. Túrfrágreiðingin kann lesast her. Kanningin er partur av felagskanning saman við D…

Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann møguliga framsigast

10.07.2025

Sera broytiliga støddin á svartkjaftastovninum verður avgjørd bæði av fiskitrýsti og av tilgongdini av ungfiski. Nýggj grein gevur, fyri fyrstu ferð b…

Makrelgýting við Føroyar kannað

10.06.2025

Í farnu viku varð Jákup Sverri liðugur at kanna makrelgýting á leiðunum kring Føroyar. Mest av makreleggum vóru í økjunum móti evropisku hellingini ey…

Sildakanningar norðanfyri

13.05.2025

Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi. Meir…

Svartkjaftastovnurin í minking

02.05.2025

Vísitalið fyri gýtingarstovnin av svartkjafti í 2025 lækkar við 30% í mun til í fjør. Tað vísa felags ekkókanningarnar, ið vóru gjørdar sunnanfyri í f…

Svartkjaftakanningar sunnanfyri

14.04.2025

Ekkókanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv vórðu gjørdar í tíðarskeiðinum 27. mars til 8. apríl 2025. Nógvur svartkjaf…

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025

30.09.2024

ICES-tilmæli fyri uppsjóvarfisk í 2025 Mest loyvda veiða í 2025 lækkar munandi fyri makrel og nakað fyri svartkjaft, meðan ein lítil hækking er í tilm…

Nøgdin av makreli minkar í Norðurhøvum

29.08.2024

Úrslitini frá árligu felagskanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru nú tøk. Vísitalið av makreli fyri Nor…